Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 208 - 26. oktober 2007 StuðulSfólk til Hoyvíkar Skúla Søkt verður eftir einum stuðulsfólki til tveir næm­ ingar við serligum tørvi í 3. flokki at byrja 15. november. Stuðulin arbeiðir saman við lærarunum í flokki­ num. Fyrimun hava umsøkjarar við viðkomandi út­ búgving og royndum. Løn sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlastjóran, Birgit Arge á telefon 302590 ella 227603. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi seinast mánadagin 5. november klokkan 12. Hoyvíkar Skúli Vegurin Langi Postsmoga 3073 110 Tórshavn Løgfrøðingur til Innlendismálaráðið Innlendismálaráðið søkir við hesum eftir avloysara fyri løgfrøðing í barnsburðarfarloyvi. Talan er um spennandi og fjølbroytt starv innan umhvørvis- og lendisøkið, har viðkomandi fer at arbeiða við nógvum ymiskum málum, serliga innan lóggávu, ið snýr seg um: • umhvørvisvernd og havumhvørvi • persónskráseting, tinglýsing, matrikulering og sundurbýti • býarskipanir og byggisamtyktir Tann, ið verður settur, skal veita løgfrøðiliga ráðgeving innan omanfyri nevndu málsøki, vera við til at gera uppskot til lógir og kunngerðir og sjálvstøðugt viðgera mál, ið eru tengd at nevndu málsøkjum. Førleikar Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv og vera væl fyri málsliga. Eisini vænta vit, at tú hevur góð samstarvsevni, arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðbjørn Larsen, deildarstjóra, á telefon 358080. Umsóknir við CV, prógvum o.ø. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. oktober 2007 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: Innlendismálaráðið Tinganes Postboks 159 110 Tórshavn Innlendismálaráðið Í Innlendismálaráðnum starvast í løtuni 16 fólk. Innlendismálaráðið umsitur m.a. lógarmál, kommunumál og umhvørvis-, lendis- og náttúrumál. Pass Passframleiðslan fyri alt landið fer fram í Danmark og er passavgreiðslutíðin umleið 2 til 3 vikur. Vinaliga biðið tí um passið í góðari tíð. Umsókn um pass fæst á Fútaskrivstovuni, Smyrils­ vegi 20, Tórshavn, á heimasíðuni www.politi.fo og á øllum politistøðunum uttanfyri Tórshavn. Umsóknin kann latast inn við at venda sær per­ sónliga til Fútaskrivstovuna í Tórshavn ella til eina av politistøðunum uttanfyri Tórshavn. Skjøl at hava við, tá pass verður umbiðið: • Gamla passið • Dóps­, føði­ ella navnaseðil og møguligt vígslubræv • Nýggja passmynd stødd 35 x 45 mm Passið skal gjaldast, tá tað verður umbiðið. Persónar millum 18 ár og 67 ár kr. 400,­ Persónar yngri enn 18 ár kr. 115,­ Persónar, sum eru fyltir 67 ár kr. 150,­ Gjørt verður vart við, at eftir 1. oktober 2004 kunnu børn, sum eru undir 15 ár, ikki longur verða innskrivað í pass hjá foreldrum ella øðrum, og skulu tí hava egið pass. Nærri fæst at vita við at venda sær til Fúta­ skrivstovuna – tlf. 351448 – ella politistøð­ irnar. Føroya LaNDFúti tann 17. oktober 2007 Karen Marie Olesen Smyrilsvegur 20 · Postboks 3018 FO­110 Tórshavn · Tlf. 35 14 48 Hús í Klaksvík til sølu um nøktandi boð fæst Húsini standa á Garðavegnum 17 Húsini eru 94 m2 í 2 hæddum umframt eitt kjallarrúm á 19m2. Húsini eru bygd 1967 Húsini eru øll gjørd av nýggjum innan 2006-2007 millum annað Nýggjur køkur frá 2006. Nýtt baðirúm við flisum á gólvi og veggjum. Parkett á øllum gólvum Tel 210689 Frá Fuglafjarðar skúla Felags foreldrafundur verður í fimleikahøll skúlans mánakvøldið 29. okt. kl. 19.00 Skrá: 1. Ársfrágreiðing frá skúlastýrinum 2. Trivnaður og umsorgan. Pól Jákup Thomsen, ráðgevi á Heilbrigdi, greiðir frá Eisini verður høvi at hoyra næmingar syngja, eins og stutt myndafrásøgn um skúlans virksemi verður sýnd! Hjartaliga vælkomin! Fuglafjarðar skúli og Skúlastýrið lýsingar