Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Navn: Anita P. E. Olsen Aldur: 19 ár Bústaður: Tórshavn Starv: Lívbjargari Fert tú til jólaborð­ hald í ár? Um ja, hvar og hvussu nógv? Ja, eg fari til jólafrokost í svimjihøllini. Tað verður í øllum førum ein jólafrokostur, men kanska tað blíva tveir. Gert tú nógv burtur úr? Hár, sminku, klæði osv.? Eg haldi, at eg geri eitt sindur meir burtur úr, enn vanligt er, men tað er jú eitt serligt høvi. Hvønn týdning metir tú jólaborðhald hava? Jólafrokostar eru sera góðir til at koma at kenna aðrar síður hjá arbeiðsfeløgunum og fyri samansjóðing. Navn: Anna Joensen Aldur: 20 ár Bústaður: Toftir Starv: Handilsskúlanæmingur Fert tú til jólaborðhald í ár? Um ja, hvar og hvussu nógv? Eg fari nokk ikki til nógvar, men skúlin plagar at skipa fyri einum slíkum tiltaki, so eg vóni, at hetta verður á skránni aftur í ár. Gert tú nógv burtur úr? Hár, sminku, klæði osv.? Ja, eg geri eitt sindur burtur úr. Eg plagi at keypa mær ein nýggjan kjóla, klippa mær hárið og annars snolla mær eitt sindur eyka. Hvønn týdning metir tú jólaborðhald hava? Tað er ógvuliga týdningarmikið, tí samanhaldi blívur betri, og ein fær eisini nógv stuttligt at práta um dagarnar eftir jólafrokostin. VOX-POP um jólaborðhald Navn: Birgar Larsen Aldur: 28 ár Bústaður: Oyrasunds- kollegiinum í Keypmannahavn Starv: Tónleikabookari og ummælari av fótbóltsspælarum Fert tú til jólaborðhald í ár? Um ja, hvar og hvussu nógv? Ja, tað fari eg. Vit fara allarhelst at gera eitt lítið tónleika-jólaborðhald í Keypmannahavn síðst í november. Kanska í samband við Budam konsertina á Vega t. 17. november. Eg fari nokk eisini at “mingla” meg inn í okkurt, tá farið verður til Føroyar í desember. Mann ikki okkurt vera á skránni í Havn? Eg ætlaði mær eisini heilt sikkurt at sleppa norður til Viðareiðis ein túr at royna teirra vældámda jólafrokost. Og kanska verður mann bjóðaður til okkurt heilt annað, tá fólk lesa hetta. Gert tú nógv burtur úr? Hár, sminku, klæði osv.? Ja, tað skal sigast! Eg eri altíð sminkaður væl og virðiliga áðrenn nakar sleppur at síggja meg. Nei, tvætl. Eg taki tað sum tað kemur. Eg plagi altíð at finna okkurt stuttligt at lata meg í, tá eg fari í stóraball. Hvønn týdning metir tú jólaborðhald hava? Eg haldi at tað hevur sera stóran týdning fyri arbeiðsfólkið, at tey føla, at tey fáa okkurt aftur fyri sítt arbeiði. En frynsegod, sum danin segði. Tað hevur eisini nógv at siga at ein fyritøka roynir at betra um samanhaldið á arbeiðsplássinum. Fyri bólkar haldi eg, at mann altíð kann gera ein jólafrokost. Eg skilji ikki ordiliga hví orsøkin skal verða jól, tá mann skal hava tað stuttligt. Hví ikki gera ein jólafrokost í marts? Ein fastan martsfrokost. So hevur mann okkurt annað at síggja fram til. Navn: Dan Syderbø Aldur: 20 ár Bústaður: Tórshavn Starv: Í læru sum timburmaður Fert tú til jólaborðhald í ár? Um ja, hvar og hvussu nógv? Ja, eg fari til jólafrokost hjá Vælaverk, sum er staðið, har eg læri. Vit plaga