Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 (RED) er eitt stórt og eftirhondini rættiliga kent merkið. Tað er navnframi Bono frá U2, sum stendur handan (RED). Tá (RED) vørur verða seldar, fer yvirskotið beinleiðis til stríðið ímóti AIDS í Afrika. Eingin verður ríkur, men lív verða bjargað. Og tú fært tína vøru. (RED) er sostatt eitt vinnu-modell, ikki ein olmussa. Hóast tað eitur (RED), merkir tað ikki, at allar vørurnar eru reyðar. Allarkendastu vørurnar við (RED)-merkinum eru blusur og barnaklæðir við tekstum sum INSPI(RED) og ADO(RED). Fleiri av stóru stjørnunum eru farin við á (RED) mótan. Nevnast kunnu Elle McPherson, Joss Stone, Dave Matthews Band og Christy Turlington, sum eisini er talskvinna fyri (RED). Merki sum Motorola, Emporio Armani, Converse, Apple, American Express og GAP –bert fyri at nevna nøkur- eru eisini farin við í (RED) kampanjuna. Tað er næstan líka mikið hvat tú ynskir tær, so kanst tú keypa eina (RED) vøru, og hjálpa til at bjarga lívum. Vøran, tú keypir, er júst tann sama um hon er (RED) ella ikki, so fyri teg kann tað gera tað sama. Men moralurin fær tað betur við (RED). Og tað fær onkur HIV sjúklingur í Afrika eisini. Á heimasíðuni ber eisini til at rokna út, hvussu langt pengarnir, ið tú keypir tína vøru fyri, røkka. Um eg t.d. keypi ein (RED) i-pod, so fær 1 persónur við HIV heilivág í ein mánað. Smart, um eg allíkavæl skal hava ein i-pod. Kekka heimasíðuna: www.joinred.com Amnesty International hevur fingið samstarv í lag við 5 av heitastu donsku sniðgevunum. Day Birger et Mikkelsen, Aucom Cph., D’ahrling, Tusnelda Bloch og Anna Gulmann hava øll gjørt hvør sítt plagg til Amnesty, og allur ágóðin av søluni fer óskerdur til bardagan ímóti torturi. Talan er um ein kjóla, ein niðurdeil, eina blusu, eina tasku, umframt eitt joggingsett og eitt sett av undirklæðum til dreingir. Klæðini vórðu fyrstu ferð sýnd fram á mótamessuni í Keypmannahavn í februar undir heitinum “Protect me”, og tað vakti tá stóran ans. Nú eru tey júst komin út í 200 klædnahandlar í Evropa, eins og tey kunnu keypast á net handlinum hjá Amnesty. Pløggini eru annars partur av kollektióniunum fyri heystið 2007 hjá kendu sniðgevunum, so nú kanst tú vera vælklødd í heitastu merkjunum, samstundis sum tú stuðlar eini góðari søk. Limir í Amnesty fáa heili 20 % í avsláttri, so um tú enn ikki hevur teknað teg sum lim, so er hetta eitt upplagt høvi. Hygg og keyp á www.amnesty.dk/shop “EDUN” er eitt klædnamerkið, ið varð stovnað í 2005 av navn­ frama Bono frá U2, konu hansara Ali Hewson og kenda New York sniðgevanum Rogan Gregory. Endamálið við merkinum er at skapa vøkur klæði, og samstundis skapa varandi arbeiði í U­ londum, serliga í Afrika. Sloganið hjá EDUN er “Trade, not aid”. Tað merkir, at heldur enn at lata pening til ymsu landa­ stýrini, so ræður um at aktivera íbúgvarnar í fátøku samfeløgun­ um, við t.d. at læra tey seymikynstrið og harvið skapa teimum varandi arbeiði. Fyribils verður EDUN framleitt í India, Tunesia, Kenya, Uganda, Lesotho, Mauritsius og á Madagascar. Harumframt hevur EDUN eina harða rødd, ið serliga vendir sær móti teimum stóru mótahúsunum í vesturheiminum, fyri at fáa tey at handla við (ikki útnytta) Afrikasku londini, og á tann hátt hjálpa stóra heimspartinum úr ekstrema fátækra­ døminum. Tey leggja seg harumframt eftir at nýta vistfrøðiligt tilfar í kollek­ tiónunum. T.d. eru allar T­blusur gjørdar av 100% vistfrøðiligari bumull. EDUN hevur kollektiónir til menn og kvinnur, umframt onkur pløgg til børn og nøkur accessories. EDUN kann keypast í USA, UK, Italia, Fraklandi, Japan og Svøríki, umframt á netinum. Kekka heimasíðuna www. edunonline.com Í 2007 var eisini merkið edun LIVE” kunngjørt. Endamálið við edun Live er at fremja handilsvirksemi ímillum Afrika og Vesturheimin á heilsøluøkinum, við stórum nøgdum av hvítum T­blusum, sum síðani kunnu prentast. Sí heimasíðunawww.edun- live.com Myndir við loyvi frá EDUN EDUN Hevur tú ikki moral til at vera mótafreak? Ert tú harðliga ímóti »nýt og blaka burtur« prinsippinum, sum hámótin jú í grundini stendur fyri? So eru her nøkur ítøkilig dømi um, at móti faktiskt kann gera heimin til eitt betri stað – og í summum førum kunnu móti og vesturlendska brúkaramentanin faktiskt eisini bjarga mannalívum... Moralskur móti Ì fjør var tað lítla ljósareyða sloyfan við silvurperlunum, sum Bót til bata, ið er stuðulsfelagið hjá bróstkrabbasjúkum í Føroyum, eyðmerkti føroyska mótan við. Men í ár er felagið farið aðrar leiðir, og seinast í september kundi Bót til bata vísa sína nýggjastu framleiðslu fram. Ein snotulig, hvít T-blusa í lekrari góðsku av strekk-toyi, og sjálvsagt við eyðmerktu ljósareyðu sloyfuni á bringuni. Avgjørt eitt gott íkast til okkara heimliga móta, so vónandi verða fleiri av hesum blusunum at síggja komandi tíðina. Blusan kostar 149,-, og best av øllum: avlopið av søluni fer óskert til bardagan ímóti bróstkrabba í Føroyum. Sloyfu-blusurnar verða til keyps allan oktober mánað í ymsum handlum kring landið, so um tú framvegis ikki hevur ognað tær eina, so kanst tú enn náa tað og vera við í bardaganum ímóti bróstkrabba. Men skunda tær, tí sølan er bert í oktober... Bót til bata – hjálp til føroysk bróst (RED) Blusa: Day Birger et Mikkelsen • Taska: Dahrling Niðurdeilur: Anna Gulman. Myndir við loyvi frá Amnesty, Danmark Lekkurt RED ur frá Emporio Armani í knallreyðum. Hevur digitalar vísarar á stóru skivuni. Fæst hjá Niels L. Arge fyri 2275,- Og minst til, nakað av yvirskotinum fer beinleiðis til AIDS heilivág í Afrika Mynd: Sunva Eysturoy Lassen Móti móti torturi Lagt til rættis: Eydna Skaale Myndir: Sunva Eysturoy Lassen