Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 210 - 30. oktober 2007 Arbeitt verður av øllum alvi at gera Hoyvíkar kirkju lidna til vígsluna. Millum hesar er danski urgubyggjarin, Knud Jønsson. - Hetta verður ein frálík urga, slær hann fast KirKja Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hoyvík: Sunnudagin kom­ andi – allahalganna sunnu­ dag – verður ein stórur dag­ ur fyri kirkjufólkið í Hoy­ vík. Klokkan 11 henda dagin verður nýggja kirkjan vígd, og eftir hesa løtuna verður hon gudshúsið hjá fólki í økinum. Fyrrapartin í morgun vóru arbeiðsfólk í ferð við at leggja tær mongu og seinastu hendurnar á hetta snotuliga bygningsverkið. Uttanfyri riggaðu teir parkeringsøkið og inn­ gongdina til kirkjuna, og inni sóust elektrikarar og aðrir handverkarar ídnir arbeiða við sínum faki. Uppi á tí lítla urguloftinum vóru somuleiðis tveir urgu­ byggjarar í ferð við at enda teirra arbeiði. Teirra endamál er at fáa urguna at rigga og ikki minst ljóða sum hon skal. ­ Hetta er eitt týdningar­ mikið arbeiði, sum vit nú fara undir. Men vit verða lidnir til tíðina, eingin ivi um tað, sigur annar teirra, Knud Jønsson. Hetta er ikki fyrsta urgan teir hava sett upp hesi sein­ astu mongu árini. Nógvar kirkjur í Danmark, Noregi og nú eisini í Føroyum, hava í dag urgur frá teirra fyritøku. Alt verður klárt Urgan í Hoyvíkar kirkju er ikki nýggj, men hon er kort­ ini at meta – og ljóða! ­ sum ein nýggj. Talan er um eina urgu, sum áður hevur staðið í eini kirkju á Fjóni í Danmark. Hon er nú riggað til av nýggjum, og við urguleikar­ anum Oddvør Johansen fer hon at leiða sálmasangin í nýggju kirkjuni. Knud Jønsson hevur sjálv­ ur teknað fasaduna á urguni, og hevur saman við starvs­ felaga sínum, Albert Lang sett urguna upp. Urgan hevur átta røddir, og seinnapartin í dag var ætlanin at seta tær seinastu av teimum íalt 513 pípunum upp. Eftir hetta verður urg­ an stemmað. Tað seinasta á skránni er tann sonevnda intoneringin, har ljóðið úr urguni á ein serstakan hátt verður skipað soleiðis, at tað hóskar til kirkjurúmið. ­ Vit vænta at kunna fara undir hetta arbeiðið seinna­ partin og at enda tað í morg­ in. Okkara arbeiði verður í øllum førum liðugt áðrenn, sigur tann fryntligi Kund Jønsson. 513 pípur til rætta ljóðið Teir báðir – Albert Lang (høgrumegin) og Knud Jønsson hava “i årenes løb” sett nógvar urgur upp í Danmark, Noregi og nú eisini í Hoyvík Mynd: Jens Kr. Vang Útsýnið úr torninum í Hoyvíkar kirkju er frálíkt – bæði út á hav og niðan í dal Mynd: Jens Kr. Vang Hoyvíkar kirkja verður vígd sunnudagin – allahalganna dag Mynd: Jens Kr. Vang