at fara á Toscana og so at bowla aftaná. So er eisini ein møguleiki fyri, at spælararnir í KÍF fara at gera okkurt á jólum, og tað skal sikkurt eisini blíva hugnaligt. Gert tú nógv burtur úr? Hár, sminku, klæði osv.? Eg plagi at trimma mær hárið og raka mær, og so fari eg sjálvandi eisini í ein klædning. Annars geri eg ikki so øgiliga nógv burtur úr. Hvønn týdning metir tú jólaborðhald hava? Eg haldi, at tað hevur sera nógv at siga. Tað hevur nógv at siga fyri samanhaldið og tann sosiala partin av arbeiðsplássinum, soleiðis, at vit ikki bert eru saman í sjálvum arbeiðnum, men eisini kunnu vera saman uttan fyri arbeiðstíðina og hava tað stuttligt saman. Navn: Soffi Magnussen Aldur: 49 ár Bústað: Toddnes 36 í Kollafirði Starv: Reingerðiskona og postkona Fert tú til jólaborð í ár? Um ja, hvar og hvussu nógv? Ja, eg fari í øllum førum til ein jólafrokost. Hann verður hjá búnaðardeplinum. Gert tú nógv burtur úr? Hár, sminku, klæði osv.? Eg geri ikki serliga nógv burtur úr. Eg fari í tað, sum eg eigi, og so sminki eg mær eitt sindur. Annars haldi eg ikki, at eg geri so nógv annað. Hvønn týdning metir tú jólaborðhald hava? Eitt jólaborðhald hevur stóran týdning. Man burdi havt eina slíka samansjóðing tvær ferður um árið fyri at hugna eitt sindur um hjá eini fyritøku. Annars dámar mær best, at ein fyritøka hevur ein jólafrokost fyri seg sjálvan. Tá er man saman við teimum, sum man arbeiðir saman við, og í ár gleði eg meg nógv, serliga til matin hjá Peter Haahr. Navn: Rógvi Sivertsen Aldur: 21 Bústað: Klaksvík Starv: Grafikari Fert tú til jólaborðhald í ár? Um ja, hvar og hvussu nógv? Tað verður nokk bert tann eini jólafrokosturin fyri mítt viðkomandi. Eg eri ikki vísur í, hvar hann verður, men síðst var hann við mínum starvsfeløgum í Gøtu. Gert tú nógv burtur úr? Hár, sminku, klæði osv.? Eg geri ikki so ræðiliga nógv burturúr. Men sjálvandi roynir man at síggja snøggur og smartur út, tá man fer til eitt slíkt tiltak. Hvønn týdning metir tú jólaborðhald hava? Eg haldi tað verða ordiliga gott, sunt og hugnaligt at møtast við arbeiðsfeløgunum upp á ein annan máta, enn man vanliga ger. Og tað at hava tað stuttligt saman og fáa góðan mat er ordiliga feitt, og tað haldi eg eisini styrkir um samanhaldið. Navn: Atli Larsen Aldur: 50 ár Bústaður: Fuglafjørður Starv: Baader-teknikari Fert tú til jólaborðhald í ár? Um ja, hvar og hvussu nógv. Ja, tað rokni eg við. Vit, sum arbeiða saman, plaga at møtast nakað undan jólum til ein jólafrokost, so tað vænti eg eisini fer at vera á skránni í ár. Gert tú nógv burtur úr? Hár, sminku, klæði osv.? Eg royni at rigga meg eitt sindur til, og síðani møtist eg við arbeiðsfeløgunum ein ella tveir tímar áðrenn vit fara til jólafrokost. Hvønn týdning metir tú jólaborðhald hava? Eg haldi, at tað hevur stóran týdning. Slíkt tiltak verður væl móttikið av arbeiðsfólkunum, og tískil eigur tað sjálvandi at hava týdning. Tekstur og myndir: Teitur Joensen pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007