Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-10-31, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. oktober 2007síða 1

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Bilblaðið oktober 2007 • 33 Í døgunum frá 25. til 27. september skipaðu eykalutafyritøkan AMA og Tekniski Skúlin í Tórshavn fyri skeiði fyri bilsmiðir á bildeildini í Smiðjugerði. Peter Ulrik Sørensen frá Robert Bosch A/S undirvísti á skeiðnum Nútímans bilar eru teldur á hjólum. So gott sum allar funktiónir verða stýrdar elektroniskt. Til dømis hevur ein væl útgjørdur bilur meira enn 100 ymiskar stýrieindir. Tí er tøknilig vitan alneyðug fyri at kunna stilla diagnosu, veita tænastu og umvæla bilarnar, sigur Peter Ulrik Sørensen, serviceteknikari frá Robert Bosch A/S í Danmark. Tann tøkniliga menningin í bilunum í dag setur sera stór krøv til tekniska vitan, útbúgving og eina áhaldandi dagføring. Skeiðið á Tekniska Skúlanum var fyri teir bilemekanikarar, sum arbeiða sjálvstøðugt og ikki eru knýttir at ávísum bilmerkjum. Týska Bosch konsernin er ein av fremstu framleiðarum av tøkniligum amboðum á altjóða støði við framleiðslu til bæði ídnaðin og vanliga húsarhaldið, alt frá borimaskinum til køliskáp. Bosch stendur fyri 80 prosentum av allari menning innan el og tøkni í bilum. Tað vóru teir sum t.d. komu við ABS- bremsunum. Fyritøkan var stovnað í 1886 í Stuttgart av Robert Bosch (1861-1942), sum ”Verkstaður fyri fínmekanik og elektrotøkni”. Umframt Robert Bosch GmbH eigur fyritøkan umleið 300 dótturfeløg í meira enn 50 londum kring heimin. Bosch nýtir hvørt ár meira enn 3 mia. evrur til gransking og menning. Í fjør fingu teir patent upp á umleið 3.000 ymsikar lutir, sum teir framleiða. Konsernin hevði í 2006 umleið 260.000 fólk í starvi og ein umsetning upp á 43,7 mia. evrur. mg Bilarnir eru teldur á hjólum Uttast til vinstru er Peter Ulrik Sørensen frá Robert Bosch A/S sum undirvísti á skeiðinum. Skeiðluttakararnir, aftara rað f.v.: Olaf Mortensen (Akfarsølan Tórshavn), Jógvan Pauli Joensen (Joensens Bilreperatiónir, Miðvágur), Ragnar Petur Joensen (Rag-Vag Kollafjørður), Árni Hansen (AH-Elektro, Tórshavn), Tórmóður Dalsgaard (Bil & Maskinverkstaðið, Sandur), Sunnleif Pattinson (Bilverkstaðið, Kamsdalur) og Karl Vidtfeldt (Bil & Maskinverkstaðið, Sandur). Fremra rað: Theodor Fonn (Bilservice, Klaksvík), Kristian Johannesen (Bil & Dekkverkstaðið, Klaksvík) Byrger Heinesen (Bil & Dekkverkstaðið, Klaksvík), Kristoffur Vidtfeldt (Rag-Vag, Kollafjørður) og Johan Hendrik Poulsen (Bil & Maskinverkstaðið, Sandur) Peter Ulrik Sørensen, serviceteknikari frá Robert Bosch A/S, leggur skeiðluttakarunum lag á Bosch stendur fyri 80 prosentum av allari menning innan el og tøkni í bilum Robert Bosch (1861- 1942