fríggjadagur 2. november 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 2. november 2007
33
lýsingar
Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53
lsh@lsh.fo www.lsh.fo
er sjúklingurin í miðdeplinum
eru umleið 200 seingjarpláss
eru umleið 20 læknafakligar sergreinir
eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir
eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi
er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering
Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
Leiðari til viðgerðareindina »DAGLONIRNAR«
á Psykiatriska deplinum
Til okkara nýggju viðgerðareind »Daglonirnar« á Psykiatriska deplinum, søkja vit
eftir einum framsóknum og eldhugaðum leiðara.
Starvið er eitt fulltíðarstarv at seta frá 1. januar 2008 ella eftir nærri avtalu.
Um Daglonirnar
Daglonirnar er ein nýggj eind, sum skal samskipa og menna eitt framsøkið og
dygdargott tilboð til ambulantar og innlagdar sjúklingar á Psykiatriska deplinum.
Tær einstøku eindirnar eru: Dagdeildin »Varðin«, Psykiatriskúlin, Fysioterapiin,
Ergoterapiin, Barna- og ungdómspsykiatriin og uppsøkjandi psykosutoymi.
Vit leita eftir einum ígongdsetara, sum torir at ganga
nýggjar leiðir og er opin fyri nýggjum avbjóðingum,
• at uppbyggja eindina og samskipa tvørfakligt viðgerðartilboð á
deplinum
• at fyrireika og seta í verk nýtt virksemi
• at tryggja gott samstarv innanhýsis millum teir ymisku
fakbólkarnar
• at tryggja gott samstarv við aðrar stovnar og samstarvsfelagar
Leiðarin skal hava ábyrgdina av:
• dagligu fyrisitingarligu-, fíggjarligu-, og fakligu leiðsluna av
eindini
• viðgerðartilboðunum til teir innløgdu og ambulantu
sjúklingunum
• at tryggja støðuga fakliga menning og eitt høgt tænastustøði
• at viðgerðartilboðini verða í tøttum samstarvi við tey tvørfakligu
toymini
• at tann einstaki sjúklingurin verður settur í miðdepilin
Vit kunna bjóða
• eitt spennandi og mennandi og dynamiskt starv við nógvum avbjóðingum
• positivt tvørfakligt samstarv við nógvum eldsálum
• gott læringsumhvørvi við nógvum møguleikum
• ráðgeving frá einum eksternum arbeiðskonsulenti í eitt avmarkað tíðarskeið
Vit vænta
• at tú hevur viðkomandi fakliga útbúgving
• at tú hevur leiðsluútbúgving, tó ikki ein treyt, men skal so takast eftir setan
• at tú hevur leiðsluroyndir, ella hevur roynt teg í líknandi uppgávum
• at tú hevur royndir innan tað psykiatriska økið
• at tú megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini
• at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva
• at tú hevur góð evni at seta í verk og fylgja upp fyriskipanir
• at tú hevur gott yvilit og greiða talu
• at tú hevur góð evni at motivera og vísa fleksibilitet
• tætt samstarv við depilsleiðsluna
Nærri fæst at vita við at ringja til Tórmóð Stórá, læknafakligan depilsleiðara, tlf.
304500 lok. 4100, tost@lsh.fo ella til Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur,
lokal 4102, bergitw@lsh.fo
Umsóknarfreist
20. november 2007 kl. 12.00
STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM
Deildarleiðara til B8
Eitt starv sum avloysari fyri deildarleið-
ara á B8 á starvsbrøki 1,0 er leyst at
søkja til setan 1. desember 2007 ella
eftir avtalu til og við 30. september
2008.
B8 er ein nýumvæld medisinsk deild,
sum tekur móti elektivum og akuttum
med. sjúklingum við cardiologi sum
sergrein. Ætlanin er í framtíðini, at
deildin eisini fer at taka móti sjúklingum
við akuttum apoplexi.
Deildarleiðarin hevur innan tað sjúkra-
røktarfakliga øki tilvísing til leiðandi
sjúkrarøktarfrøðingin á Medisinska
deplinum. Ætlanin er at implementera
THS primo 2008. Card. eftirutbúgving
byrjaði á deildini í februar 2007.
Deildarleiðarin hevur m.a. ábyrgd av:
• sjúkrarøktini
• dagligu leiðsluni
• fakligu menningini
• fíggjarstøðuni
Vit bjóða:
• innleiðslu
• fakliga kompetentar starvsfelagar
• fjølbroyttar avbjóðingar
• ávirkan á fakliga menning
Krøv til umsøkjarar:
• prógv og góðkenning sum
sjúkrarøktarfrøðingur
• góð samstarvsevni og góðar royndir
við tvørfakligum samstarvi
• drúgvar fakligar royndir innan
medisinska økið
• áhuga fyri fakligari mennning av
starvsfólkum
• royndir og hug til leiðslu
• visiónir, sjálvstøðugur og kreativur í
arbeiðnum
Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava
leiðsluroyndir og/ella cardiologiska
eftirútbúgving.
Starvslýsing og meira fæst við at ringja
304500 til Marjun Thomsen,
deildarleiðara, lokal 6068/6008 ella til
Ásu Poulsen, leiðandi
sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102,
lsasapo@ls.fo
Umsóknarfreistin er 12. november
2007 kl. 12.00.
Lønar- og setanartreytir samb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Tað er umsøkjarans ábyrgd at umsóknin er Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi, áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið, Lønar- og starvsfólkadeildin, FO-100 Tórshavn
Starvsfólk til Vekslaran
Til vekslaran søkja vit eftir einum
starvsfólki at arbeiða niðursetta tíð á
starvsbrøki 0,68 til setan 1. desember
2007 ella eftir avtalu.
Starvið snýr seg m.a. um:
• telefonavgreiðslu
• leiðbeining til vitjandi
• postavgreiðslu
• skrásetingar
Vit søkja eftir starvsfólk við:
• samstarvsvilja
• sjálvstøðugleika
• ábyrgdarkenslu
• royndum innan økið
Vit kunnu bjóða:
• eitt spennandi og avbjóðandi starv
• eitt arbeiðspláss í menning
• at arbeiða saman við góðum og
dugnaligum starvsfeløgum
Nærri fæst at vita um starvið við at
ringja 304503 ella 304500 til Jákup
Nolsøe, deildarleiðara, lokal 1130.
Umsóknarfreistin er mánadagin, 19.
november 2007 kl. 12.00.