Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. november 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 215 - 6. november 2007 Fundamentalisturin www.tvazz.com Ein leikur um trúgv “the Fundamentalist” eftir Juha jokela Eykasýningar verða á Meiarínum: Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni í Havn tlf. 302425 ella við dyrnar ein tíma undan sýning. týs. 6. nov. kl. 20 útselt mik. 7. nov. kl. 20 hós. 8. nov. kl. 20 útselt frí. 9. nov. kl. 20 Ley. 10. nov.kl. 18 sun. 11. nov. kl. 18 seinasta sýning lýsingar Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan Stuðul til Stuðulstoymið í Suðurstreymoy Søkt verður eftir stuðli til Stuðulstoymið í Suðurstreymoy Stuðulstænastan hevur til endamáls at veita sosialpedagogiska hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan til brúkarar um alt landið. Stuðulstoymið er ein tvørfakligur starvs­ fólkabólkur og heldur til í hølunum hjá Stuðulstænastuni í Løkjatúni 1 á Argjum. Málbólkurin hjá stuðulstoyminum er heimabúgvandi fólk omanfyri 18 ár, ið hava ein skerdan sálarligan virkisførleika. Arbeiðið hjá stuðulstoyminum fevnir um: • At stimbra og menna praktiskar og sosialar førleikar hjá brúkaranum. • At bøta um møguleikan hjá brúkaranum at fáa eitt trygdarnet. • At stimbra ígongdsetan av virksemi, ið brúkarin ynskir ella hevur tørv á. • At geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki, so sum matgerð, reingerð, klædnavask, handilsørindum, peningaviðurskiftum og øðrum, við atliti til, hvat tann einstaki brúkarin megnar. • At vegleiða og samskipa samstarv við t.d. Almannastovuna, Økispsykiatriina, Psykiatriska Depilin og aðrar myndug­ leikar. • At skipa so fyri, at brúkarin fær møgu­ leikan at leggja gerandisdag sín soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar við egnan tørv og normar. • At arbeiða inni á Løkjukafeini ávísar dagar Førleikakrøv Vit vænta, at tú: • Kann arbeiða sjálvstøðugt og einsa­ mallur í heimi brúkarans og samstundis kann átaka tær at arbeiða í einum øki, har tað ræður um intuitión. • Vísir áhuga og virðing fyri brúkaranum og samstundis arbeiðir professionelt. • Er stuðlandi og hjálpir brúkaranum uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá honum. • Hevur eina positiva menniskjafatan. • Hevur hug og hegni til at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. • Er opin, virkisfúsur og menningarkunnaður. • Kann handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, ið einki kann sigast um frammanundan. • Er sterkur bæði til likams og sálar. • Hevur eina viðkomandi útbúgving. Stuðulstænastan kann bjóða: • Eitt spennandi arbeiðspláss við møguleikum fyri persónligari og fakligari menning • Ein virknan tvørfakligan starvsfólkahóp • Samávirkan á gerandis uppgávur • Kunning í arbeiðinum og supervision Lønar- og setunartreytir: Talan er um eitt fast starv innan Nærverkið og roknast má við, at arbeiðstíðirnar av og á eru skiftandi, dag­, kvøld­, og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa hjá økisleiðaranum Odu Jóhansdóttir, tlf. 554021 og deildarleiðaranum Regin Johansen, tlf. 360000. Starvið verður sett 01.01.2008 ella skjótast aftaná. Umsóknir skulu sendast til: Nærverkið Stuðulstænastan stílað.: Regin Johansen Argjavegur 26 160 Argir Umsóknarfreist: 20. november.2007. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna­ og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Við hesum verður søkt eftir einum hjálparfólki/assistenti til Smyril at seta í fast starv. Umsóknarfreistin er 16. novembur. Sí lýsingina á heimasíðu okkara www.ssl.fo Hjálparfólk/Assistentur