Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 210 - 30. oktober 2007 Advokatpartafelagið Faroe Law bjóðar advokati starv við nógvum spennandi, áhugaverdum og skiftandi avbjóðingum, serliga á vinnuliga økinum, í einum altjóða umhvørvi. Vit eru partur av einum altjóða skipaðum samstarvi við skrivstovum í Keyp- mannahavn, Nuuk og Moskva. Møguleiki er tí eisini at fáa arbeiðsroyndir á hesum skrivstovum. Góður fakligur og málsligur førleiki krevst, eins og arbeiðsroyndir uttanlands geva fyri- mun.Vit leggja dent á, at tú raðfestur høgt at veita kundum okkara eina skjóta og góða tænastu. Hinvegin halda vit tað eisini vera umráðandi, at advokaturin hevur stundir til at liva eitt gott lív uttan fyri skrivstovuna. Advokatfulltrúar ella løgfrøðingar, sum halda seg uppfylla førleikakrøvini, eru eisini væl- komnir at søkja. Lønin verður ásett sambært avtalu. Áhugað kunnu seta seg í samband við Eyðfi nn Jacobsen, advokat, fartelefon 219902, teldupost eyj@faroe-law.fo, ella Jens Wang, advokat, fartelefon 219903, teldupost jwa@faroe-law.fo. Skrivligar umsóknir skulu sendast til Faroe Law, postboks 158, 110 Tórshavn og vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. november 2007. Advokatpartafelagið Faroe Law er ein føroysk altjóða fyritøka. Vit eru nýhugsandi og ikki bangin fyri at koma við nýskapandi uppskotum til eina loysn. Okkara eyðkenni er, at vit hava eina praktiska og vinnuliga tilgongd, tá ið vit arbeiða fyri kundar okkara. Fyri okkum er løgfrøðin grundarlagið, og ikki snúningsdepilin, tá vit ráðgeva kundum okkara. Tróndargøta 19 · Postboks 158 · FO-110 Tórshavn · Tel +298 35 99 00 · Fax +298 35 99 01 faroe-law@faroe-law.fo · www.faroe-law.fo Advokatur til Faroe Law sansir.fo LÆKKAÐU AFTUR Partabrøv hækkaðu ímóti endanum av seinastu viku og evropisk partabrøv liggja ídag 1,7% hægri enn fyri viku síðan. Orsøkin er m.a. góðir roknskapir úr USA. Microsoft hækkaði 9% og fíggjarfyritøkan Countrywide Financial hækkaði 32%. Stjórin í stóra bankanum Merill Lynch tosaði um eina møguliga samanlegging millum tey og Wachovia. Hetta fekk fleiri av fíggjarfyritøkunum, sum annars hava verið undir stórum trýsti síðan lánikreppan tók seg upp í summar, at hækka. Amerikansku fíggjarfyritøkurtanar hækkaðu 2,6% í miðal fríggjardagin. ATLANTIC PETROLEUM HÆKKAÐ Kursurin á Atlantic Petroleum var 1875 týsdagin, sum er tað hægsta higartil. Hetta er ein hækking uppá 16,5% í mun til fyri viku síðan og 73% uppá 8 vikur. Orsøkin til samlaðu hækkingina eru hægri oljuprísir og góðu úrslitini frá avmarkingarbrunninum á Hook Head feltinum, har olja fyrr er staðfest. Hækkingin í farnu viku komst av einari grein í Børsen, har tosað var við ein partabrævagreinara, sum metti at prísurin á felagnum var varliga mettur. FAROE PETROLEUM BORAR Í LØTUNI Hitt føroyska oljufelagið er um at vera liðugt við at bora ein avmarkingarbrunn í Breagh fundinum. Um rakt verður við olju og boringin annars sær lovandi út, verður royndarframleitt eins og gjørt varð hjá Atlantic Petrolum í Hook Head. Úrslitini frá boringin kunnu væntast hvørja løtu. DOLLARIN HELDUR FRAM AT LÆKKA Dollarin kom aftur undir stórt trýst, nú røddir eru frammi um at rentan møguliga kann lækka 0,5% ístaðin fyri 0,25% á rentufundinum hjá FED hesa vikuna. Dollarin liggur í løtuni um 5,17. RENTURNAR STØÐUGAR Renturnar hava verið støðugar hesa vikuna um 4,27% og marknaðirnir bíða eftir tíðindum sum kunnu flyta renturnar. HESA VIKUNA Hesa vikuna verða fleiri rentufundir, men tann týdningarmesti er tann úr USA mikudagin. ISM vísitalið og ikki minst mánaðarliga arbeiðsmarknaðarfrágreiðingin kunnu eisini fara at Broytingarnar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðarnar. Greiningin er grundað á keldur, sum Kaupthing metir vera álítandi, men Kaupthing hevur ikki ábyrgd av, at tilfarið altíð er neyvt og nágreiniligt. Kaupthing kann heldur ikki ábyrgdast tapi ella líknandi, sum stendst av gerðum, ið hava støði í greiningunum í hesum tilfari. Postsmoga 3090, Bókbindaragøta 8, 110 Tórshavn, Tel 351500, Faks 351501, kf@kaupthing.fo, www.kaupthing.fo M A R K N A Ð A R R Á K V I K A 4 4 2 0 0 7 Vísital fyri norrøn partabrøv Donsk 10-ára renta Marknaðir Kursur +/- % Norðurlond 1434,19 -0,65% Alheims partabrøv 8504,73 -1,56% Atlantic Petroleum 1749,00 + 8,63% Føroya Banki 219,50 -0,45% Eik Banki 679,00 -0,88% KB Trygg Eurostoxx 111,32 + 2,15% USD 517,97 -1,47% JPY 4,53 -1,17% 4,2% 4,4% 4,6% 30/07 30/08 30/09 1320 1420 1520 30/07 30/08 30/09