Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-29, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. oktober 2007síða 49

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 209 - 29. oktober 2007 Stutt Sagt Víkir lítið frá grund- lógini Tað er ikki rætt, tá Anders Fogh Rasmussen og aðrir evropeiskir leiðarar siga, at tann nýggja semjan úr Lissabon víkir nógv frá tí grundlógaruppskotinum, sum fransmenn og niður­ lendingar vrakaðu, og sum tí bleiv løgd í skuff­ una. Tað sigur fyrrverandi franski forsetin Valdey Giscard d'Estaing, sum var ein av høvuðsmonnun­ um aftan fyri grundlógar­ uppskotið. Í opnum brævi í Politiken skrivar fyrrver­ andi forsetin, at innihaldið í Lissabon­semjuni er tað sama sum í grundlógar­ uppskotinum. Tann einasti munurin er, at innihaldið er øðrvísi skipað. Darfur- ráðstevna fyri bakka Ein roynd at fáa enda á borgarakrígnum í sud­ anska landspartinum Dar­ fur miseydnaðist um viku­ skiftið. Skipað varð fyri einari ráðstevnu í Libya, men tá samráðingarnar skuldu byrja, sýttu umboð­ ini hjá tveimum upp­ reistrarbólkum fyri at koma á fund. Undan ráð­ stevnuni hevði sudanska stjórnin sagt, at hon var til reiðar at lýsa vápnahvíld í Darfur, men tveir av upp­ reistrarbólkunum siga, at einki hald er í lyftinum hjá stjórnini. Tí sýttu teir fyri at koma til samráðing­ arborðið. Rýmdi frá upptøku Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, hevur fleiri ferðir sagt, at hann vil fegin hava góð viðurskifti við USA og amerikanarar, men kortini gjørdi hann av at rýma mitt í einari upptøku til ta kendu sjón­ varpssendingina 60 min­ uttir. Upptøkan fór fram á forsetaborgini í Paris. Sambært fronskum fjøl­ miðlum reistist Sarkozy og rýmdi, tá amerikanski sjónvarpsmaðurin byrjaði at spyrja um forsetan um hansara hjúnarskilnað fyrr í mánaðinum. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Nú 10 prosent av atkvøðunum eru taldar, havi eg vunnið argentinska forsetavalið við stórum meiriluta (Christina Kirchner) útlond Kavarar funnu ongan av teimum sjey, sum ikki eru komin afturíaftur, eftir at eitt slovakiskt farmaskip holvdist í Eystrasalti í gjár Slovakiska skipið »Omer N« holvdist einar 15 fjórð­ ingar úr Gedser. Tað fór á bakborð, og allur yvirbygn­ ingurin fór undir. Tíggju menn og ein kvinna vóru við, og tað eydnaðist einum russiskum farmaskipi at bjarga trimum monnum á lívi. Ein tyrla fann ein fjórða mann, men hann var deyður. Teir tríggir menn­ inir, sum vórðu bjargaðir á lívi, eru millum 19 og 24 ár. Í morgun varð avgjørt at senda kavarar at vita, um nakað var at hoyra til hini sjey, sum eftir øllum at døma eru í tí holvda skipin­ um. Men kavararnir hoyrdu einki lívstekin. Danska bjargingartænastan sigur, at tey sjey kunnu vera á lívi í onkrum luftrúmi í skipinum, og tí er ætlanin at gera eina roynd afturat at vita, um nakað er at hoyra til teirra. Øll manningin á »Omer N« er úr Turkalandi. Tað er ikki greitt, hví tað 73 metrar langa skipið holvdist. 1.998 fólk, sum loyniliga sovjetska løgreglan myrdi beint fyri seinna heimsbardaga, vórðu um vikuskiftið jarðað av nýggjum Í árunum frá 1937 til 1941 myrdu drápslið hjá loyni­ ligu sovjetsku løgregluni NKVD meiri enn 30.000 fólk í Ukraina og jarðaðu tey í tilvildarligum hóp­ gravum. Leygardagin vórðu leivdirnar av 1.998 fólkum jarðað av nýggjum í einari hópgrøv. Leivdirnar av teimum 1.998 vórðu funnin í einum skógi nærhendis ukrainska høvuðsstaðnum Kiev fyrr í ár. Myndugleikarnir gjørdu av at grava líkini uppaftur og at geva teimum eina virðiliga jarðarferð. Fleiri hundrað fólk vóru til jarð­ arferðina, og summi teirra bóru skelti við áheitan á fólk um ikki at gloyma harðskapin hjá Stalin­stýr­ inum. Ukrainsku myndugleik­ arnir vilja vera við, at mill­ um 30.000 og 40.000 fólk vórðu myrd og tveitt í hóp­ gravir í 30­ og 40­árunum. Myndugleikarnir í Tjad hava forðað fyri, at meiri enn 100 børn vórðu flutt av landinum Myndugleikarnir í Tjad hava tikið fleiri fólk, sum verða løgd undir at hava havt ætlanir um at ræna tey meiri enn 100 børnini og at fara av landinum við teim­ um. Tey tiknu vilja har­ afturímóti vera við, at ætl­ anin er at flyta børnini til Fraklands fyri at verja tey, og at hetta er í samsvari við altjóða reglur. Sambært Reuters hava myndugleikarnir avdúkað, at fleiri av børnunum høvdu bind um bein og armar, hóast tey einki mein høvdu fingið. Børnini, sum er millum trý og átta ára gomul, eru nú í einari legu í Tjad. Tey, sum skuldu flyta børnini úr Tjad til Frak­ lands, høvdu leigað eitt flogfar til endamálið. Sam­ bært íslendskum fjølmiðl­ um er talan um eitt flogfar, sum eitt dóttirfelag hjá Icelandair eigur, men sum eitt spanskt felag hevur leig­ að. Einki lívstekin úr holvdum skipi Jarðað av nýggjum Skuldu smugla børn við íslendskum flogfari Hendan myndin av »Omen N« varð tikin fyri tveimum árum síðani. Tá æt skipið »Can Gio« Ukrainskir hermenn jarðaðu tey 1.998 líkini uttan fyri Kiev Eitt íslendskt flogfar skuldu flyta børnini úr Tjad til Fraklands (Mynd: Vísir)