hósdagur 8. november 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 217 - 8. november 2007
- Vit, kalsoyingar
fáa helst ikki fast
samband við Borð-
oynna í bræði. Men
eg havi kortini hug
at seta hol á eitt kjak
um hetta málið, sigur
Christian Andreasen,
sum er ein av lim-
unum í serstøku
Mikladalsnevndini
Tunlar
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kalsoy: Í løtuni er strand
faraskipið Sam álitið hjá
kalsoyingum, og hetta eru
tey sera væl nøgd við.
Neyðugt verður kortini at
skifta hann út um nøkur ár.
Og tað er í hesum sambandi,
at Christian er komin við
hugskoti sínum:
“Hví ikki gera ein undir
sjóvartunnil til Kalsoynna,
ístaðin fyri eitt nýtt strand
faraskip?!”
Sam kundi saktans siglt
nøkur ár aftrat, meðan ein
arbeiddi við hini ætlanini.
Tað hevði betýtt sera nógv
fyri okkum, um vit bara
vistu at vit fingu eina var
andi loysn í framtíðini, sig
ur Christian,
Hann er tó fult greiður
um, at hvørki hann ella nak
ar annar kalsoyingur kann
forlanga at fáa ein undir
sjóvartunnil í Kalsoynna, tá
tað nýggja skipið er komið.
Fingu vit ein slíkan tunn
il ístaðin, høvdu vit fingið
eina góða loysn, sum hevði
verið til gleði og gagns fyri
alt fólkið.
Bæði skip og ferjulegur
krevja nógv viðlíkahald,
meðan ein tunnil er ein var
andi loysn. Hesin møguleik
in átti í øllum førum at verð
ið kannaður, sigur Christian
við Sosialin.
Hansara hugsan er tí, at
ein eigur at kanna møguleik
an fyri føstum sambandi
millum Kalsoynna og Borð
oynna. Hetta kundi til døm
is verið millum Syðradal og
Bumshamar.
Hinvegin dugir Christian
væl at síggja, at ein slíkur
tunnil verður hvørki bor
aður í dag ella í morgin.
Tað hevði ikki verið
moralskt rætt at fingið bæði
nýggja ferju og undirsjóvar
tunnil. Men einaferð í fram
tíðini eigur ein at fara undir
hesa ætlanina.
Oyggin hevði blómað
Tað var longu í sambandi
við ætlanina um Norðoya
tunnilin, at hugsanin kom
upp at knýta Kalsoynna upp
í meginøkið.
Ein hugsan var at gera
ein “avstikkara” til Kals
oynna, soleiðis at tey í fram
tíðini skuldu sleppa undan
at ferðast um fjørðin, um
tey skuldu til Klaksvíkar.
Ætlanin varð tó ikki framd
í verki, helst orsakað av fíggj
arligum
viðurskiftum
og
tekniskum forðingum. Men
hetta hevur kortini ikki tikið
áhugan burtur hjá Christiani
at útvega oyggjafólki sínum
bæði gott og fast samband
við umheimin.
Hugskotið metir hann
ikki vera heilt burturvið, nú
oljuprísurin er høgur og fer
uttan iva at hækka uppaftur
meiri í framtíðini.
Tað er heilt vist, at fingu
vit ein undirsjóvartunnil, so
hevði Kalsoyggin blomstrað
ordiliga, staðfestir Christian,
ið dagliga siglir sum mask
inmeistari í Norðsjónum.
Fáar avlýsingar
Christian hevur sjálvur sitið
í bygdaráðnum í heimbygd
ini Mikladali í tíðini, áðrenn
lagt varð saman við Klaks
vík.
Hinvegin er hann ein av
limunum í teirri serstøku
og staðbundnu Mikladals
nevndini undir Klaksvíkar
kommunu. Í hesi nevndini
situr borgarstjórin í Klaks
vík, Steinbjørn O. Jacobsen
sum formaður.
Og tað var á fundi í nevnd
ini fyrr í summar, at hann
legði fram hugsan sína í
hesum máli. Úrslitið av
hesum gjørdist eitt skriv frá
Mikladalsnevndini, dagfest
18. september 2007 við heit
inum “Kanning av møgu
ligum undirsjóvarsambandi
um Kalsoyarfjørð”.
Fyri Christian – og helst
mangar aðrar kalsoyingar –
er greitt, at verandi sjósam
band við strandfaraskipinum
Sam er gott.
