Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 FAROEXPO 07 Sosialurin 29. oktober 2007 Føroyskir leiðarar fáa nú á fyrsta sinni høvi at taka eina altjóða viðurkenda MBA-útbúgving í Føroyum. Stjórin í Henley Management College, Leif Bergmann, verður ein av fyrilestrarhaldarunum á vinnuráðstevnuni hjá FaroExpo í Skálafirði seinnapartin týsdagin FaroExpo 07 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í februar 2008 kunnu føroyskir leið­arar fara undir eina altjóð­a við­urkenda MBA-útbúgving í Havn. Tað­ er Henley Management College, ið­ hevur tikið­ stig til hesa nýggju útbúgving, sum ætl- andi skal hækka leið­slustøð­ið­ í Føroyum til gagns fyri føroyskt vinnulív. Lesturin byrjar í februar 2008. Vaksandi áhugi Stjórin í Henley Management College, Leif Bergmann, sigur, at teir hava varnast ein veksandi áhuga fyri altjóð­a leið­aramenning í Føroyum, men higartil hava før- oyskir leið­arar verið­ noyddir at farið­ í onnur lond at taka eina veruliga MBA-útbúgving. - Vit vilja nú gera tað­ møguligt at taka hesa útbúgving í Føroyum, soleið­is at hon eisini virkar eftir leið­arans egna gerandisdegi og teirra egnu avbjóð­ingum, sigur hann. Henley Management College í Bretlandi er ein av heimsins fremstu handilsskúlum, og í løtuni lesa um leið­ 7000 fólk úr fleiri enn 100 londum á Henley. Praktiskari læring At Henley nú kemur til Føroya er ikki minst Jens Christiani Olsen, stjóra á Fiskamarknað­i Føroya, fyri at takka. Hann hevur sjálvur lisið­ á Hen- ley Managment College og varð­ lið­ugur við­ MBA-lesturin í 2006. Eftir at vera lið­ugur, vendi hann sær til Henley-deildina í Danmark við­ tí í hyggju at fáa MBA-útbúgv- ingina til Føroya. - Okkum tørvar dugnaligar før- oyskar leið­arar við­ rætta førleik- anum. Eg haldi, at mong kunnu fáa stórt gagn av eini skipað­ari leið­araaútbúgving, sum skilir seg frá øð­rum, tí verkevnini snúgva seg um títt egna virki. Á tann hátt kann læran verð­a brúkt beinleið­is í verki, og tú fært amboð­ at brúka beinleið­is í ger- andisdegnum. Tað­ er að­alhugsanin, sum Henley byggir á. Tað­ sigur Jens Christian Olsen. Hann las á Henley, með­an hann búð­i í Bretlandi, Noregi og nú í Føroyum. Á leið­ini hevur hann eisini nýtt høvið­ at fáa sær ein steð­g í lesnað­inum, og sjálvur vís- ir hann á, at hesin smidleiki í útbúgvingini gjørdi sítt til, at hann kundi gera seg lidnan við­ MBA- lesnað­in. Viðurkend MBA Áð­renn Jens Christian í síni tíð­ gjørdi av at fara undir MBA- útbúgvingina, kannað­i hann gjølla teir mongu møguleikarnar á marknað­inum. Hjá honum var avgerandi, at Henley, sum ein av teimum fáu handilsskúlunum í heiminum, hevur fingið­ trífalda altjóð­a við­urkenning. - Tað­ er umráð­andi sum MBA- lesandi, at útbúgvingin hevur dygdarstempul frá einum av teim- um bestu og við­urkendastu stovn- unum. Hetta er ein av teimum bestu mátunum at tryggja sær, at tað­, ið­ fæst burturúr, stendur mát við­ ta orku, sum brúkt verð­ur til lesnað­in, sigur Jens Christian Olsen. Hann heldur, at MBA er eitt flaggskip millum nútíð­ar leið­ara- útbúgvingar. Útbúgvingin vendir sær fyrst og fremst til royndar leið­arar ella serfrøð­ingar, ið­ royna at skilja virkisleið­slu á hægsta stigi. - MBA-útbúgvingin hjá Henley er løgd soleið­is til rættis, at hon verð­ur tikin í trimum modulum, samstundis sum arbeitt verð­ur. Eina ferð­ í hvørjum moduli fara tey lesandi til Onglands á arbeið­s- skeið­ á Henley Management College. Lesnað­ur tekur vanliga 3 ár. Kunningarfundir MBA-útbúgvingin byrjar sum nevnt í Føroyum í februar 2008, men fyri ta tíð­ fer Henley at skipa fyri tveimum kunningarfundum á Hotell Føroyum. Fundirnir verð­a ávikavist tann 31. oktober og 4. desember frá klokkan 16-18. Tey, ið­ vilja hava meira at vita um útbúgvingina, kunnu venda sær til Leif Bergmann á adressuni leif@henley.dk Føroyska MBA-útbúgvingin hevur eisini fingið­ heimasíð­una www.henley.fo Jens Christian Olsen er eisini til reið­ar at greið­a frá útbúgvingini, og hann er at hitta á hesi adressu jens@fmf.fo Føroyar sína egnu MBA-útbúgving FAKTA Fyrilestrarnir í Kelduni Henley Management College veitir eina av heimsins bestu MBA- útbúgvingum. 7.000 MBA-lesandi úr fleiri enn 100 londum lesa hjá Henley og teimum 42 samstarvsfeløgunum kring allan heimin. Sambært seinastu uppgerðunum hjá The Economist er Henley besti handilsskúli í heiminum í persónligari mennin og útbúgvingarroyndum. Henley, sum er grundaður í 1945, er elsti óhefti handilsskúli í Evropu. Sambært seinastu uppgerðunum hjá The Economist er Henley besti handilsskúli í heiminum í persónligari menning og útbúgvingarroyndum - Higartil hava føroyskir leiðarar verið noyddir at farið í onnur lond at taka eina veruliga MBA-útbúgving. Hetta vilja vit broyta við nýggja møguleikanum, har lesandi kunnu gleða seg til eina útbúgving við undirvísing, sum fyrst og fremst fer fram í Føroyum og sum virkar eftir leiðaranna egna gerandisdegi, sigur Leif Bergmann, stjóri á Henley Management College Føroya