Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 218 - 9. november 2007 tíðindi ” Grein um Paul Wat­ son er í tí tignarliga amerikanska blað­ num The New Yorker, við yvir 1 mill. hald­ arum kring allan heimin, á ovastu yvirskrift á forsíðuni. Hýrurin er sostatt góður í Sea Shepard felagsskapinum. Hetta er ein risa­ stórur PR­sigur hjá felagsskapinum, sum í heyst og vetur hevur havt ætlanir um at koma á okkara leiðir, til Íslands at mótmæla hvalaveiðu HVALAVEIÐA Johan Jacobsen johan@sosialurin.fo Heimasíðan hjá Sea Shep­ ard vísir til greinina, og Paul Watson er errin og sigur í tíðindaskrivi á somu heimasíðu: »Um tú sleppur innar í The New Yorker, so sleppur tú allastaðni.« Hetta er eitt gamalt og væl kent blað við yvir einari millión haldarum, ið polit­ iskt hella yvir á tann liberala vongin og harav helvtin búgva uttan fyri USA – les­ ararnir hjá blaðnum eru í ovara endanum av føðiket­ uni, miðalárslønin hjá teim­ um er á 80.957 $, sambært tølum frá 2005. Blaðið ligg­ ur eisini til leysasølu kring størsta partin av heiminum. Undir heitinum »Nep­ tune´s Navy – Paul Watson´s wild crusade to save the oceans«, og á 15 síðum, verður Paul Watson og hans­ ara virksemi lýst. Sum heild er hetta ikki ein so negativ lýsing. Hetta, hóast Watson lutvíst verður settur fram, sum ein, ið set­ ur mannalív í vága, við tí fyri eyga at verja djóralívi í havinum. Watson sigur í stuttari viðmerking til grein­ ina, at hann hevur heilt lítið at finnast at í greinini. Hann skrivar: »Søgan ber boð­ skapin væl út, um at heim­ sins høv verða rænd og oyðiløgd, og at Sea Shepard Conservation Society er tann einasti felagsskapurin, ið ger nakað við málið. Hes­ in boðskapur kemur hart og týðuliga fram í greinini, so stóra takk fyri Raffi Khatchadourian! Hetta var tað, eg vildi hava burturúr greinini, og tú gav boðini víðari...« Men tað, sum lesarin av greinini, í staðin situr eftir við, er ein mynd av einum ævintýrhugaðum, vága­ djarvum og ikki minst útspekularaðum serlingi. Eitt slag av outsidara, sum hóast hansara villa og vanda­ mikla atburð úti á opnum havi, hevur okkurt at siga heiminum. Ein, sum heldur enn at hugsa og tosa nógv, ger meiri. Sambært greinini hevur heimurin á ongan hátt hoyrt tað síðsta til felagsskapin Sea Shepard Conservation Society – The New Yorker hevði neyvan brúkt blekk uppá hann, um so var. Heldur hinvegin, so eru útlitini hjá felagsskapinum góð. Paul Watson rekur felags­ skapin á fríviljaðum grund­ arlagi, og pengasterkir stuðl­ ar kring allan heimin gera tað møguligt hjá honum at stýra einum lítlum flota – tvey skip og eina tyrlu, og eisini onnur før. Sambært greinaskrivaranum hevur Watson »celebrity­stuðlar«, sum t.d. Mick Jagger, sang­ arin úr The Rolling Stones, og sjónleikarar sum Pierce Brosnan, sjónleikarin ið hevur havt leiklutin sum James Bond, Sean Penn, Edward Norton, Orlando Bloom og Uma Thurman. Greinin viðmerkir, at í 1995, fyri 12 árum síðan, var kendi sjónleikarin Mart­ in Sheen á eini ferð til Magdalan Islands, Quebec, saman við Paul Watson og øðrum aktivistum. Her mót­ mæltu teir ímóti veiðu av kópahvølpum. Á hesi ferð­ ini brustu veiðumenn og mótmælisfólk saman, og Watson fekk fleiri snuddir. Í greinini sigur Martin Sheen soleiðis um Watson: »Hann er ein av teimum djarvastu persónunum á jørðini... Eg eri honum so takksamur fyri hansara áræði, dirvi, vágafýsni og hansara menniskjansleika.