Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 212 - 1. november 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi tel 30 30 30 www.ft.fo www.nummar.fo info@nummar.fo www.gulu.fo info@gulu.fo Seinasta freist at lata broytingar inn til telefonbókina 2008 er mikudagin 7. november 2007 Mikudagin 7. november 2007 er seinasta freist at koma við rættingum til Hvítu Síðurnar í Telefonbókini fyri 2008 (vanliga telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu Síðurnar er á síðu 563 í Telefonbókini 2007, og skal sendast til: Kundaskráseting, Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 79 68. Eykaupptøkur v.m.: Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum telefon- nummari við undirstrikingum, eykaupptøkum og/ella undir- upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja undir- striking, eykaupptøku ella undirupptøku. Búmerki: Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu Síðum. Prísurin fyri búmerki er kr. 2.000,00 (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku. Fyri búmerki í litum er prísurin kr. 3.000,00 fyri hvørja upptøku. Mikudagin 7. november 2007 er seinasta freist at boða frá av nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu Síðum. Prísir: (A) Standardlýsing ........................................ kr. 900,00 (B) Innramming............................................. kr. 1.000,00 (E) Grafisk lýsing fyri mm (min. 30 mm) ....... kr. 30,00 (Sí dømi á s. 565 í Telefonbókini 2007) Litlýsingar Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at lýsa við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta bak- grund er kr. 600,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr. 1.400,00. Skrásetingar-/rættingarblað til Gulu Síður er á síðu 564 í Tele- fonbókini 2007, og skal sendast til: Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66. GG: Prísirnir á Gulu Síðum eru uttan mvg! Í mars 2008 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum. Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum. Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist óbroytt. Hvítu Síður Gulu Síður Telefonbókin 2008 Bæði í Sandavági og í Miðvági er tað nú avgjørt, at samstundis sum løgtingsvalið er, verður eisini fólkaatkvøða um at leggja kommunurnar saman. Nú verður bíðað eftir sørvingum saman­leggin­g Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er nú greitt, at vágafólk sleppa at siga sína meining um kommunurnar í oynni skulu leggja saman. Tað er nakað síðani, at fel­ agskommunan í Vágum gjørdi av at biðja tey trý bygdaráðini í Vágum taka støðu til, um fólkið í teirra sókn skal vera við í eini fólka­ atkvøðu um at leggja komm­ unurnar í oynni saman. Ætlanin var at hava hesa fólkaatkvøðuna um saman­ legging samstundis sum løgtingsvalið er, tí tá skulu fólk á val kortini og mett verður, at sostatt ber til at fáa eina rættiliga høga val­ luttøku og sostatt eisini ein álítandi fráboðan um, hvat folk halda. Spurningurin skuldi tak­ ast til viðgerðar í teimum trimum bygdaráðunum um skjótast og í hesi vikuni hava bæði bygdaráðið í Mið­ vági og í Sandavági tikið støðu til málið. Og í báðum bygdaráðun­ um varð tað samtykt at hava fólkaatkvøðu í bygdunum. Rósa Samuelsen, borgar­ stjóri í Sandavági, sigur, at tað var ein samt bygdaráð, sum tók undir við at hava fólkaatkvøðu í Sandavági um kommunusamanlegging. So lætt gekk tað ikki í Miðvági, tí har reið um snarið og endaliga støðan var, at fýra bygdaráðslimir tóku undir við fólkaatkvøð­ uni og tríggir vóru ímóti. Teir, sum atkvøddu fyri vóru Napolion Magnussen, borgarstjóri, Johannes Klein, Elias Næs og Dánjal A. Hansen. Og sum tað ljóðaði á bygdaráðsfundinum tók hesin sami Dánjal A. Han­ sen ikki støðu fyri á sjálvum bygdaráðsfundinum, beint áðrenn atkvøðast skuldi Teir, sum atkvøddu ímóti vóru sostatt Joen Pauli Fred­ eriksen, Johannus Ellefsen og Georg