Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 215 - 6. november 2007 tíðindi Eftir 17 ár í stjóra­ starvinum takkar Gunnar Mohr nú fyri seg stjóraskifti Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tórshavnar Skipasmiðja skal nú hava nýggjan stjóra. Tað er greitt eftir at Gunnar Mohr, nú hevur gjørt av at leggja frá sær Hann fer úr stjórastarv­ inum tann 1. februar, men avloysarin er longu klárur. Nýggjur stjóri á Tórshavn­ ar Skipasmiðju verður Eyð­ finn Egholm. Gunnar Mohr hevur verið stjóri í Skipasmiðjuni sein­ astu 17 árini, men nú hevur hann hug at royna okkurt nýtt. Hann sigur, at hjá honum er hetta ein líka kensluborin avgerð, sum tað var at selja Skipasmiðjuna. Samstundis ynkir hann starvsfólkum og felagnum blíðan byr. Í tíðindaskrivi sigur nevndin í Skipasmiðjuni, at hon harmast um at missa Gunnar, men takkar honum samstundis fyri gott sam­ starv og ynskir honum góð­ an byr frameftir. Samstundis fegnast nevndin um at hava fingið Eyðfinn Egholm til nýggjan stjóra. Eyðfinn Egholm er tekn­ iskur stjóri hjá Danisco Sugar, Nykøbing Sukker­ fabrik. Hann er Civilverk­ frøðingur á maskintekniska økinum umframt at hann hevur búskaparliga útbúgv­ ing (HD­Fin). Síðani 1. juni 2007 hevur Eyðfinn Egholm eisini ver­ ið nevndarformaður fyri Tórshavnar Skipasmiðju, og kennir tí fyritøkuna væl. Tá ið Eyðfinn Egholm verður stjóri í Skipasmiðjuni fer hann frá sum nevndar­ formaður. Í tíðini fram til 1. februar 2008 verður arbeitt við at finna nýggjan nevnd­ arformann. Nýggjur stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju PARTABRØV LÆKKAÐU Hóvast arbeiðsmarknaðarfrágreiðingin úr USA fríggjardagin gjørdist betri enn væntað vigaðu vánalig tíðindir frá bankaheiminum meira hjá partabrævaíleggjarum. Hetta fekk partabrøv at lækka og liggja evropisk partabræv í dag 1,5% lægri enn fyri viku síðani. FAROE PETROLEUM RAKT VIÐ GASS Kursurin á Faroe Petroleum hækkaði 8,5% mánadagin. Teir kunngjørdu at teir hava rakt við týðandi nøgdir av gassi, tá teir boraðu fyrsta avmarkingarbrunnin í Breagh feltinum sum liggur í suður norðsjónum. Faroe Petroleum eigur 10% í hesum loyvinum, sum teir keyptu seg inn í fyri einum árið síðani. Boringin í avmarkingarbrunninum vísti eina samlaða súlu av gassi uppá umleið 120 metrar, sum er hægri enn væntað. Áhugavert er eisini at vatnstøðið í boringin er á just somu hædd sum í fyrstu boringini. Hetta kann tíða uppá, at samband er millum fundið á avmarkingarbrunnin og upprunabrunninum sum liggur 1,7 km burturi. Av tí at trupuleikar vóru við boringini fyri árum síðani, vóru eingin úrslit frá flowtestini tá. Tí verður verður bíða í spenningi eftir úrslitunum frá hesari flowtestini, sum kann geva nærri ábendingar um trýstið og nøgdina av gassi í brunninum. Av tí at feltið liggur fyri seg sjálvan er tað ikki so líka til, at knýta tað uppí onnur felt. Tí er tað týdningarmikið, at nøgdin av gassið er nóg stór til eina gassútvinning av hesum feltinum burturav. Flowtestin verður væntandi liðug hálvan novembur og kann úrslitið av henni fara at ávirka partabrævakursin. Sær royndin lovandi út, so verður farið undir at bora fleiri avmarkingarbrunnar. STØÐUGAR RENTUR Lánsbrævarenturnar hava verið støðugt lágar seinastu tvær vikurnar. 10 ára lánsbrævarentan liggur í løtuni á 4,30% HESA VIKUNA Evropiski miðbanki hevur rentufund hósdagin. Rentan verður væntandi óbroytt, men meiri spenningur er knýttur at viðmerkingunum tá høgi prísvøksturin og oljuprísurin verður havdur í huga. Amerikanski tjóðbankastjórin heldur talu, sum kann geva ábending um hvørja støðu FED hevur til rentuna komandi tíðuna. Annars verða eyguni enn einaferð vend ímóti bankaroknskapum hesa vikuna. Broytingarnar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðarnar. Greiningin er grundað á keldur, sum Kaupthing metir vera álítandi, men Kaupthing hevur ikki ábyrgd av, at tilfarið altíð er neyvt og nágreiniligt. Kaupthing kann heldur ikki ábyrgdast tapi ella líknandi, sum stendst av gerðum, ið hava støði í greiningunum í hesum tilfari. Postsmoga 3090, Bókbindaragøta 8, 110 Tórshavn, Tel 351500, Faks 351501, kf@kaupthing.fo, www.kaupthing.fo M A R K N A Ð A R R Á K V I K A 4 5 2 0 0 7 Vísital fyri norrøn partabrøv Donsk 10-ára renta Marknaðir Kursur +/- % Norðurlond 1429,68 -1,99% Alheims partabrøv 8456,96 -2,18% Atlantic Petroleum 1940,00 + 7,18% Føroya Banki 221,50 -0,23% Eik Banki 656,00 -3,24% KB Trygg Eurostoxx 111,10 + 1,95% USD 513,89 -0,55% JPY 4,47 -0,71% 4,2% 4,4% 4,6% 06/08 06/09 07/10 1320 1420 1520 06/08 06/09 07/10 Gunnar Mohr takkar nú fyri seg, tí hann skal royna nýggjar leiðir