Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007 Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Hans Jacob Lamhauge, er onga løtu í iva um, at FaroExpo og Mentanarvikan hava stóran týdning fyri Runavíkarøkið FaroExpo 07 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var ein missur fyri Runavíkar kommunu, tá stigtararnir av North Atlantic Fish Fair fluttu altjóða fiskivinnustevnuna av havnalag­ num hjá Runavíkar havn í bygn­ ingin hjá Poul Mohr á Hjalla. ­ Tvær tær fyrstu NAFF­stevn­ urnar vórðu hildnar her hjá okk­ um. Vit høvdu varhugan av, at tær eydnaðust sera væl, og vit vóru sera fegin um at kunna hýsa hes­ um altjóða tiltaki í kommununi, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Hans Jacob Lam­ hauge. Kemur væl við Trupulleikin hjá fyrireikarunum av North Atlantic Fish Fair var, at ein partur av framsýningini varð hildin í tjøldum, og skuldi tað hent seg, at vit fingu illveður stevnudagarnar, høvdu óivað nógvir trupulleikar stungið seg upp. ­ Við tað, at North Atlantic Fish Fair flutti úr økinum, er tað komið sera væl við hjá okkum, at Eyst­ uroyar Vinnulívsfelag tók stig til at skipa fyri FaroExpo. At tað so eisini hevur eydnast okkum at tengja eina mentanarviku upp í hesar dagarnar, ger alt konseptið uppaftur betri, størri og meira áhugavert. Borgarstjórin vísir á, at sjálv FaroExpo, sum verður hildin í Ítróttarhøllini í Runavík, er ikki fyri almenningin. ­ Her eru tað fyritøkur, bæði føroyskar og útlendskar, sum fundast sínámillum og við aðrar áhugaðar keyparar ella seljarar. Hinvegin eru fyrilestrarnir, sum er sjálvur ráðstevnuparturin í Kelduni í Skálafirði, almennir. Hond í hond Við at hava mentanarvikuna hesar somu dagar, sum FaroExpo er, kunnu vit siga, at vinna og mentan ganga hond í hond. ­ Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltøkum, og eg haldi, at fólk undanfarin ár hava verið sera glað fyri hesar dagarnar. Á mentanarvikuni er stórur dentur lagdur á at hava skránna so fjølbroytta, sum tilber, soleiðis at nakað er fyri øll, bæði børn, ung, vaksin og eldri. Hans Jacob Lamhauge vísir á, meðan FaroExpo er í økinum, eru eitt nú tónleikatiltøk, listaframsýn­ ingar, fyrilestrar, føroysku dansur og ymisk barnatiltøk á skránni. ­ Vit fáa eisini gestir úr Ísafirði í Íslandi, sum er vinarbýur hjá Skála, ið nú er partur av okkara felags kommunu. Hann heldur, at FaroExpo og Mentanarvikan er eitt gott høvi at marknaðarføra kommununa út­ eftir – eitt tiltak, har vinnulív og mentan ganga hond í hond, um vit so kunnu siga. Gevandi íkast Borgarstjórin sigur, at beinleiðis fíggjarliga íkastið hjá kommununi til FaroExpo og Mentanarvikuna liggur um einar 200.000 krónur, og hann heldur ikki, at hetta er illa farin peningur. Tvørturímóti. ­ Eg haldi, at vit fáa nógv fyri hesar pengarnar. Hetta er ein deyd­ lig tíð um heystið, tá sæð verður burtur frá fjallgongu og fletting, og enn er ein tíð, áðrenn jólaresið av álvara byrjar. Við FaroExpo og Mentanarvikuni verður lív blást í ymiskt tiltøk hesa tíðina, og vit gleðast um at vera við til at geva fólki nakað at fara til. Hans Jacob Lamhauge sigur, at kommununar íkast serliga fer til tann partin, sum fevnir um ment­ anina. ­ Eysturoyggin hevur nógv og skapandi vinnulív, og mentanin er sera fjøltáttað. Hetta er alt ein partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum, og tí er tað við gleði, at vit nú enn einaferð kunnu bjóða fólki – bæði nær og fjar – at vitja okkara kommunu, sigur borgarstjórin. Tað var Elin Heinesen, stjóri í Samvit, sum setti Mentanarvikuna og Jóhan Páll Joensen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum setir FaroExpo FaroExpo 07 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skráin fyri Mentanarvikuna byrj­ aði sunnudagin 28. oktober og endar sunnudagin 4. november. Tað merkir, at mentanarligu til­ tøkini vara í tilsamans átta dagar. Skráin er á tremur við áhugaverd­ um mentanarligum tiltøkum – alt frá listaframsýningum, tónleikatil­ tøkum, føroyskum dansi, ymisk­ um barnatiltøkum til fyrilestrar, gongutúrar, ítrótt og annað. Í stuttum kann sigast, at her verður undirhaldi og mentan fyri øll. Elin Heinesen, stjóri í Samvit, setti Mentanarvikuna á torginum við býráðshúsini sunnudagin klokkan 13.30. Meðan mentanarligi parturin byrjaði sunnudagin 28. oktober, byrjar FaroExpo týsdagin 30. ok­ tober. Altjóða vinnustevnan varar í tveir dagar, og heldur soleiðis fram mikudagin 31. oktober. Í fjør setti landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, stevnuna, men hesaferð verður tað Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið fer at seta FaroExpo. Setanin plagar at vera um morg­ unin, sum stevnan letur upp. Meðan sjálv vinnustevnan í Ítróttarhøllini í Runavík bert er fyri fyritøkurnar, sum eru við, eru fyrilestrarnir, sum er ráðstevnu­ parturin av FaroExpo, almennir. Fyrilestrarnir verða í Kelduni í Skálafirði seinnapartin 30. oktob­ er. Luttøkugjaldið er 520 krónur, sum í prinsippinum kann gjaldast við dyrnar, men helst skal gjaldast um heimasíðuna hjá FaroExpo. - Vit fáa nógv fyri okkara íkast Vinna og mentan í Runavík Stjórin í Samvit, Elin Heinesen, setti Mentanarvikuna á torginum við býráðshúsini - Eysturoyggin hevur nógv og skapandi vinnulív, og mentanin er sera fjøltáttað. Hetta er alt ein partur av gerandisdegnum hjá okkum øllum, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Hans Jacob Lamhauge Mynd: Vilmund Jacobsen Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jóhan Páll Joensen, setir FaroExpo 07