F. Hansen. Teir, sum vóru ímóti gjørdi allir staðiliga greitt, at teir vóru ikki ímóti eini fólkaatkvøðu sum so, men teir hildu, at skotbráið var alt ov stutt. Teir vístu á, at tað skuldi eitt stórt kunnandi arbeiðið gerast og tað varð tað ikki stundir til og samstundis fer øll kunningin at hvørva í teimum báðum valstríðun­ um sum verða, fyrst til fólkatingsvalið og síðani til løgtingsvalið. Tí vildu teir heldur hava eina fólkaatkvøðugreiðslu seinni í 2008. Forsprákararnir fyri fólka­ atkvøðuni hildu, at tað var onki í vegin fyri at veita borgarunum nóg góða kunning upp á tveir og ein hálvan mánað. Teir vístu eisini á, at tað var ikki av tilvild, at fólka­ atkvøðan skuldi vera sam­ stundis sum løgtingsvalið, tí tá skuldi fólk á val kortini og tí var væntandi, at vallut­ tøkan fór at vera høg og so mikið sterkari var úrslitið av fólkaatkvøðuni kjølfest. Miðvágur og Sandavágur Bygdaráðslimir í Miðvági halda, at hóast Sørvágur ikki vera við, er tað rætt, at Miðvágur og Sandavágur leggja saman kortini, tí tær báðar bygdirnar eru so tættar og hava so nógv samstarv, at tað hevði verið at kalla bara ein avgreiðsluspurningur. Hesum er Rósa Samuel­ sen, borgarstjóri í Sandavági ikki heilt ósamd í. ­ Tað einasta, Sandavágur og Miðvágur ikki samstarva um, er at kalla bara barna­ ansingin og sjálv tann kommunala umsitingini, sum ikki eru felags. Og Rósa Samuelsen sigur, at tað er ov tungt at umsita alt samstarvið. Felags nevndir skulu setast í sambandi við hvørt samstarv og hvørt mál skal viðgerast í tveimum bygdaráðum. Vil annað bygdaráðið hava broytingar. Má viðgerðin ganga umaftur. Og alt nevndararbeiðið er heldur ikki heilt ókeypis. ­ Sjálvt um bygdaráðini ofta hava felagsfund, tá ið stórmál eru til viðgerðar, er tað ov tungt at umsita eitt samstarv, so leggja kommun­ urnar saman, verður eitt um­ sitingarligt lið spart burtur. Hinvegin vístu bygdaráðs­ limir í Miðvági á, at endar tað við, at Miðvágur og Sandavágur leggja saman, verður talan um eina komm­ unu við sløkum 2000 fólk­ um, so talan verður ikki um eina serliga stóra kommunu. Verður øll Vágoy lagt saman í eina kommunu, er talan um eina kommunu við 3000 fólkum og so fer at líkjast. Men so er tað eisini ein spurningur, hvat Vestmanna og Kvívík gera. Áðrenn næsta ár eru farið skulu tær báðar kommunur­ nar gera av, um tær vilja telj­ ast upp í vesturøkið, altso Vágar, ella um tær vilja teljast upp í Suðurstreymoy, altso Havnina. Men tað er eisini greitt, at Vestmanna og Kvívík skulu semjast um, hvønn veg tær fara, tí tað liggur ikki í kortunum, at tað skal bera til hjá aðrari kommun­ uni at fara annan vegin og hinari kommununi at fara ein annan veg. Velja tær báðar kommun­ urnar í Norðurstreymoy eis­ ini at fara upp í vesturøkið, verður talan um eina komm­ unu upp á 5000 fólk og so er brádliga talan um eina stóra kommunu. ­ Tess fleiri vit eru, tess sterkari standa vit og tess betri eru vit fyri, serliga nú allar Føroyar eru gjørdar til eitt valdømi, sigur Rósa Samuelsen. Hon leggur afturat, at av­ gerðin hjá Sandavágs Bygda­ ráð um at vera við í fólkaat­ kvøðuni, er bygt á tað fortreyt, at fleiri og fleiri øki verða løgd undir kommunurnar at umsita og at samanlegging er neyðug fyri at kunna geva borgarunum ta tænastu, teir hava krav upp á. Nú bæði Miðvágur og Sandavágur hava tikið støðu, verður bíðað í spenn­ ingi eftir, hvat sørvingar siga, men tað verður greitt í næstum. Vágafólk sleppa at siga sína meining Tað reið um snarið, tá ið bygdaráðið í Miðvági viðgjørdi spurningin um at hava fólkaatkvøðu í Miðvági um at leggja kommunurnar í Vágum saman. Í Sandavági var støðan greiðari, og nú verður bíðað í spenningi eftir sørvingum. Her viðger bygda­ ráðið í Miðvági málið. Frá vinstru sita Elias Næs, Dánjal A. Hansen. Johannus Ellefsen, Napolion Magnussen, borgarstjóri, Joen Pauli Frederiksen, Georg F. Hansen og Johannes Klein