Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 211 - 31. oktober 2007 fyri Stella Argus og han bad sit Fadervor med klar Forstand. Gode Kone, nu har han det godt, det er ikke at tænke noget andet. Gud lade os alle samles med ham i de dejlige Boliger hist oppe i de lyse Sale hos Gud i Himmelen.” Tann 3. apríl skrivar Apolonia aftur til Fríðrik, har hon m.a. sigur: Vit fingu í dag brøvini frá tykkum, sum vit takka hjartaliga fyri, og vit kunnu ikki Gudi fulltakka, at tit eru so dánt mentir at siga okkum frá teimum syrgiligu tilburðum, ið tykkum hava hent. ….. Men okkara vælsignaði Poli. Hann gloyma vit ikki, og hjartað má svíða, tá vit hugsa um tann stóra missin, vit mistu við honum. Hann sum var uggari okkara og vónin, men minnini hava vit eftir hann, og Gud skal hava takk og lov fyri, at hann unti okkum at eiga ein so vælsignaðan son. Vit eru fegin, mín góði maður, at Harrin unti tær at vera hjá honum í deyðastundini og nú kanst fortelja okkum um tey síðstu orðini, ið komu um hansara vælsignaðu varrar. Likam hansara var sjúkt, men ondin var frísk, tað vitna tey orð og tann heilsan, hann var mentur at senda okkum heim. Hóast hansara sváru likamsneyð var hann mentur at siga eitt troystandi orð til syrgjandi faðir og móður sína, og ta kraft fekk hann omanifrá, frá Gudi í himli, honum sum hann nú er komin til. Tosa sum minst Eitt sum hevur verið eitt eyðkenni fyri slíkar hendingar hevur verið, at tað var tosað sum minst um tær. Fólk máttu liggja inni við teirra kenslum, meðan tað í dag verður lagdur dentur á, at tosast skal mest møguligt um sorgina. Tess meira, ið verður tosað, tess skjótari lættir. Hetta havi eg eisini roynt í samband við Acorn vanlukkuna. Fyri fyrstu ferð er skrivað um, hvussu fólkið heima merktu hetta, nú nærum 80 ár eru liðin. Tað vísti seg, at ættin hjá teimum, sum komu ringast fyri, hava verið mest fegin um, at hetta er komið á prent, so tey nú betri kunnu tosa um hesar hendingar. Hetta merkist eisini í samband við Stella Argus vanlukkuna. Hóast hesa hálva øld, sum er liðin, eru framvegis fleiri av teimum avvarðandi, sum hava ilt við at tosa um tað sum hendi. Tað sker eisini í hjarta at hoyra tey avvarðandi av Stella Argus greiða frá. Tey gleða seg til at fáa mann, pápa, son, brøður ella drong heim dagin eftir, at Stellan er farin at sigla. Men so hoyra tey í útvarpinum, at skipið er saknað. Síðan ganga nakrir dagar við óvissu og minkandi vón, og sjálvt eftir, at vónin alment er sløkt, bar ikki til at trúgva hesum ræðuliga sannleika. Hoyrdi og skrivaði um Elsu, gentu skiparan á Kristinu, sum hvarv í 1920. Tey skuldu giftast, tá ið hann kom heim, og hon seymaði brúðarútstýr. Men sjálvt eftir, at vónin alment var uppgivin, helt hon áfram at seyma. Hetta kundi jú ikki bera til, at hann sum hon skuldi liva lívið saman við, ikki kom heim aftur! Tað ber ikki til at seta seg inn í støðuna, sum hesi fólk hava verið í. Men eg vil siga, at tað hevur verið gevandi at kunna tosa við tey um, hvussu hetta hevur verið upplivað. Tað er neyvan alt skrivað enn. Eg havi verið uppringdur av fólki, sum hava givið okkurt íkast afturat. Millum annað, at eftir at leitingin alment var steðgað fóru danska sjóverjuskipið Thetis og Kallsevni, sum var kompanískip hjá Stella Argus, út aftur at leita at vita um einki mundi finnast kortini. Tað einasta sum fanst, sum kundi verið av Stella Argus, vóru nakrar tómar tunnur. Ein slík hending sum henda sameindi fólkið. Skip fóru uttan drál út at leita. Tann tá nýggi Skálaberg var á veg heim av túri, men fór við allari manningini at leita uttan at fara inn. Reiðarin Aksel Hansen eigur eisini at fáa viðurkenning fyri, at teir hava reist hendan minnisvarðan í dag. Hetta hevur eisini verið tungt hjá teimum. Tað kann verða nevnt, at teir alla mína tíð vóru við til 1. november haldið á Sjómans­ heiminum. Vit vilja minnast hesar 22 menninar fyri tað sum teir gjørdu fyri føðilandið og fyri okkum øll. fer leiðina fram til hús. Tað er ein góð løta at ganga heim. Tá ið hon kemur inn, situr Jóhanna har. “Situr tú her?”, sigur mamman, “eg sá teg beint fara inn gjøgnum portrið til lærarahúsini.” Nei, hon hevði ikki verið uttandura. Beint tá kemur eitt so ræðuligt heglingsæl við stormi av útnyrðingi norði. Eingin minnist eitt slíkt æl. Hetta æl var so ringt, at fólk eisini í Kvívík minnast tað. Týsmorgunin er tað, at Stella Argus er saknaður, og tá ivast Katrina ikki í, at hetta, sum hon upplivdi sunnudagin, var eitt varsil um tað, sum var hent. Hon var vís í, at sonurin er deyður í teirri løtuni, hon hoyrdi portrið smella. Hetta kann eisini passa við tær tíðarfestingar, sum annars eru tøkar. Hon ivaðist heldur ikki í, at tað ælið, sum løtu seinni merkist í bygdini, var tað sama, sum hevði beint fyri Stella Argus. Hon hevði onga tiltrúgv til nakra leiting. Hon var púra rólig og segði alla tíðina, at her skuldu ikki roknast við nøkrum. Katrina var annars sera andalig og hevur hvílt í trúnni. Hon var ógvuliga tollynt og gekk á møti og kirkju uttan mun til samkomu. Hon átti fýra synir og Jóannes var tann elsti av teimum. Í blaðnum í morgin fara vit millum annað at endurgeva røðuna, sum Jens Kannuberg helt vegna tey avvarðandi. Hans Petur og Poul eru synir Emil Poulsen, sum var úr Vestmanna. Mamman var av Eiði og flutti aftur til Eiðis aftaná, at Emil var farin við Stella Argus. T.h. er Marna Petersen, sum er systir Øssur og Magnhild. Undir liðini á henni eru Marin og Christian Martin, børn hjá Magnhild. Her kann verða nevnt, at Magnhild og systirin Ninna eiga hvør sína Tóna, sum eru uppkallaðar eftir mammubeiggjunum við teirra forbókstavum Tórur, Ólavur, Niels og Andrass Øssur Andreassen og Magnhild í Niðristovu eru systkin til teir fýra brøðurnar sum fórust Feðgarnir Aksel og Poul Hansen. Teir umboðaðu reiðaríið á Stellu Argus tíðindi 23