fríggjadagur 2. november 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fólkatingsvalið 13. november 2007
Løgtingsvalið 19. januar 2008
11
78
Nr. 213 - 2. november 2007
Føroyar eru í hesum
døgum kosnar heimsins
bestu oyggjar sum óspilt
ferðamannaland. Enn er
tó langt á mál, áðrenn
føroyski umhvørvispolit
ikkurin kann kjósast sum
heimsins besti. Eg vil
tryggja, at føroyski um
hvørvispolitikkurin verð
ur raðfestur ovarlaga –
eisini á Fólkatingi
Sum fiskivinnu- og ferða-
mannaland er tað umráð-
andi fyri Føroyar at hava
og varðveita eitt reint og
ríkt umhvørvi. Fyri fiski-
vinnuna hevur tað alstóran
týdning, at dálking ikki
elvir til vánalig livikor hjá
sjótilfeinginum ella til
minkandi virði fyri vøruna.
Fyri ferðavinnuna hevur
tað týdning, at landið eisini
í framtíðini kann lýsast
sum reint og óspilt, bæði á
sjógvi, á landi og í luftini.
Fyri øll, sum búleikast her
á oyggjunum, hevur tað
týdning, at náttúran og um-
hvørvið eisini í framtíðini
kann vera varandi vakur
grundarsteinur at byggja á
og trívast í.
Higartil má tað tó stað-
festast, at hvørki løgtingið
ella landsstýrið hava
megnað at broyta skeivu
kósina í føroyska umhvørv-
ispolitikkinum, hvørki
herheima ella á altjóða
pallinum. Dálking ferðast
um landamørk, og tí ber
ikki til at lata standa til og
onki gera. Tíðin er eisin
farin frá bert at gera tað,
sum altjóða samfelagið
tvingar okkum at gera.
Neyðugt er at vera fram-
søkin – eisini á Fólkatingi.
Nútímans náttúru- og
umhvørvispolitikkur bygg-
ir fyri stóran part á altjóða
sáttmálar og millumlanda
avtalur, sum eru samtyktar
í ST, ES og øðrum sam-
veldisstovnum. Tað er
eisini har, at altjóða sátt-
málarnir og avtalurnar
verða dagførdar. Óansæð
ríkisrættarligu støðu
Føroya, so hevur tað ikki
verið siðvenja hjá lands-
stýrinum ella umsitingini
at taka virknan lut í tí
fyrireikandi arbeiðinum,
møguliga tí tað kostar ov
nógv í tíð, embætisfólkum
og pengum. Hetta er helst
ein av orsøkunum til, at so
langt enn er á mál, til
Føroyar innan lóggávu,
umsiting, gransking og í
verjandi tiltøkum kunnu
kallast at hava ein fram-
søknan umhvørvispolitikk.
Eg vil arbeiða fyri, at
umhvørvið verður raðfest
ovarlaga, so tað politiskt
og umsitingarliga verður
gjørligt hjá føroyingum at
seta fingramerki á fram-
tíðar altjóða náttúru- og
umhvørvispolitikk. At
tryggja føroyingum luttøku
í fyrireikandi arbeiðinum á
altjóða pallinum longu
tíðliga í tilgongdini, ger
okkum betur før fyri at
taka røttu avgerðirnar til
røttu tíð og soleiðis føra
ein framsøknan umhvørvis-
politikk - eisini á
Fólkatingi.
www.annikaolsen.net
Fólkatingsvalevni
Fólkafloksins
AnnikA
Olsen
Val
Framsøkin umhvørvispolitikkur - eisini á Fólkatingi
Tað skuldi verði mær
ein stór gleði at umboða
Føroyar eftir komandi
fólkatingsval sum tað
sømir seg við spekt og
sóma bygt á tær
royndir og tað netverk,
sum skapt er gjøgnum
20 ára politiskt arbeiði
millum føroyskar og
danskar polittikarar. Til
hetta arbeiði eri eg til
dystin fús
Føroyar hava brúk fyri,
at ein sambandsrødd
umboðandi landið
komandi valskeið. Eitt
fólkatingsumboð, sum
hevur hjarta á røttum
stað, og sum umboðar
tann sakliga partin av
føroyingum. Eitt fólka-
tingsumboð sum sær allar
teir positivu
møguleikarnar í
samstarvinum.
Høvuðsuppgávan hjá
einum sambandsumboði
er sjálvandi fyrst og
fremst tað politiska
arbeiðið á fólkatingi - at
virka í fólkatinginum, har
alt ríkið, Danmark,
Grønland og Føroyar, er
umboða á líka fóti.
Uppgávan er eisini at
umboða føroyingar í Dan-
mark, tey ungu undir út-
búgving, tey sum eru har
vegna sjúku, og teir før-
oyingar sum annars hava
ørindi har.
Ein sera týdningarmikil
og forsømd uppgáva er
eisin at gera eitt
upplýsandi arbeiði fyri at
kunna danir um føroysk
viðurskifti, bjóða seg
fram til felagskapir,
skúlar og onnur við
sakligari upplýsing um
Føroyar.
Tað skuldi glett meg at
fingið loyvi til at virka
fyri føroyskum
viðurskiftum í
ríkisfelagskapinum.
Til dystin fús!
edmund
JOensen
Val
Danir fara um stutta tíð
at samtykkja ein
nýggjan ES-sáttmála.
Hesin sáttmáli hevur
verið borin saman við
eina nýggja felags
grundlóg fyri
limalondini í ES, har
danir eins og onnur fólk
mugu geva
sjálvsavgerðarrætt frá
sær. Ein slíkur sáttmáli
kann tí eisini viðføra, at
felagsmál millum
Føroyar og Danmark
verða flutt til Bryssel.
