fríggjadagur 2. november 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 213 - 2. november 2007
tel 30 30 30 www.ft.fo www.nummar.fo info@nummar.fo www.gulu.fo info@gulu.fo
Seinasta freist at
lata broytingar inn
til telefonbókina
2008 er mikudagin
7. november 2007
Mikudagin 7. november 2007 er seinasta freist at koma við
rættingum til Hvítu Síðurnar í Telefonbókini fyri 2008 (vanliga
telefonyvirlitið). Rættingarblað til Hvítu Síðurnar er á síðu 563
í Telefonbókini 2007, og skal sendast til: Kundaskráseting,
Føroya Tele, Postboks 27, FO-110 Tórshavn ella faks 31 79 68.
Eykaupptøkur v.m.:
Umframt rættingar til navn, bústað, telefonnummar, o.s.fr. ber
eisini til at gera nakað serligt burturúr júst tínum telefon-
nummari við undirstrikingum, eykaupptøkum og/ella undir-
upptøkum. Prísurin er 62,50 kr. (íroknað mvg) fyri hvørja undir-
striking, eykaupptøku ella undirupptøku.
Búmerki:
Eisini ber til at umbiðja búmerki í Hvítu Síðum. Prísurin fyri
búmerki er kr. 2.000,00 (ikki íroknað mvg) fyri hvørja upptøku.
Fyri búmerki í litum er prísurin kr. 3.000,00 fyri hvørja upptøku.
Mikudagin 7. november 2007 er seinasta freist at boða frá av
nýggjum, um upptøka ynskist í Gulu Síðum.
Prísir:
(A) Standardlýsing ........................................ kr.
900,00
(B)
Innramming............................................. kr. 1.000,00
(E)
Grafisk lýsing fyri mm (min. 30 mm) ....... kr.
30,00
(Sí dømi á s. 565 í Telefonbókini 2007)
Litlýsingar
Umframt vanligar svart/gular lýsingar, er eisini møguleiki at lýsa
við hvítari bakgrund og við litum. Eykakostnaður fyri hvíta bak-
grund er kr. 600,00 og fyri litir við hvítari bakgrund kr. 1.400,00.
Skrásetingar-/rættingarblað til Gulu Síður er á síðu 564 í Tele-
fonbókini 2007, og skal sendast til: Føroya Tele, Postboks 27,
FO-110 Tórshavn, ella faks 32 11 66.
GG: Prísirnir á Gulu Síðum eru uttan mvg!
Í mars 2008 verður telefonbókin borin út til allar fastnetstelefonfelagar í Føroyum.
Virki, handlar og stovnar skulu boða frá av nýggjum, um lýst verður í Gulu síðum.
Boðast skal eisini frá, um verandi lýsing ynskist óbroytt.
Hvítu Síður
Gulu Síður
Telefonbókin
2008
Samferðsludeildin sóknast eftir
ferðslusamskipara. Sum ferðslusamskipari
skalt tú tryggja eina eff ektiva tilrættalegging
og samskipan av dagligu ferðsluni. Ferðslan
umfatar fólkafl utning á Bygdaleiðum
og Oyggjaleiðum og farmafl uting til
útoyggjarnar
Starvið
Uppgávurnar verða m.a.:
• daglig samskipan
• kunning umvegis heimasíðu og fj ølmiðlar
• fyriskipa fl utningsavtalur
• umsita útoyggjastuðulin
• gera mannagongdir og hondbøkur
• skeiðfyriskipan fyri Bygdaleiðir
• sáttmálaeftirlit við Bygdaleiðum
• verða við í arbeiðinum at gera ferðaætlanir
Førleikakrøv
Vit rokna við, at tú:
• hevur útbúgving ella royndir innan
logistikk, ferðslustýring e.l.
• hevur góðan KT-kunnleika á brúkarastøði
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og málrættað
• ert ágrýtin og hevur góð samstarvsevni
• orðar teg greitt og væl, bæði munnliga og
skrivliga
Umsókn og treytir
Starvið verður sett sambært galdandi
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi fakfelag.
Arbeiðsstaðurin er í løtuni í Tórshavn. Frá 1.
januar 2008 er arbeiðsstaðurin á Tvøroyri.
Umsóknarfreistin er hósdagin 8. november.
Send umsóknina við próvskjølum og
møguligum viðmælum til: Strandfaraskip
Landsins, stílað: Stjóraskrivstovan, Boks 88,
FO-110 Tórshavn.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú
venda tær til Regin Vágadal, stjóra, á telefon
343012.
Fakta:
Uppgávan hjá Samferðsludeildini er at skipa
almenna samferðsluøkið. Vit leggja til rættis,
stýra, selja, samskipa og kunna um almennu
ferðsluna á sjógvi og landi.
Strandfaraskip Landsins reka 29 leiðir (22
Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir). Til hendan
rakstur eru uml. 40 bussar og 8 ferjur.
Samlaða talið á starvsfólkum á SL svarar til
120 ársverk.
FERÐSLUSAMSKIPARI
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan-
lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum
við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar,
8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk.
Samferðsludeildin á Strandferðsluni sóknast
eftir sølusamskipara.
Sum sølusamskipari fært tú ábyrgd
fyri tilrættalegging og samskipan av
ferðaseðlaskipanini á Bygdaleiðum og
Oyggjaleiðum.
Starvið
Høvuðsuppgávurnar eru:
• at menna og fyriskipa tænastur til
kundabólkarnar
• at umsita ferðaseðla- og hagtalsskipanina
Buscom
• at umsita útgerð og viðlíkhald av
ferðaseðlamaskinunum
• at fyriskipa dagligu rapporteringina til
kundaavrokning og hagtøl
• at fyriskipa eftirlit við ferðaseðlasøluni
• at fyriskipa mannagongdir, vegleiðingar
og undirvísing
Talan er um eitt spennandi starv við
nógvum avbjóðingum, har tú eisini arbeiðir
við øðrum uppgávum innan virksemið
hjá Samferðsludeildini. Eitt nú verður
tú við í arbeiðinum at fyrireika nýggja
ferðaseðlaskipan til SSL.
Førleikakrøv
Vit rokna við, at tú
• hevur útbúgving ella royndir innan handil,
logistikk ella líknandi
• hevur gott hegni og góðan førleika innan
KT
• er røkin, málrættað/-ur og arbeiðir
sjálvstøðugt
• hevur góð samstarvsevni og góðan
tænastuhugburð
• orðar teg væl, bæði munnliga og skrivliga
Umsókn og treytir
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Arbeiðsstaðurin er í løtuni í Tórshavn. Frá 1.
januar 2008 er arbeiðsstaðurin á Tvøroyri.
Umsóknarfreistin er 8. november. Send
umsóknina við próvskjølum og møguligum
viðmælum til: Strandfaraskip Landsins, stílað:
Stjóraskrivstovan, Boks 88, FO-110 Tórshavn.
Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú
venda tær til Regin Vágadal, stjóra, á telefon
343012.
Fakta:
Uppgávan hjá Samferðsludeildini er at skipa
almenna samferðsluøkið. Vit leggja til rættis,
stýra, selja, samskipa og kunna um almennu
ferðsluna á sjógvi og landi. Árliga sølan er uml.
43 mió.kr.
Strandfaraskip Landsins reka 29 leiðir (22
Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir). Til hendan
rakstur eru uml. 40 bussar og 8 ferjur. Samlaða
talið á starvsfólkum á SL svarar til 120 ársverk.
SØLUSAMSKIPARI
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan-
lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum
við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar,
8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk.