Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 214 - 5. november 2007 ] Levi til EB/Streym Levi Hanssen spælir komandi ár við EB/Streymi, har nýggjur høvuðsstuðul varð kunngjørdur á ársveitsluni Fótbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Seinasti fótbóltsdystur­ in í hesum kappingar­ árinum er spældur, men í EB/Streymi var talan um eitt hendingaríkt vikuskiftið, hóast bólt­ urin ikki rullaði. Leygarkvøldið varð skipað fyri ársveitslu í ítróttarhøllini í Kolla­ firði, og har varð kunn­ gjørt, at felagið hevur fingið nýggjan høvuðs­ stuðul. Búmerkið hjá Føroya Banka kemur komandi kappingarár at prýða leikbúnarnar hjá felagsliðnum, sum í ár hevur havt sítt besta kappingarár nakrantíð, har teir vunnu steypa­ kappingina og endaðu nummar tvey í lands­ kappingini. Harnæst boðar felag­ ið umvegis heimasíðu sína í kvøld frá, at tey eisini hava knýtt ein leikara aftrat hópinum frá komandi kappingar­ ári at rokna. Levi Hans­ sen, sum er uppvaksin í B36, men tey bæði síðstu árini hevur spælt við Skála, skal nú umboða EB/Streym. Heimasigrar í báðum dystunum í bestu mansdeildini hava við sær, at ÍF og SÍ nú eru fremstu liðini í deildini Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tey bæði siðvandu Fleyr og Mjølnir eru á aftastu sess­ unum í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti. Tað er støðan eftir fyrstu fáu dystirnar á árinum, og hvør­ gin parturin megnaði av álvara at sannføra um, at tað eigur at vera øðrvísi enn tað sama. Á Kambsdali var Fleyr á vitjan, og her var fyri tað nógva talan um einvegis ferðslu. Meistararnir úr ÍF vóru greitt omaná, og tó at Fleyr royndi at svara aftur eina løtu, so gav hetta ikki stórvegis. Tvørtur ímóti setti ÍF av álvara trumf á, tá Fleyr hevði tikið triðja sett­ ið, og við tryggum 25­16 í fjórða settinum undirstrik­ aði ÍF, at teir vóru sterkara liðið. Í Sørvág beit Mjølnir eitt sindur meira frá sær. Eftir at gestirnir javnaðu til 1­1 eftir næsta settið, tóktist spenningur veruliga at koma í dystin, men vertirnir vildu tað tó øðrvísi. Triðja og fjórða settið var als eing­ in ivi, og so kundu teir legg­ ja seg ájavnt við ÍF í oddinum. Fram, sum hevði frí hetta vikuskiftið, tykist enn hava hug at stinga nøsina fram millum tey bæði oddaliðini. Mikukvøldið skulu teir á heimavølli royna seg móti SÍ í tí, sum líkist eisini veruligari styrkisroynd. Fleyr fekk ikki gjørt stórvegis, tá teir vitjaðu hjá ÍF leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen ÍF og SÍ fremst ÍF er enn ósigrað, men bæði Dráttur og ÍF royna at halda fast í oddinum Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast bert fá umfør eru farin av meistaradeildini hjá kvinnum, so tykist stiga­ talvan longu nú verða farin í tvey. Tey trý niðastu vóru øll í dysti um vikuskiftið, og tó at Mjølnir­kvinnurnar vóru heilt nær sínum fyrsta stig, so vildi ikki bera til kortini. Mjølnir hevði vitjan av KÍF, sum noyddist út í drúgvan 5­settara, men tað rakk tó ikki til stig hjá heimaliðnum. Talan varð um ein sera javnan dyst, har tað fleiri ferðir reið um snarið. Seinasta settið settu gestirnir tó av álvara ferð á. Kreftirnir og konsentra­ tiónin hjá Mjølni gingu eis­ ini undan, og við tryggum 15­4 kundu tær úr Kollafirði toga sigurin heim.. Á tvøroyri tók tað eina løtu, áðrenn ÍF veruliga kom fyri seg. Heimaliðið birti sær eina vón við at vinna fyrsta settið, og vildi væl til, so kundi talan væl verði um stig eisini. Gest­ irnir eru tó ikki oddalið fyri einki, og við sjálvsálitinum, sum hetta gevur, megnaðu tær tvær ferðir á rað at vinna sera tøtt sett við teim­ um báðum neyðugu bólt­ unum. Og so var at kalla útselt hjá TB, sum ikki megnaði at halda ferðini í dystinum koyrandi. Seinasti dysturin var í Havn, har Dráttur vitjaði hjá Fleyr. Her gjørdist talan um tryggan sigur til Drátt. Samanlagt vann Fleyr bara 36 bóltar, og tí kundu tær illa mótmæla greiða tapinum. Trý renna kapp í oddinum Úrslit Meistaradeild kvinnur Fleyr­Dráttur 0­3 (15­25, 12­25, 9­25) TB­ÍF 1­3 (25­20, 24­26, 23­25, 16­25) Mjølnir­KÍF 2­3 (23­25, 26­24, 18­25, 25­23, 4­15) Meistaradeild menn ÍF­Fleyr 3­1 (25­19, 25­22, 19­25, 25­16) SÍ­Mjølnir 3­1 (20­25, 25­17, 25­16, 25­16) Holst var sjúkur Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst var ikki við frá byrjan, tá ið Lyngby spældi ímóti Brøndby í donsku superliguni í gjár. Orsøki var, at Holst hevði ligið sjúkur í vikuni, og orkan var ikki til ein heilan dyst. Holst kom tó á vøllin í seinna hálvleiki, men hann fekk einki broytt – Lyngby tapti 3­0. Lyngby liggur aftast í superlig­ uni við 9 stigum fyri 12 dystir. Beint frammanfyri liggja Viborg og AGF. Ferguson var illur Sir Alex Ferguson var úti við rívuni eftir stórdystin millum Arsenal og Manchester United. ­ Howard Webb er ein góður dómari. Men tað vóru løtur í dystinum, har hann favoriseraði Arsenal. Til dømis við støðuna har Arsenal javnar til 2­2. Teir gera upplagt fríspark ímóti Saha beint áðrenn málmøguleikin uppstendur, segði Ferguson eftir dystin. Ferguson heldur eisini, at trygdin hjá honum, og hinum á United­beinkinum ikki var nóg góð. Hann heldur eisini, at væl uppbakkandi áskoðarnir hjá Arsenal løgdu eitt stórt trýst á dómaran. Arsenal vísir aftur, at trygdin ikki var nóg góð.