mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 • Bilblaðið oktober 2007
Bilar, sum ikki eru væl
rustvardir, hava ongan
møguleika at standa ímóti
teimum avbjóðingum sum
koma gjøgnum veturin við
salti og vætu, sigur Kaj
Boetius, sum stendur fyri
Dinitrol rustviðgerini hjá Ivan
Johansen Bilum
Nú veturin stundar til, er tað av alstórum
týdningi, at bilarnir eru væl vardir.
Livitíðin hjá einum bili er sum oftast
treytað av hvussu væl rustviðgjørdur hann
er, sigur Kaj Boetius, sum stendur fyri
rustviðgerini hjá Ivan Johansen Bilum.
Hetta verður eisini váttað av bæði FDM og
Dansk Teknologisk Institut (DTI), sum ráða
bileigarum til at rustviðgerða sínar bilar.
Og tá hetta verður tilmælt í Danmark, er
sannlíkt at tað er enn størri orsøk at gera tað
sama í Føroyum við einum veðurlagi, sum er
harðari hvat rustkorrisión viðvíkur enn t.d. í
Danmark.
Vit uppliva, at rustur sæst á ymiskum
lutum undir botninum á lutfalsliga nýggjum
bilum, sigur Kaj Boetius.
Ivan Johansen Bilar var fyrsta fyritøka,
sum tók sær av at rustviðgera bilar í
Føroyum tíðliga í sjeytiárunum. Fyritøkan
hevur gingið á odda innan hetta økið øll
árini við dagførdum amboðum og nútímans
hølisviðurskiftum til rustviðgerð.
Dinitrol rustviðgerðin er góðkend av
Teknologisk Institut og verður tilmæld av
FDM.
Til hvørt einstakt bilmodell eru kort
við nágreiniligum upplýsingum um
konstruktiónina á bilinum, og hvørji amboð
ið skulu brúkast. Alt verður gjørt eftir
forskriftunum.
Bilar, sum eru rustviðgjørdir hjá Ivan
Johansen Bilum, verða á hvørjum ári
kannaðir av DTI. Hetta verður gjørt soleiðis,
at DTI velur nakrar tilvildarligar bilar út
til eftirkanningar. Og á hvørjum ári, hava
skoðsmálini verið góð. Tað er DTI sum
stendur fyri hesum eftirkanningunum, ið
kallast VKO-R (Værksteds Kontrol Ordning
vedrørende Rustbeskyttelse).
Tað eru langt frá allir nýggir bilar, sum
eru nóg væl rustviðgjørdir, tá teir koma til
landið. Og tað sama ger seg galdandi, tá fólk
keypa brúktan bil. Tí er tað ein góð íløga fyri
eigaran at fáa bilin rustviðgjørdan ongantíð
ov skjótt, sigur Kaj Boetius, sum leggur
afturat, at best er at bilarnir eisini verða
eftirviðgjørdir annað hvørt ár. Tað er sjáldan
ov seint, men ongantíð ov tíðliga at fáa bilin
rustviðgjørdan.
mg
P/F Ivan Johansen Bilar, Dinitrol:
Salt og væta fara illa við bilunum
Rustviðgerð er í stóran mun ein spurningur um álit, sigur Kaj Boetius, sum stendur fyri
rustviðgerðini hjá Ivan Johansen Bilum. Kaj hevur luttikið á skeiðum fyri sproytuoperatørar
hjá Teknologisk Institut í Danmark og fingið besta karakter fyri sítt arbeiði
»Vit uppliva, at rustur sæst
á ymiskum lutum undir
botninum á lutfalsliga
nýggjum bilum«
Ger bil tín meira verdan!
Hoyvíksvegur 63 · tlf. 31 36 66 · ivan@ivan.fo · www.ivan.fo
Heimsins besta
rustverja
– móti bilrusti
Eingin bilur er gjørdur til føroyska veðrið.
Væta og salt kostar nógvan pening.
Ger eina íløgu í Dinitrol rustverju, ið økir
um søluvirðið á bilinum, tá tú skalt selja
hann aftur.
Tað er sjáldan ov seint, men
ongantíð ov tíðliga!
Góðkent
av Dansk
Teknologisk
Institut