fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007
38
Kvinnur hava altíð
pyntað seg. Eisini
fyrr í tíðini. Vit
ímynda okkum
kanska, at formøður
okkara bara gingu í
grovum ullintum
undirklæðum, sum
prikaðu av skriðuni
til. Men sum vit
síggja her, vóru tær
eisini pyntaðar og
romantiskar fyri
hundrað árum síðan.
Munurin er bara, at
meðan vit keypa
innasta stásið í
lingerihandlum, so
vóru øll undirklæðini
heimagjørd tá
Úr gloymskunnar goymslum
hevur Fornminnissavnið leitað
okkum hesar dýrgripir fram.
Forvitnisligu undirklæðini hava
ongantíð áður verið sýnd fram
alment.
Marsanna Petersen, etno
logur á Fornminnissavninum,
greiðir okkum frá um klæðini,
sum umboða tíðarskeiðið
beint uppundir og eftir
næstsíðsta aldaskifti fram
til áleið 1930. Klæðini eru
hvít og úr bummull. Tey eru
maskinseymað, mynstrini eru
broderað ella heklað, og tað
sæst týðiliga, at eitt stórt hand
arbeiði liggur aftan fyri. Fyri at
halda klæðini rein var vanligt
at kóka tey, og blánilsi varð
nýtt fyri at varðveita hvíta litin.
– Hesi klæðini eru dømi
um, at kvinnan gjørdi nógv
burturúr klæðunum innanundir,
sigur Marsanna Petersen, sum
harmast um, at ongin hevur
granskað í undirklæðum her á
landi. Tí er ilt at siga, hvønn
súmbolskan týdning tey hava
havt.
– Vit á Fornminnissavninum
eiga ikki slík klæðir til børn,
og helst vóru hesi klæðini
vanlig hjá ungum og eldri
kvinnum, frá tí tær vóru kyns
búnar. Kvinnurnar hava helst
sjálvar gjørt síni klæðir, sigur
Marsanna Petersen.
Tá í tíðini gjørdu ungu
genturnar nógv handarbeiði
og útstýr, tað vil siga klæðir
og brúkslutir, til sítt egna
framtíðar húsarhald. Nakrar
av kvinnunum, sum áttu klæð
ini, vit síggja her, hava verið
»í húsi« uttanlands og her í
Føroyum, og har lærdu og
gjørdu tær nógv handarbeiði.
– Vit síggja eisini, at klæðini
ofta eru bøtt og løgd út. Hetta
gevur eina ábending um, at
kvinnan nýtti klæðini yvir eitt
langt tíðarskeið, og eisini tá
ið hon var við barn. Fyrr var
vanligt, at klæðir gingu í arv
frá teim eldru til tey yngru.
Men her tykist sama kvinna at
hava nýtt plaggið ein stóran
part av lívinum, tí monogram,
oftast byrjanarstavirnir í for og
eftirnavni, eru eisini broderað
í. So klæðini hava helst verið
persónlig, sigur Marsanna
Petersen, sum hevur lisið
entologi í Lund í Svøríki.
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Myndir: Sunva Eysturoy Lassen
Modell: Hildigarð Jakobsen
Location: Hoyvíksgarður
Styling: Royal Hárfríðkan
Takk til Fornminnissavnið
Tá langomma var lekkur
Mamelukkur: Víðar og
hálvlangar undirbuksur við
blondum á brókunum
Lív: Álíknað við nútímans topp
Serkur: Stuttur undirkjóli
v/uttan ermum
– Í mammelukkunum er
opið á báðum síðum, og í
líningini eru smalir bendl
ar festir, til at knýta við
– Undirklæðini fyrr í
tíðini vóru bæði vøkur,
romantisk, hvít og
natúrlig. Tey brúktu
ongi kunstevni, boylar
og elastikk, og listalig
monogram vórðu
broderað í