Orsøkin til hetta er, at
Sam kann flyta bæði smærri
og størri akfør. Men tað sum
oyggjarfólkið fegnast mest
um, man kortini vera tað at
regulariteturin hjá Sam er
sera góður. Tað er henda
regularitetin
sum
eingin
teirra ynskir at missa.
Sam er lágt bygdur og
tekur tí ikki so nógvan vind
á seg. Ein nýggjur Sam
verður uttan iva størri og
hægri, og fer tí at hava trupl
ari við at leggja at á
ferjuleguni í Syðradali í
øllum líkindum.
Tað koma sjálvandi dag
ar, tá ein ikki kann leggja at
í Syðradali. Soleiðis var
júst í morgun, men annars
er
hann
álitið
sjálvt,
staðfestir Christian.
Kalsoyingar ynskja tunnil
til Klaksvíkar
50 mió til
nýggjan tunnil
Sam, sum tekur 17 bilar,
varð bygdur í 1975 og hev
ur longu fleiri ár á baki.
Væntast kann at hann skal
skiftast út um fá ár.
Tað er í hesum sam
bandi, at Christian hevur
sagt sína hugsan í hesum
máli: Skal ein brúka einar
4550 mió krónur til eitt
nýtt skip, hví ikki brúka
peningin á øðrum staði og
fara undir fyrireiking av
einum undirsjóvartunli til
Kalsoynna?
Tað einfaldasta hevði
verið, at ein ístaðin brúkti
hesar milliónirnar sum
stovnsfæð til eitt parta
felag, sum skal standa fyri
at gera tunnilin.
Við hesum høvdu vit
fingið eina varandi loysn
til samferðsluna í Kals
oynni, sigur Christian.
Ein hugsandi linjuføring
fyri fast samband undir
Kalsoyarfjørð er hiðani av
Syðradali og til Bumshamar
í baksýni. – So fingu vit eina
varandi loysn, sigur Christian
Andreasen í Mikladali
(innsett mynd)
Mynd: Jens Kr. Vang
Kendur klaksvíkingur út í bók
Leygardagin klokkan 1517, verður hátíðarhald í Ósaskúlanum í
Klaksvík í sambandi við, at Óli Olsen nú hevur skrivað bók um kenda
klaksvíkingin Fisher Heinesen. Høvundurin verður sjálvur til staðar og
fer at undirskrivað bøkur, sum eisini verður til keyps fyri serprís. Á
hátíðarhaldinum fer Jóan Pauli Joensen, professari, at halda røðu og
Karl Martin Samuelsen fer at syngja og spæla. Í bókini verður greitt
frá, hvussu tað var at veksa upp í Klaksvík fyrst í farnu øld og tað
verður eisini skrivað um leiklutin, Fisher Heinesen hevði í
Læknastríðnum í Klaksvík. Bókin byggir á endurminningarnar og
dagbøkurnar hjá Fisher Heinesen sjálvum og tað eru nógvar myndir í
bókini.
Sørvingar taka gamlan tátt upp
Nú eru 10 ár síðani, at kvøldseta var í Sørvági, men nú er ætlanin at taka
hendan gamla táttin uppaftur. Sostatt verður kvøldseta við kaffi og kaku í
skúlanum í Sørvági leygarkvøldið 17. novembur klokkan 19.30. Tá fer Sonni
Jacobsen at siga frá um skúla og skúlabygging í Sørvági ígjøgnum tíðirnar.
Samstundis fer Reðin Leonsson at vísa film úr Sørvági frá sekstiárunum,
umframt ein film um einaferð, teir komu aftur úr Gáshólmi tíðliga í
áttatarunum. Á kvøldsetuni verður eisini spurnarkapping ímillum býlingarnar
Húsadal Mýrarnar. Tónleikinum standa Jóan Jakku Guttesen og Holgar
Jacobsen fyri, men tað verður eisini felagssangur við harmonikuspæli afturvið.
Aldursmarkið er 18 ár.
”
Tað er heilt vist, at fingu vit ein
undirsjóvartunnil, so hevði Kalsoyggin
blomstrað ordiliga
(Christian Andreasen, limur í
Mikladalsnevndini)
”
Skal ein brúka einar 45-50 mió krónur
til eitt nýtt skip, - hví ikki brúka
peningin á øðrum staði og fara undir
fyrireiking av einum undirsjóvartunli til
Kalsoynna?