Hetta er eitt álvarsmál
fyri Føroyar, og
fólkatingssessurin skal
brúkast til at fyribyrgja,
at føroyskur
sjálsavgerðarættur verður
avreiddur til Bruxelles.
Ein føroyskur
fólkatingslimur skal
fylgja væl við, og
arbeiða fyri at varðveita
og menna ta serstøðu,
sum vit hava í ríkinum og
í Evropa.
Tí skal
fólkatingslimurin vera á
staðnum, har avgerðirnar
verða tiknar.
Føroyar og ES
Javnaðarflokkurin
HelenA dAm
á neystAbø
Val
Tað ber til at vinna Før
oyum eina nýggja skipan,
har vit hava veruligt
uttanríkispolitiskt virkis
føri. Við at seta politiskan
dialog í fremstu røð og
leggja konfrontatiónir og
gerðarloysi afturum ber
til skifta heimastýris
lógina út við nýggjan
sáttmála, ið byggir á
Frælsan Felagsskap
Fyri at taka okkum fram í
føroyskum sjálvstýri er
umráðandi, at hetta verður
eitt felags mál fyri
føroyingar. Vit eru øll
samd um, at okkum tørvar
størri virkisføri og
avgerðarrætt á
uttanríkispolitiska økinum.
Serliga aktuelt er hetta,
nú Danmark leggur alt
meira av valdinum til ES at
umsita. Føroyar eru ikki
partur av ES, tí meiriluti er
framvegis ímóti hesum í
Føroyum. Tí er tað
margháttligt, at okkara
uttanríkispolitikkur skal
verða stýrdur av ES
umvegis Danmark.
Vit eru noydd at síggja
hendan trupulleika í eyguni
og gera nakað við hann.
Vit kunnu ikki lata
gerðarloysi vera okkara
vørumerki. Men vit skulu
ikki leypa í konfrontatión
við danir um hetta. Tí tað
loysir ongar trupulleikar.
Tað er langt síðani
prógvað.
Við mínum sessi á
Fólkatingi vil eg virka fyri,
at vit fáa eina heilt nýggja
skipan við sáttmála, ið
tryggjar Føroyum
sjálvstøðugt
uttanríkispolitiskt vald.
Tað er ein avbjóðing
áhaldandi at vísa á, at
samstarvið við Danmark
bert kann virka, tá tað er
grundað á eina felags fatan
um, at samstarvið er
millum javnsettar partar.
Og at ikki gomul jura, men
ein felags vilji at økja
rásarúmið hjá øllum
pørtum er fortreyt og vegur
í samstarvinum.
Útgingin heimastýrislóg
Verandi heimastýrislóg er
farin um seinasta søludag.
Vit frískaðu hana upp við
nýggju yvirtøkulógini, men
kortini er hon ikki
tíðarhóskandi longur.
Tað vóru grundleggjandi
broytingar gjørdar í
viðurskiftunum millum
Danmark og Føroyar, tá
Heimastýrislógin kom fyri
skjótt 60 árum síðani.
Føroyar fingu lóggávu- og
fyrisitingarvald, sum
saman við avgerandi
stuðuli frá
ríkismyndugleikunum hava
staðið fyri stórum
framstigum í menningini
av einum føroyskum
vælferðarsamfelag.
Tá var hetta eitt nýbrot í
samvinnu millum lond.
Nýbrot, sum juristar søgdu
var ómøguligt, men sum
við víðskygni og treiskni
bleiv veruleiki og sum nú í
skjótt 60 ár hevur verið
karmur um samvinnuna
millum Føroyar og
Danmark.
Nú eru Føroyar eitt
nýmótans
vælferðarsamfelag, sum
má hava størri
uttanríkispolitiskt virkisføri
og harvið
marknaðaratgongd, skal
tað framhaldandi mennast.
Men júst á hesum økjum
setir heimastýrislógin ov
stórar avmarkingar.
Nýggj byrjan
Søguliga hevur
Javnaðarflokkurin altíð
staðið fyri teimum
framstigum, sum eru tikin
á sjálvstýrisleið. Tað sum
hevur eyðkent avgerðirnar
er, at tær eru tiknar, tá tær
hava verið neyðugar fyri
framhaldandi menning av
samfelagnum.
Nú er ein nýggj byrjan
neyðug. Vit skulu gjøgnum
virðiligan og upplýsandi
dialog semjast við danir
um ein sáttmála ímillum
londini bæði, har vit
viðurkenna hvørt annað
sum javnbjóðis tjóðir í
einum frælsum felagsskapi.
Um vit í nýggja
felagsskapinum seta
okkum uttan fyri donsku
grundlógina, krevur hetta,
at vit ítøkiliga fara í gongd
aftur at arbeiða við
føroysku stjórnarlógini.
Tað vil siga, at
stjórnarskipanarnevndin
aftur skal til arbeiðis.
Í stjórnarlógini skal
greitt ásetast:
hvussu politiska valdið
er skipað innanlands og
úteftir
hvussu landið er skipað
fyrisitingarliga og
rættarliga
hvørji rættindi og hvørjar
skyldur borgarar landsins
hava
Tað er mín sannføring, at
vit náa á mál, um vit venda
gerðarloysi til virkisfýsni
og konfrontatión til
dialog...
Nýggj byrjan: Burtur við konfrontatiónini
– fram við loysnunum
www.john.fo
JOHn
JOHAnnessen
Val