fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007
21
– hvat fæst í Føroyum?
Haute Couture klæðir eru vanliga seymað úr sera
góðum og dýrum tilfari. Ofta verða serligir hættir av
tíðarkrevjandi handseyming nýttir, fyri at leggja veruligan
dent á vakrar detaljur.
Kelda: Wikipedia
Buksurnar til mannfólk hava
framvegis gularótasnið. Tær eru
strammar, og skulu sita tætt. Á
nógvum av fremstu mótapall
unum eru tær eisini so stuttar, at
tær á góðum føroyskum máli
»flagga«
»Skitnar« cowboybuksur
frá Diesel,
Deres: 1549,95
Gráar cowboybuksur
frá Lindeberg,
Handilskjarnin: 1099,95
Bláar cowboybuksur
frá Tiger of Sweden,
Skálkur: 1299,-
Myrkar buksur frá Solid
Jeans frá Solid Jeans,
Trend Floor: 500,-
Hóast mótin fyri tað mesta er
klassiskt skorin og í dimmum
litum, eru tó eisini nøkur sprøkl
av 80’ara litunum at síggja.
Her hava vit loyvi at spæla og
eksperimentera, og m.a. blusir
og hettutroyggjur eru perfektar
til at dyrka stuttleikan frá glaðu
80’unum
Grá hettutroyggja við pink og bláum
mynstri frá Junk de Luxe,
Handilskjarnin: 699,95
Grøn hettutroyggja við gulum
toruskíggjum frá Bjørkvin,
Juniik:649,-
Svørt hettutroyggja við
gulum mynstri frá DND,
JAP: 499,-
Myrkablá og turkis
hettutroyggja frá Blend,
Kallkyn: 429,-
Bundnu pløggini síggjast
allastaðni – eisini hjá monnu
num. Troyggjurnar til menn
skulu tó beint øvugt av kvinnu
pløggunum vera strammar og
sita tætt at kroppinum. Alt er
loyvt – bæði frá einlittum
klassiskum til smámynstrut
stuttligt til stórmynstrut hippie
Opin smámynstrut troyggja
frá Selected,
Jack & Jones: 499,95
Myrkablá dupultknappað
troyggja frá Samsøe&Samsøe,
Skálkur: 899,-
Grá, opin, fóðrað troyggja
við stórum mynstri frá
Iceman: 699,-
Mynstrut bundin troyggja í myrka
morreyðum og hvítari ull,
Sirri: 895,-
Jakkar til mannfólk hava eisini
broytt skap. Eins og hjá
kvinnunum, skal eingin rond
vera, sum strammar jakkan
inn, hvørki um miðjuna ella um
ermarnar. Longdin er eisini
vorðin eitt vet síðari, og vit
síggja harumframt nógvar
dupultknappaðar jakkar
Gráur dupultknappaður
jakki úr ull frá Thomas
Burberry, Skálkur: 2999,-
Síður svartur jakki við lekrum
detaljum frá Day Birger et
Mikkelsen, Tiger: 2999,-
Hóast klæðini, ið víst verða á Haute Couture sýningunum kring heimin, ofta ikki
eru nýtilig í føroyska gerandisdegnum, ber tó til at síggja hvønn veg rákið ber,
og hvat vit kunnu vænta okkum komandi tíðina.
At keypa Haute Couture kostar nógv – heilt nógv. Men tíbetur kunnu vit eisini
vera við í nýggjsta móta uttan at seta húsini í veð.
Vit hava verið úti og hugt, hvat fæst í Føroyum…
Svartur jakki við knappum
frá Junk De Luxe,
Handilskjarnin: 1199,95
Tjúkkur, svartur toyjakki við
fóðrið frá Canson,
JAP: 999,-