« Dalai Lama, andaligi leiðar­ in hjá tibetanska fólkinum, hevur sent honum eitt stuð­ ulsbræv og eina lítla stand­ mynd av Hayagriva – ein vreiðisgudur, ið kúgar allar demonir og alt ónt. Eisini vera onnur nøvn, kasino­eigarar, milliarderar og líknandi nevnd – ein av hesum keypti einaferð ein kavbát til felagsskapin, men tó, so manglaðu nakrir maskindeilir og kavbáturin kundi ikki brúkast, skrivar The New Yorker. Greinaskrivarin, Raffi Khatchadourian, hevur um­ framt at hava verið við umborð á skipunum hjá Watson og upplivað teirra virksemi úti á opnum havi, so hevur hann eisini lisið nógv av tí, sum Watson hev­ ur skrivað. Afturat hesum hevur greinaskrivarin vitja einstakar serfrøðingar, t.d. ein serfrøðing innan hav­ rætt, og eisini kenningar hjá Watson, bæði vinir og óvin­ ir. Hóast Khatchadourian skrivar um nakrar pínligar staðfestingar í avrikum hjá Watson, so er tað týðuligt, at greinaskrivarin sær eina søk í virkseminum hjá Sea Shepard. Watson verður nevnliga lýstur í saman­ hanginum av umhvørvis­ trupulleikum, sum í dag jú verða mettir at vera sera álvarsligir. Í sambandi við heimspekiliga útsýni hjá Paul Watson, og teir fyri­ lestrar hann plagar at halda, staðfestir Khatchadourian: »Lívið í heimsins høvum verður oyðilagt í eini so knappari ferð, at vísindin ikki megnar at máta, hvussu nógv er farið. Sea Shepard er til, tí Watson er so mikið arrogantur, at hann megnar at tryggja felagsskapinum grundarlag. Men kanska eis­ ini tí, at okkara felags upp­ fatan av havsins stóru styrki og sjálvsvirkni stingur so djúpt og er vorðin vandmik­ ið sjálvsøgd, at ein ávís nøgd av vreiði og hugflog skal til fyri at fáa okkum at vakna.« Víðari verður skriv­ að um, hvussu fiskastovnar verða veiddir, eisini við ólógligum háttum, og um hvussu døpur útlitini hesum viðvíkjandi eru. Síðan verð­ ur sagt frá virkseminum hjá Watson kring Galapagos Oyggjarnar, har hann fór í hernað ímóti ólógligari fiskiveiðu í 2000. Watson verður siteraður fyri at siga: »Um vit ikki megnað at bjarga Galápagos, megna vit ikki at bjarga nøkrum.« Sostatt kemur felagsskap­ urin og Paul Watson í gott ljós í The New Yorker. Fyrst Ekvador, síðan til Íslands? Á Galapagos, Ekvador, hev­ ur felagsskapurin fingið eitt slag av viðurkenning, eftir at hava hitt vara­forsetan og uttanríkismálaráðharran. Á hesum fundi var kjakast um, hvussu Sea Shepard kundi hjálpa myndugleikun­ um á staðnum at forða fyri ólógligum fiskiskapi á leið­ ini kring Galapagos Oyggj­ arnar. Í øðrum orðum, hev­ ur Sea Shepard og teirra virksemið har fingið eina viðurkenning av ekvadori­ ansku myndugleikunum. Hetta kom óvæntað á limir­ nar í Sea Shepard, men Paul Watson og ein hjálparmaður hansara vóru ovurfegnir av hesi viðurkenning, skrivar Khatchadourian. Um hesa tíðina, fyrst í juli, hevði Watson ætlanir um at fara til Íslands at mótmæla hvala­ veiðu. Hetta var manningin spent uppá, skrivar Khatcha­ dourian. Men Watson broytti ætlan, tí útlitini vóru nú sera góð fyri framhald­ andi virksemi á Galapagos. Umborða á Farley Mowat var manningin sera ónøgd við hesa avgerð, verður skrivað í greinini. Hesir sjálvbodnum vóru farnir umborð í Avstralia fyri at mótmæla hvalaveiðuni í Ísl­ andi og høvdu siglt í yvir ein mánað yvir um Stilla­ havið, skrivar Khatchadouri­ an. Tíggju av teimum vóru sinnaðir at fara av skipinum. Men Watson var tvørur. Khatchadourian sigur til síðst, at ekvadoriansku myndugleikarnir vóru farn­ ir at ilnast inná Watson og vildu hava skip hansara burtur haðani. Og hvør veit hvagar leiðin hjá honum gongur? Paul Watson aftur hendanvegin? Paul Watson er føddur í 1950. Hann er fyri ein part uppvaksin í kanadisku bygdini St. Andrews by the Sea. Tá ið ikki er á einum av sínum mongu sjóferðum, býr hann í Friday Harbor, Washington. Watson var við til at stovna Greenpeace í 1975. Í 1977 var hann koyrdur úr felagsskapinum orsaka av »óhóskandi mótmælishátti« og ósemju um mannagongdir í virkseminum hjá felagsskapinum. Í 1978 stovnar hann Earthforce, stutt eftir keypir hann við stuðli fyrsta skip sítt Sea Shepherd. Lesið týðing av pørtum av greinini úr The New Yorker í Vikuskiftisblaðnum. Greinin finst annars í nakrar dagar á www.newyorker.com, eins og videoupptøkur og samrøða við greinaskrivaran Raffi Khatchadourian. Ein errin Paul Watson í uniformi, við skipi sínum Farley Mowat. James Nachtway, ein av heimsins fremstu myndamonnum, hevur tikið myndina til blaðið The New Yorker. Blaðið liggur í leysasølu kring allan heimin Watson verður lýstur í saman­ hanginum av umhvørvistrupul­ leikum, sum í dag jú verða mettir at vera sera álvarsligir