mánadagur 5. november 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 214 - 5. november 2007
31
Lærarastarv
í Ziskatraðar Skúla
– Klaksvík
Tíðaravmarkað starv í Skúlanum á Ziskatrøð frá
19. novembur 2007 fyri lærara í barnsburðar
farloyvi.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í
lønarflokkinum 18.1 – 27.4.
Tímatalið verður umleið 25 um vikuna.
Viðv. lærugreinum fevnir starvið um:
Før., heimst. og bíbl. í 3. flokki, og sø., náttúr,/
tøkni og bíbl. í 6. flokki og 5 tímar í serundir
vísing.
Onnur krøv:
Tey, ið sett verða, mugu hava førleika og vilja at
arbeiða og samstarva undir ábyrgd leiðsl
unnar.
Hetta er eisini galdandi mótvegis starvsfeløg
um, næmingum og foreldrum.
Førleikakrøv:
Læraraprógv. Best er um umsøkjarar hava
starvsroyndir, men øll eru væl komin at søkja.
Setanarkrøv:
Tann, ið settur verður, má tola møguligar smærri
tímabroytingar í samband við starvið.
At senda umsóknir:
Umsóknir við c.v. og próvavritum skulu vera
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin
12. novembur 2007.
Fleiri upplýsingar:
Nærri fæsta at vita um starvið frá skúlastjóra
num Signar á Brúnni (telf. 225025 og 444386)
og varaskúlastjórastjóranum Ólavi Sjúrðarberg
(tel. 213625 og 443192).
Kunngerð
um fólkatingsval í
Sunda kommunu
Vísandi til, at fólkatingsval er útskrivað, skal
hervið verða kunngjørt, at atkvøðugreiðslan
fer fram týsdagin 13. november 2007. Atkvøtt
verður millum kl. 9.00 og 20.00 og hildið verður
fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.
Valt verður á hesum støðum:
• Veljarar búsitandi við Gjógv velja í skúlanum
við Gjógv
• Veljarar búsitandi við Norðskála, á
Oyrarbakka og á Oyri velja í Eydnuni á
Oyrarbakka
• Veljarar búsitandi í Tjørnuvík velja í
skúlanum í Tjørnuvík
• Veljarar búsitandi í Haldórsvík og á
Langasandi velja í skúlanum í Haldórsvík
• Veljarar búsitandi í Streymnesi og í Hvalvík
velja í skúlanum á Hvalvík
• Veljarar búsitandi í Saksun velja hjá Lars
Gunnar Dahl Olsen í Saksun
• Veljarar búsitandi í Hósvík velja skúlanum í
Hósvík
Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt til at
velja við brævatkvøðu, kunnu atkvøða á
kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð
mánadag til fríggjadag millum kl. 8.00 og
16.00, tó mikudag millum kl. 10.00 og 16.00,
til og við fríggjadagin 9. november 2007. Tá
seinasta freist fyri at greiða brævatkvøðu er
leygardagin 10. november 2007, verður kom
munuskrivstovan opin nevnda dag millum kl.
14.00 og 16.00.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á
valstaðið, og sum ynskja at greiða brævatkvøðu
heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá
á tlf. 471020 í seinasta lagi 9. november 2007
kl. 16.00.
Valkort:
Valkort verða send veljarunum í kommununi
við postinum, og um persónur, sum heldur seg
hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður
viðkomandi biðin um at seta seg í samband
við kommunuskrivstovuna á telefon 471020
sum skjótast.
Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið.
Oyrarbakki 30. oktober 2007
Sunda kommuna
Tað verður her gjørt kunnugt, at fráboðaða
fólkatingsvalið fer fram
týsdagin tann 13. nov. 2007
í skúlanum skúlastova nr. 1.
Atkvøðutíðin verður
frá kl. 9.00 og til kl. 20.00
og verður tá valið endað, so skjótt eingin
verljari kemur fram til valavgreiðslu, hóast
áheitan.
Brævatkvøður
Tey, ið av ymsum orsøkum heldur ynskja
at velja við brævatkvøðu á fólkayvirlitum
(kommunuskrivstovuni) ella heima, verða
biðin um at boða kommunuskrivstovuni
frá í seinasta lagi fríggjadagin tann 9. nov.
2007 kl. 12.00. Seinasti rættstundis dagur
fyri brævatkvøðugreiðslu er tó leygardagin
tann 10. nov. 2007 millum kl. 15.00 – 17.00 á
kommunuskrivstovuni.
Brævatkvøður skulu vera valnevndini, har
veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið
byrjar kl. 9.00 valdagin.
Valkort
Valkort skulu nýtast itl valavgreiðsluna. Hesi
verða send út við postinum. Veljarin, sum ikki
fær valkort, ella sum fær valkort við villum í,
eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna
skjótast gjørligt, men annars til og við val
dagin.
Minnist vinaligast til at hava valkortið við á
val.
Sørvágs Kommuna
www.sorvag.fo
Kunngerð
V a r ð a g ø ta 8 · F O - 3 8 0 S ø r V á g u r
S O r V a g @ S O r V a g . F O · t e l 3 6 3 2 0 0
Brúðarkoyring
Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein
bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t.
d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet
frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein
brúnan Jaguar frá 1978
Ring til Bilrøkt á 588880
www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo
Brúðarkoyring
um...
...er lisin
-so ert
tú við!
lýsingar