týsdagur 6. november 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 215 - 6. november 2007
Fyrsta Trapputingið í
samband við komandi
fólkatingsval,
startskotið til
fólkatingsvalstríðið
var í Miðlahúsinum
fríggjakvøldi. Serligt
fyri hetta Trapputing
var, at tað var sent
beinleiðis á Rás2.
VALKJAK
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Við á Trapputinginum vóru
nøkur av fremstu valevnun
um úr øllum flokkum, Kaj
Leo Johannesen, formaður
í Sambandsflokkinum, Høg
ni Hoydal, formaður í Tjóð
veldinum, Jóannes Eides
gaard, formaður í Javnaðar
flokkinum, Jørgen Niclasen,
formaður í Fólkaflokkinum,
Rúna Sivertsen úr Sjálv
stýrisflokkinum og Bill Just
inussen úr Miðflokkinum.
Áhoyrarnir í Miðlahúsin
um og lurtarar á Rás2 fingu
eitt livandi kvøld, har val
evnini skiftu orð um føroys
ku umboðanina á fólkatingi,
førda politikkin á fólkatingi
síðstu árini, og hvat teir fara
at brúka sína umboðan á
fólkatingi til.
Hanus G. Johansen var
gestatónleikari á Trappu
tinginum, og hann framførdi
fleiri av sínum vælumtóktu
vísum, umframt tónleik hjá
Poul F.
Trapputingið var startskot
ið til fólkatingsvalstríðið,
og aftur hesa vikuna er Trap
puting í Miðlahúsinum.
Fríggjadagin fara nøkur av
fremstu valevnum til koman
di fólkatingsval aftur at
kjakast í Miðlahúsinum,
kryddað við livandi tónleiki.
Trapputingið komandi frígg
jadag er millum klokkan 16
og 18. Tiltakið er alment,
og har verður eisini høvi
hjá áhoyrarunum at seta val
evnunum spurningar.
Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya
søkir avloysara fyri lærara í
barnsburðarfarloyvi
Eitt fulltíðarstarv sum avloysari fyri lærara í
barnsburðarfarloyvi er leyst at søkja. Starvið
verður sett 1. desember 2007 ella skjótast tilber
og er til og við 30. juni 2008.
Uppgávur:
Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum verður støðugt
arbeitt við at menna útbúgvingina til sjúkra
røktarfrøðing, sum er á bachelorstøði. Broytingar
henda alsamt, og sum lærari á skúlanum fært tú
møguleika at luttaka í og ávirka broytingarnar.
Høvuðsuppgávurnar hjá læraranum fevna
um undirvísing innan sjúkrarøktarfakliga og
heilsuvísindaliga fakøkið, at vegleiða lesandi
og at tryggja teimum eina holla útbúgving.
Førleikakrøv:
Sjúkrarøktarfrøðingur við viðkomandi fram
haldslestri á kandidat ella masterstøði.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið
og
Felagið
Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til rektaran, telefon 35 22 55 ella 21 59 90.
Umsókn við CV og prógvum verður at senda til:
Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya
Att.: Súsanna M. Mortensen, rektari
Jónas Broncks gøta 25
FO100 Tórshavn
SJÚKRARØKTARFRØÐISKÚLI FØROYA
Jónas Broncksgøta 25 · FO-100 Tórshavn · tel: 352 250
fax: 352 251 · heimasíða: srfs.fo · t-postur: srfs@srfs.fo
Handilslærlingur
Vit sóknast eftir einum lærlingi til
okkara HVS-handil.
Tín førleiki
Vit vóna at tú ert fyrikomandi, íðin, nærlagdur,
sjálvstøðugur og skilur týdningin av góðari
kundarøkt. FHS ella onnur miðnámsútbúgving er
ein fyrimunur.
Afturfyri bjóða vit
Eitt starv har ið tú saman við øðrum kemur at taka
tær einum spennandi og fjøltáttaðum handli. Tú
fært møguleika at hjálpa og leiðbeina kundum
okkara, samstundis sum tú fært ábyrgd og møgu
leika til at menna okkara handil – Stutt sagt eitt
spennandi starv í einari fyritøku í støðugari
menning.
Seinasta freist at senda inn umsókn við prógvum er,
mánadagin 10. desember.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at ringja til
okkara á tel. 312 000
Maria Poulsen pf
Postmoga 182
FO-110 Tórshavn
Millum politikk og Poul F