Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 217 - 8. november 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Nú kemur triðja fløgan hjá Ragnari í Vík og á henni syngur hann um evni, vit vanliga ikki tosað hart um Útgáva Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygardagin kemur Ragnar í Vìk við nýggjari fløgu. Fløgan hevur gingið heit­ ið „Lagnulogin“ og tað er Ragnar í Vík sjálvur, hevur gjørt orð og løg, og allir sangirnir eru á føroyskum, sigur hann í tíðindaskrivi. Hetta er triðja fløgan hjá Ragnari í Vík. Tær báðar fyrru fløgurnar vóru á ensk­ um, og vórðu so nógv spældar í útvarpum runt um í Evropa, at Ragnar í fleiri vikur lá á top 20 countrylistanum í Evropu og kom varð enntá nummar fýra við sanginum “You Broke Your Own Heart”. Við Lagnuloganum er Ragnar eisini slóðbrótandi, tí hann her syngur um evnir, ið vit vanliga ikki tosað alment um í Føroyum. Sang­ irnir eru um kenslur í sam­ band við ymiskar hendingar á lívsleiðini. Fløgan er tikin upp í Oyravox upptøkuhølunum í Nólsoy. Tónleikararnir eru Kim Hansen, Terji Rasmus­ sen, Michael Thomsen, Ják­ up Zachariasen, Jákup Lüt­ zen, Bjarni Hansen og Súni Joensen. Í bóklinginum, sum fylgir við fløguni, eru myndir, sum Randi Joensen hevur teknað. Í sambandi við fløguna, heldur Ragnar í Vìk útgávu­ konsert í Avhaldshúsinum í Haldórsvík leygarkvøldið klokkan 19. Atgongumerki kosta 50 krónur og fáast við dyrnar og á konsertini ber eisini til at ogna sær eina fløgu við undirsrkiftini hjá Ragnari í Vík á. Ragnar syngur um tabu-evni Tað er stórur áhugi fyri at sleppa at búseta seg í Sanda­ vági. Seinastu seks árini hevur kommunan selt 50 grundstykki og næstu seks árini verða eini 60 grund­ stykki og randarhús tøk aft­ urat í Sandavági. Í hesum sambandi ætlar ein privat fyritøka at byggja 30 rand­ arhús norðanfyri vakstrar­ húsið í Miðvági. Men bygd­ aráðið ætlar eisini at útvega eini 60­70 nýggj grund­ stykki tey næstu árini tey næstu seks árini verða sostatt eini 90­100 nýggj grundstykki og hús til taks í Miðvági, sigur Rósa Samu­ elsen, borgarstjóri. Í hesum sambandi verður neyðugt skal bygdarætlanin broytast og fyri at kunna um tað, verður borgarafundur í næst­ um. Hon sigur, at eini 50­60 fólk mangla grundstykki, annars standa eini 100 fólk á bílilista at fáa grundstykki. Her er eisini talan um umsøkjarar, sum onki til­ knýti hava til Vágar og borgarstjórin ivast ikki í, at tað er undirsjóvartunnilin, sum lokkar fólk vestureftir. -áki- Nógv vilja byggja í Sandavági • Danskt virksemi úti í stóru verð kann lata nógvar gevandi dyr upp fyri føroyingar - um vit taka av møgu- leikunum. • Sum nú er, eru vit ósjónlig. • Vit skulu taka lut, tá danir hava vinnudagar í New York, Hong Kong, ella tá drotningin fer sjarmuferð til Japans. • Sum fólkatingslimur skal eg vera við í ráðleggingar- nevndum hjá donsku vinnuni, ella syrgja fyri, at føroyska vinnan verður umboðað í danska planleggingar- arbeiðinum. Eisini tá tað umræður norðurlendsku marknaðirnar. • Eg vil við góðum grundgevingum sannføra føroysku vinnuna um, at tað kann løna seg at vera ein partur av meldrinum. • Eg veit frá mínum arbeiði við marknaðarføring og fyriskipan, bæði her og uttanlands, at møguleikarnir eru endaleyst nógvir. • Endamálið við mín fólkatingssessi er í síðsta enda at betra um livikorini og trivnaðin her á landi. Og eg havi ein turkatrúgv uppá, at tað eisini í hesum sam- bandi ber til um ikki at flyta fjøll - so at flyta meiningar og at lata upp fyri møguleikum. Fyri meg er tað ikki akseptabult, at eitt land meira ella minni stendur í stað...ella at fólk er fátæk. Land mítt skal blóma. Og eg eri hvørki romantisk ella sentimental, tá eg sigi hetta. Tað ber til. So stutt kann tað sigast. www.ingvor.com INGVØR NOLSØE B Eg havi altíð hugsað í møguleikum - og tað geri eg eisini nú