Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-02, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. november 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 213 - 2. november 2007 tíðindi Starvið Av tí at skrivstovufólk okkara hevur valt at taka við øðrum avbjóðingum í Yrkisdeplinum, er eitt áhugavert og fjølbroytt fulltíðarstarv sum skrivstovufólk leyst at søkja í Yrkisdeplinum við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning við skiftandi uppgávum. Arbeiðsøki Í høvuðsheitum at arbeiða við øllum vanligum fyrisiting- arligum uppgávum og at hava skrivligt og munnligt samskifti við viðskiftafólk, t.e. lærupláss, lærlingar, yrkis- skúlar, yrkisnevndir og onnur innan arbeiðsmarknaðar- og yrkis útbúgvingarøkið. Førleikakrøv Vit vænta okkum, at umsøkjari: - Hevur handilsskúlaútbúgving og royndir í skriv stovu- yrkinum ella aðra javnsetta útbúgving og royndir, - hevur góðan teldukunnleika og kunnleika til mál, serliga føroyskt, og - hevur góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálv- støðugt. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar - málaráðið og Starvsmannafelagið. Setanarøkið fevnir um alt stjórnarráðið og tess stovnar. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til: Yrkisdepilin Postrúm 3279 FO-110, Tórshavn ella sum teldupostur til: eydung@yrkisdepilin.fo Umsóknir skulu vera Yrkisdeplinum í hendi í seinasta lagi 19. november 2007, kl. 16.00. Starvið verður at seta skjótast til ber. Upplýsingar um virksemið hjá Yrkis deplinum eru at fi nna á heimasíðuni: www.yrkisdepilin.fo Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, ber til at ringja til Eyðun Gaard, fyrisitingarleiðara, tlf. 555066. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt fyrisitur ráðið uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Yrkisdepilin er ein sjálvstøðug fyrisiting í Mentamálaráðnum, sum fyrisitur arbeiðsmarknaðar- og yrkisútbúgvingarmál, herundir at vera fyrisiting hjá Yrkisútbúgvingarráðnum og yrkisnevndunum. Yrkisdepilin fyrisitur eisini ávís viðkomandi málsøki fyri Mentamálaráðið, herundir at avgreiða ferða- og lønarendurgjald til lærupláss o.l. Skrivstovufólk sansir.fo Eitt fyribilsstarv sum stýrimaður á Sam er leyst at søkja á Strandfaraskip Landsins. Viðkomandi skal byrja beinanvegin, og starvstíðin er fram til 20. oktobur 2008. Umsóknarfreistin er 8. novembur. Sí lýsingina á heimasíðu okkara www.ssl.fo Fyribilsstarv sum stýrimaður Kunngerð Fráboðaða fólkatingsvalið fer fram Týsdagin tann 13. november 2007 í veitsluhøllini á Vesturskin, á Toftum. Atkvøðutíðin er frá: kl. 09.00 til 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøður Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi leygardagin 10. november 2007 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna. Brævatkvøðurnar skulu vera valstýrinum í hendi innan valið byrjar kl. 09.00 tann 13. november 2007. Heimaval Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagið leygardagin tann 10. november 2007, við at boða frá til fólkayvirlitið á kommunuskrivstovuni tlf. 447586 helst innan kl. 15.00 fríggjadagin 9. november 2007. Valkort Valkort skulu nýtast til valavgreiðsluna og valkortini verða sent út við postinum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kom­ munuskrivstovuni frá sum skjótast. Toftir, hin 30.november 2007 Valstýrið í Nes kommunu N e s K o m m u N a 650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo Reyði Krossur Føroya Lær 1. hjálp Skeið byrjar 18. nov. 2007 um undirtøkan er nóg stór. Kostnaður kr. 700,- Sí heimasíðuna www.redcross.fo Reyði Krossur Føroya redcross@redcross.fo Tlf. 283630 ella 317841 Sum áður lýst verða allir ómerktir bátar, bátavognar og bátastólar á havnaøkjunum hjá Tórshavnar kommunu, sum ikki vóru tiknir burtur áðrenn 1. november, fyribeindir fyri eigarans ábyrgd og rokning. Kunngerð Tórshavnar havn Lesið -tað loysir seg