hósdagur 8. november 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Í Kamars-ættini eru fleiri
við navninum Jacob Jacob-
sen. Hesin Jacob við til-
navninum Baja man vera
kendastur undir heitinum
Jákup á Kamarinum ella
Koppa-Jákup.
Heitið Koppa-Jákup fekk
hann, tá ið hann í 1857 fór
um landið og koppsetti, tí
læknin var farin til Dan-
markar. Hann greiðir sjálv-
ur frá:
»Á hesi ferðini var eg
alla staðni væl fagnaður.
Fólkið hevði stóra ræðslu
fyri hesi herviligu sjúku, ið
áður hevði týnt so mangt
mannalívið her í Føroyum.
Øll vóru nú so fegin um at
blíva koppsett, og eingin
bar seg undan.«
Jákup var føddur í Havn
27. oktober 1836 og and-
aðist 28. februar 1917 – 80
ár gamal.
Tá ið Fox-kanningarferð-
in var í Føroyum í 1860 og
kannaði um møguleikan at
leggja
telegrafkaðal
úr
Europa til Amerika, var
Koppa-Jákup ferðaleiðari
teirra og verður hann í
frágreiðing teirra nevndur
sum stak skilagóður, vitug-
ur og skjóttfatandi.
Hann gjørdist í 1878 lim-
ur í Thorshavns Afholds-
forening, og var hann ein
av dyggastu stuðlunum hjá
fráhaldsrørsluni.
Koppa-Jákup virkaði sum
byggimeistari og timbur-
maður og var eisini eitt
skifti gravari í Havn.
Men hann er best kendur
fyri, at hann var Føroya
fyrsti prentari. Bert 15 ára
gamal var hann av Niels
Winther biðin um at taka
sær av prentinum av fyrsta
føroyska blaðnum Færinge-
tidende.
Í Varðanum 3. bindi sigur
hann frá:
»Tað var ein merkisdagur
í Havn, tá ið fyrsta nummar
av Færingetidende fleyg út
um býin. Bløð vóru for-
kunnug í Føroyum í teirri
tíðini, tað var so at siga
eina Berlingske, og hon
kom sjálvsagt ikki til aðrar
enn embætismennirnar. Eg
skuldi bera Færingetidende
til teir haldarar, ið vóru í
Havn, og Niels (Winther)
legði mær eina við fyrst at
fara til fútan, har móttøkan
ikki var víðari, og spelaði
eg so avstað, tað dýrasta eg
var mentur. Tað ráddi jú
um at fáa blaðið runt,
áðrenn fútin hin gamli kom
í tankar um at senda
politistarnar
eftir
mær.
Hvar eg kom, tyrptust
fólkið um meg fyri at frætta
frá tí ið stóð í blaðnum.
Soleiðis gekk hvørja ferð !”
Færingetidende var uttan
iva væl fagnað av meiniga
manninum, men yvirstættin
dámdi einki hetta og fekk
Niels Winther beinleiðis
deyðshóttanir frá “bøndr-
unum”, ið hóttu við einum
uppslagi á húsið hjá Jákup
Nolsøe. Ein plakat segði, at
”Niels Winther átti at
kastast oman av bryggju-
kantinum.«
Bert níggju ferðir í 1852
kom blaðið út, innan sak-
armál steðgaðu hesum.
Mennirnir aftan Fær-
ingetidende hildu seg hava
rætt at siga sína hugsan
sambært grundlógini frá
1849. Men eina sakarmálið
fekk álvarsamar avleiðingar
fyri
ábyrgdarblaðstjóran
Niels Winther, sum seinni
flutti av landinum.
Jacob Jacobsen Baja,
var tvær reisur giftur, fyrru
ferð við Johonnu Petrinu
Casparsdatter, dóttir Johan
Caspar Johan-Petersen í
Havn.
Johanna
Petrina
doyði á ungum árum. Jákup
Jacobsen Baja á Kamari-
num sat einkjumaður við
tveimum smágentum.
Jacob Jacobsen giftist
seinnu ferð við Siggu Fre
deriku Angelicu Daniel
sen (01.01.1841-18.01.1922)
úr Tranti, hon var dóttir
Daniel Danielsen, ið var
abbasonur
Hovs-Dánjal.
Mamma hennara var Lisa
Margretha Reinert úr Kald-
bak.
Sigga var næstelst av
seks systkjum, elstur var
Dánjal Jákup Danielsen,
sýslumaður í Søldarfirði.
Hini systkini vóru Anna
Cathrina Charlotta Daniel-
sen, Christina Carolina
Danielsen, Christian Cor-
nelius Danielsen, gamli
postmeistari Danielsen og
Hans Wilhelm Danielsen.
Jákup Jacobsen Baja á
Kamarinum
og
Sigga
Danielsen úr Tranti áttu
sonin Magnus Jacobsen
(27.12.1874-12.12 1921),
kendur sum byggimeistarin
og teknilærarin Magnus á
Kamarinum.
Magnus
á
Kamarinum
var
byggi-
meistari. Eftir hann standa
nógvir stórbærir bygningar
og arbeiði, ið hann hevur
greitt út hondum. Nevnast
skal millum annað kirkj-
unar í Sandavági, í Hesti
og Leirvík. Hann bygdi
harafturat gamla posthúsið
í Havn, gomlu telegraf-
støðina (núverandi barna-
tannlæknastovan í Havn)
og sethúsini á Kamarinum
í Gríms Kambansgøtu.
Tað er bert hann og dóttir
hansara Sigrid (1914-1993),
sum hava stein. Men her
liggja eisini Jákup, Sigga
og
kanska
okkurt
av
børnunum. Sigrid er vist
seinasta fólk, sum er grivið
í gamla kirkjugarði.
Kelda: www.teyavkamarinum.com
Jákup á Kamarinum
prentaði Færingetidende í 1852
Hesa ferð greiða vit frá ættargravstaðnum hjá Jákup á Kamarinum, sum
var stjúkpápi Daniel J. Danielsen, sum vit umrøddu í seinasta blaði
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Her liggja umframt Magnus á Kamarinum og dóttir hansara Sigrid
eisini foreldrini hjá honum Sigga og Jacob Jacobsen Baja.
Her síggja vit aftast Siggu, Daniel og Jákup. Sigga situr undir
Lisu, sum er deyð ung. Frammanfyri pápan stendur Magnus.
Nicolina og Magnus fingu seks børn. Ytst til vinstru Olevina, í fanginum hjá pápanum Jens, aftastur
Wilhelm, framman fyri hann, Jakke og Sigrid. Á fanginum hjá mammuni, Ingolf.
Smogan úr Gongini niðan í Gomlu Klokkaragøtu. Vinstrumegin
Nýggjastova, høgrumegin Guttastova. Omanfyri Guttastovu
stendur Kamarið.
Sigrid
Komandi partur
Næstu ferð fara vit at umrøða grøvina hjá Elspu
og William G Sloan, sum kanska kann sigast at
hava verið eitt offur fyri 1. heimsbardaga.
Nr. 217 - 8. november 2007