Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-05, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. november 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 214 - 5. november 2007 29 Kunningarleiðari til Felagið Vágar Felagið Vágar er eitt felag sum rekur Vága Kunn­ ingarstovu og umboðar ferðavinnuna, handils­ vinnuna og aðra vinnu. Søkt verður eftir kunningarleiðara, starvið er tíðaravmarkað til 3 ár. Leingjan av starvstíð er treytað av framhaldandi fígging. Arbeiðsuppgávurnar hjá Kunningarleiðaranum eru m.a. • At kunna um Vágar – Mykines • At marknaðarføra Vágar og Mykines við faldarum o.ø. • At menna og samskipa handils­ og tænastuvinnuna í økinum. • At kunna um tiltøk innan mentan í økinum • At dagføra heimasíðuna hjá felagnum Vágar • At hava dagligu leiðsluna av felagnum Vágar. • At hava ábyrgd av fíggjarstýringini. Kunningarleiðarin skal kunna: • Arbeiða sjálvstøðugt og hava góð samstarvsevnir. • Hava hollan málkunnleika • Hava teldukunnleika • Royndir innan ferðavinnu er ein fyrimunur Nærri fæst at vita við at venda sær til Eyð Ellingsgaard nevndarformann á tlf. 221431. Løn sambært avtalu. Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi innan 15. november 2007. Felagið Vágar Eyð Ellingsgaard 380 Sørvágur Goymslu- og handilslærlingur Søkt verður eftir goymslu- og handilslærlingi til P/F Vónina í Fuglafirði at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðið umfatar m.a.: • beinleiðis sølu frá goymsluni • dagliga avgreiðslu av telefonbíleggingum • goymslustýring (Navision Attain) Vit ynskja at tú hevur HH ella FHS og vænta at tú: • ert framfýsin og ágrýtin • hevur lætt við at samskifta • ert áhugað/ur í fiskivinnuni • hevur teldukunnleika Lønin er sambært galdandi sáttmála. Umsókn, saman við møguligum prógvum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. november. P/F VÓNIN Bakkavegur 22 · PostBoks 19 Fo-530 FuglaFjørður · tlF. 474200 Tað hendir seg eisini, at løgreglan er við í ferðsluóhappum. Tað hendi eisini fríggjadagin Óhapp Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fríggjadagin fór ein løg­ reglubilur í knús, tá ið hann var við í einum ferðslu­ óhappið. Óhappið hendi á Bøllu­ reyni uppi á Oyggjarveg­ num, tá ið ein politibilur á veg norðureftir, skuldi leggja ein annan bil aftur­ um. Men hin bilurin ansar ikki eftir, at hann verður yvirhálaður, tí tá ið politi­ bilurin er undir liðini á hin­ um, snarar hann inn fyri politibilin, sum fór útav veg­ num og bóltaði einar tvær ferðir runt. Tveir politistar vóru í bilinum. Teir sluppu snikka­ leysur frá óhappinum, men sjálvur løgreglubilurin fór so illa, at hann er helst vrak. Eitt slíkt óhapp verður viðgjørt sum øll onnur óhapp. Tað merkir, at frá­ greiðing verður skrivað og so tekur fútin støðu til, um meiri skal gerast við málið. Hugleiðing um kirkjuna millum tjarna Har sum áður bert vaks gras og berjalyngur Kirkjan nú stendur, broyttist sjónarringur Har sum piltar ferðaðust í haga Fóru ferðir, upp um garð at kaga Har sum vilt var óbygt lendi Funnu nýggjar leiðir, ongin kendi Millum tjarnir, onki mundi saka Bóru byrðar, sigldu har við flaka Tíðin brátt við øllum fór Hagin hvarv og bygdin stór Har alt vaks og nørdist Grógvin partur av Havnini gjørdist Kirkjan nú stendur, sjón for søgn Millum Tútakannu­ og Myllutjørn Dagar mót himni, hon stásilig stár Hon boðini ber, fara dagar og ár Um enn fjarskotin ella heima Hugur so ofta í Hoyvík man sveima Tíðir broytast, eins og hugur barna Stolt stendur kirkjan millum tjarna 2. nov. 2007 D. Olsen Bilur hjá løgregluni fór í knús