mikudagur 31. oktober 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bilblaðið oktober 2007 • 13
Nógvir pengar eru at spara
og sleppast kann undan
óneyðugum trupulleikum við
at gjalda til tíðina og boða
frá til røttu viðkomandi við
eigaraskifti, siga tey á
Akstovuni, sum umsita
vegskattin og umskráseting
av akførum
Tað kostar at eiga bil, og føstu útreiðslunum
sleppa vit ikki undan, men tað kunnu
eisini vera nógvar óneyðugar útreiðslur í
sambandi við bilar, siga tey á Aksovuni, sum
t.d. umsita vegskattin og umskrásetingar
umframt skráseting av nýggjum akførum,
koyrikort , sýn.og skrásetingargjøld.
Við jøvnum millumbili fáa vit í
fjølmiðlunum at vita, at fleiri akfarseigarar er
í eftirstøðu við vegskattinum og at løgreglan
tekur nummarpláturnar av teimum akførum,
sum vegskatturin ikki er goldin fyri.
Akstovan sendir tvær ferðir um árið
umleið 24.000 rokningar til akfarseigarar
fyri vegskatt. Av hesum eru tað umleið
3000, sum ikki gjalda og fáa ein rykkjara
og kr. 150,00 eyka at gjalda. Av hesum fær
løgreglan boð um at taka nr.pláturnar av
umleið 300 akførum
Fyri akfarseigaran sum missir
nummarpláturnar, er talan um miss av bæði
tíð og pengum. Fyrsti rykkjarin kostar 150
krónur og annar rykkjarin (klippirykkjarin)
kostar eisini 150 krónur. Hetta kostar
tilsamans 300 krónur umframt tær 500
krónurnar tað kostar at fáa pláturnar
á akfarið aftur, tilsamans 800 krónur.
Akfarið skal eisini til sýn, áðrenn tað fær
nummarpláturnar aftur.
Lætt at nýta heimabankan
Akstovan vísir á, at fyri at sleppa undan
óneyðugum trupulleikum, er tað best fyri
allar partar at akfarseigarar gera eina fasta
gjaldsavtalu við sín peningastovn um gjaldið
av vegskattinum.
Tað er altíð ábyrgdin hjá akfarseigaranum
at siga sínum peningastovni frá,
tá eigaraskifti fer fram, tí hjá
peningastovninum er tað tað ávísa akfarið
(nummarplátan), sum vegskatturin verður
goldin fyri.
Um goldið verður umvegis heimabankan
er bert at fara inn á: flytingar, undir
INNGJALDSKORT, tasta upphæddina inn,
og tasta síðani tølini, sum standa niðast
á inngjaldskortinum inn. Leggið til merkis
at talið 71 stendur inni frammanundan.
Tasta síðan tey fyrstu tølini í rútin
»gjaldseyðkenni« og tey síðstu tølini í rútin
»kreditornummar«.
Tann sum keypir eitt brúkt akfar, eigur
altíð at tryggja sær at eingin eftirstøða av
vegskatti er í akfarinum, Tað kemur meira
enn so fyri, at hetta , ikki verður upplýst,
siga tey á Akstovuni.
Upplýsingar um eftirstøðu av vegskatti
fæst, við at senda teldupost til HYPERLINK
mailto:akstovan@akstovan.fo akstovan@
akstovan.fo
Eisini er vert at kanna í peningastovnunum
um lán er í akfarinum. Áðrenn keypt verður.
Umskráseting av akførum
Tá eitt akfar skiftir eigara, skal nýggi
eigarin, áðrenn umskrásetingin kann fara
fram, venda sær til sítt tryggingarfelag fyri
at tekna trygging, síðani til Akstovuna við
váttan frá fyrrverandi eigara um at akfarið
er selt, hava við sær skásetingarskjalið
frá fyrrverandi eigara og gjalda 600
krónur til Akstovuna, sum fara beinleiðis í
landskassan.
Um eigaraskifti fer fram, uttan at tað
verður fráboðað, kann tað enda við at akfarið
missir nummarpláturnar, og nýggi eigarin má
gjalda 500 krónur fyri nýggjar plátur afturat
teimum 600 krónunum fyri eigaraskiftið.
Nú veturin stundar til, heitir Akstovan
á bilførarar um at koyra við góðum
vetrardekkum og hava lyktirnar í ordan,
samstundis sum heitt verður á fólk um at
nýta endurskin.
Á heimasíðuni: HYPERLINK ”http://www.
akstovan.fo” www.akstovan.fo eru allir
upplýsingar um tænasturnar hjá Akstovuni
at finna. mg
Akstovan:
Ongar óneyðugar útreiðslur
Tað eru tølini aftan fyri +71 sum skulu tastast inn, um goldið verður umvegis
heimabankan
Løgreglan tekur nummarpláturnar
av teimum akførum, sum
vegskatturin ikki er goldin fyri
13