Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 106 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 – Jólaborðhald eru eitt upplagt høvi hjá fólki at samskifta á einum løttum og óformellum støði, og tað er altíð positivt. Og hesin positivi­ tetur hongur eisini við, tá gerandis­ dagurin byrjar aftur. Tað sigur Bergur Godtfred, sum undirvísir í samskifti, leiðslu og samstarvi Siðurin við jólaborðhaldum hevur vundið alsamt meiri uppá seg, og í dag halda nærum allar fyritøk­ur jólaborðhald fyri starvs­ fólk­unum. Men hvønn týdning hava hesi jólaborðhald? Og merk­ist tað aftur, tá gerandisdagurin k­emur, at fólk­ hava verið í eini góðari veitslu? Vit hava spurt Berg Godtfred, sum m.a. undirvísir í samsk­ifti. – Eitt jólaborðhald er í so máta ik­k­i so nógv øðrvísi enn allar aðrar góðar veistlur. Og sk­ulu veitslur gerast góðar, er neyðugt, at k­armarnir eru í lagi. Tað er alneyðugt at hava ein góðan veitslustjóra, sum syrgir fyri, at stemningurin er góður, greiðir Bergur frá. Broyttir leiklutir? Spurdur, hvønn týdning leik­­ lutirnir, ið vit vanliga hava á arbeiðsplássinum, fáa á eini slík­ari veitslu, svarar Bergur, at á eini veitslu hava fólk­ møguleik­a at hittast undir øðrvísi fortreytum. – Tá tað er gerandisdagur mugu fólk­ vera í sínum leik­­ lutum. Men í veistlum k­unnu stjóra­ og k­assadamuleik­luturin leggjast til síðis, og fólk­ k­unnu hittast og samsk­ifta á jøvnum føti. Hetta ger, at tað verður óformelt samsk­ifti, og tað ger, at prátið k­ann gerast meiri persónligt. Tað er eitt gott høvi at læra hvønn annan betur at k­enna, staðfestir Bergur, sum leggur dent á, at hetta smittar positivt á arbeiðslívið eisini. Men kann útfallið av eini slíkari veitslu ikki gerast nega­ tivt? – Tað k­ann oyðileggja nógv, um fólk­ fara at tosa um ok­k­urt, sum spjaðir heldur enn at savna. Politik­k­ur er eitt evni, sum nærum altíð endar við at oyðileggja stemningin. Tá fólk­ hava grundleggjandi ymisk­ virði, endar tað sum oftast við disk­ussión – í staðin fyri bert at vera dialogur. Munurin er, at tá tú hevur ein dialog, lurtar tú væl eftir hvat hin sigur, og tú roynir at sk­ilja viðk­omandi, vísir Bergur á. Tá fólk­ fara í eina disk­ussi­ ón, snýr tað seg hinvegin um, at »eg havi rætt, og tú hevur sk­eivt«. Hetta er ein negativ samrøða, har tú hvørk­i lurtar ella roynir at sk­ilja hin, men ístaðin roynir at noyða viðk­omandi at hugsa, sum tú. Góða lagið í veitsluna fer ofta fyri sk­eyti, tá disk­ussiónirnar byrja, greiðir Bergur frá. – So um eg sk­al nevna nak­­ að, sum ik­k­i er loyvt við eitt slík­t jólaborð, so er tað at tosa um politik­k­. Tað er stóra tabu­ evnið, sigur Bergur avgjørdur. Hann nevnir tað eisini sum negativt, tá fólk­ fáa ov nógv upp í høvdið. – Um fólk­ fáa ov nógv at drek­k­a, fella mørk­ini, og tað er sk­jótt, at tey fara ov langt. Tey k­ansk­a siga ov nógv ella gera ok­k­urt, sum tey ik­k­i áttu at havt gjørt. Tað fær ofta k­eðiligar avleiðingar og hevur negativar ávirk­ingar á gerandisdagin. Man k­ann sak­tans tosa privat, men man sk­al ansa sær, ik­k­i at fara um mørk­ini hjá hinum, sigur Bergur. Tek­stur: Eydna Sk­aale eydna@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Bergur Godtfred, sum er ráðgevi í samskifti, leiðslu og samstarvi, heldur, at jólaborðahaldini eru eitt upplagt høvi hjá starvsfeløgum at práta saman, undir øðrvísi fortreytum Persónligt prát er gott pssst! … hevur tú hoyrt? • oktober 2007 Matur út úr húsinum frá Fjørukrónni Menu 1 Marinerað sild Krydd sild Fylt egg við rækjum Royktur svartkalvi Skinka við italienskari salat Roastbeef við remouladu og steiktum leyki Kalvasalat Pastasalat við marineraðum jákupskeljum Eplasalat Flógvar frikadellur Flógvur neytaháryggur við waldorfsalati Dunna við sviskum, reyðkáli, hvítum eplum og soðsós Rís a la mande við krisuberjasós Rugbreyð, franskbreyð og smør afturvið Kr. 238,- Menu 2 Sildasalat við súreplum Okkara jólasild Royktur hemari við purleykskremi Høsnasalat við súreplum, blegselleri í mildari karrydressing Balsamico marinerað krølsalat við dunnu, avocado og pinjukjarnum Egg, fiskur og skeljadjór í hvítvínsgelé, við kaldari safransauce Flóg svínalundir, sveipt í bacon, steikt við súreplum og sviskum Krúnhjortur við appelsin/reyðkál salati og figen compotti Pommés risolées og portvínsauce 2 sløg av osti við frukt Nougatkløkk hasselnøtrond við frískari fruktsalat og mandelmascapone Rugbreyð, franskbreyð og smør afturvið kr. 298,- Menu 3 Forrættur Steiktar jákupskeljar, borðreyddar á salati við reyðari gra og dildkremi Høvuðsrættur Jóla dunna við glaseraðari appelsin, smørstoktum eplum, sauce bigarade Omaná Rís a la mande við flógvari kirsuberjasós 2 rættir kr. 229,- 3 rættir 289,- Vit koyra út í meginpartinum av Streymoynni Møguleiki er fyri jólaborðhaldi á Fjørukrónni frá 23.11. til jólar Fjørukrógvin 350 Vestmanna Tel 47 15 05 touristinfo@post.olivant.fo