týsdagur 30. oktober 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 210 - 30. oktober 2007
lýsingar
Tvey spennandi størv sum Ferðslusamskipari og Sølusamskipari eru leys at søkja á
Strandfaraskip Landsins. Umsóknarfreistin er 8. novembur. Sí lýsingarnar á heimasíðu
okkara www.ssl.fo
Ferðslusamskipari og Sølusamskipari
Eitt fyribilsstarv sum stýrimaður á Sam er leyst at søkja á Strandfaraskip Landsins.
Viðkomandi skal byrja beinanvegin, og starvstíðin er fram til 20. oktobur 2008.
Umsóknarfreistin er 8. novembur. Sí lýsingina á heimasíðu okkara www.ssl.fo
Fyribilsstarv sum stýrimaður
Bussur til sølu
Bussurin er ein Citroen Jumper, ið er góðkendur
til 13 ferðandi + førara. Bussurin, sum er í besta
standi, hevur aircondition, oljufýr, fartpilot og
bakkisensor. Trygdarbelti til øll setur. Bert koyrt
49.000 km.
Tlf. 51 54 55
STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
Eitt starv sum avloysari fyri deildarleið
ara á B8 á starvsbrøki 1,0 er leyst at
søkja til setan 1. desember 2007 ella
eftir avtalu til og við 30. september
2008.
B8 er ein nýumvæld medisinsk deild,
sum tekur móti elektivum og akuttum
med. sjúklingum við cardiologi sum
sergrein. Ætlanin er í framtíðini, at
deildin eisini fer at taka móti sjúklingum
við akuttum apoplexi.
Deildarleiðarin hevur innan tað sjúkra
røktarfakliga øki tilvísing til leiðandi
sjúkrarøktarfrøðingin á Medisinska
deplinum. Ætlanin er at implementera
THS primo 2008. Card. eftirutbúgving
byrjaði á deildini í februar 2007.
Deildarleiðarin hevur m.a. ábyrgd av:
• sjúkrarøktini
• dagligu leiðsluni
• fakligu menningini
• fíggjarstøðuni
Vit bjóða:
• innleiðslu
• fakliga kompetentar starvsfelagar
• fjølbroyttar avbjóðingar
• ávirkan á fakliga menning
Krøv til umsøkjarar:
• prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• góð samstarvsevni og góðar royndir
við tvørfakligum samstarvi
• drúgvar fakligar royndir innan
medisinska økið
• áhuga fyri fakligari mennning av
starvsfólkum
• royndir og hug til leiðslu
• visiónir, sjálvstøðugur og kreativur í
arbeiðnum
Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava
leiðsluroyndir og/ella cardiologiska
eftirútbúgving.
Starvslýsing og meira fæst við at
ringja 304500 til Marjun Thomsen,
deildarleiðara, lokal 6068/6008 ella til
Ásu Poulsen, leiðandi sjúkra
røktarfrøðing, lokal 6102, lsasapo@ls.
fo
Umsóknarfreistin er 12. november
2007 kl. 12.00.
Deildarleiðara til B8
Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53
lsh@lsh.fo www.lsh.fo
Lønar og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknin skal vera Lønar og Starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið, Lønar og starvsfólkadeildin, FO100 Tórshavn
Lærarastarv
í Ziskatraðar Skúla
– Klaksvík
Tíðaravmarkað starv í Skúlanum á Ziskatrøð frá
19. novembur 2007 fyri lærara í barnsburðar
farloyvi.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í
lønarflokkinum 18.1 – 27.4.
Tímatalið verður umleið 25 um vikuna.
Viðv. lærugreinum fevnir starvið um:
Før., heimst. og bíbl. í 3. flokki, og sø., náttúr,/
tøkni og bíbl. í 6. flokki og 5 tímar í serundir
vísing.
Onnur krøv:
Tey, ið sett verða, mugu hava førleika og vilja at
arbeiða og samstarva undir ábyrgd leiðsl
unnar.
Hetta er eisini galdandi mótvegis starvsfeløg
um, næmingum og foreldrum.
Førleikakrøv:
Læraraprógv. Best er um umsøkjarar hava
starvsroyndir, men øll eru væl komin at søkja.
Setanarkrøv:
Tann, ið settur verður, má tola møguligar smærri
tímabroytingar í samband við starvið.
At senda umsóknir:
Umsóknir við c.v. og próvavritum skulu vera
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin
12. novembur 2007.
Fleiri upplýsingar:
Nærri fæsta at vita um starvið frá skúlastjóra
num Signar á Brúnni (telf. 225025 og 444386)
og varaskúlastjórastjóranum Ólavi Sjúrðarberg
(tel. 213625 og 443192).
Lesið
-so eru tit við!