Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 218 - 9. november 2007 Tórshavnar kommuna Hvar finna vit teg? Tórshavnar kommuna søkir eftir búskaparfrøðingi til spennandi starv á Fíggjardeildini. Uppgávur Sum búskaparfrøðingur ráðgevur tú stovns- og deildarleiðarum í búskapar- og fíggjarspurningum. Tú er við til uppseting av fíggjarætlanum, roknskapum og ávegis uppgerðum. Eisini er tú við til at loysa minni og størri projektuppgávur. Harumframt ert tú við til at menna og røkja búskaparskipanina, sum byggir á Microsoft Dynamics ( Navision). Tórshavnar kommuna bjóðar tær eitt starv í einum spennandi og dynamiskum umhvørvi, við sjálvstøðugum uppgávum, ið geva tær góðar møguleikar fyri fakligari og persónligar menning. Setanin Vit rokna við at tú hevur viðkomandi búskaparliga útbúgving sum t.d. HA, HD ella Cand. Merc., og dugir at samskifta á føroyskum bæði í skrift og talu. Starvið verður lønt eftir útbúgving og royndum sambært sáttmálanum við avvarðandi yrkisfelag. Upplýsingar um starvið Fleiri upplýsingar fært tú við at ringja til Hera Olsen, fíggjarleiðara, ella Janus Isfeldt, deildarleiðara, á telefon 30 20 10. Umsóknarfreist Umsókn við viðmælum og prógvum skal sendast til Tórshavnar kommunu, postboks 32, 100 Tórshavn og vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. november 2007. lýsingar MBT bjargaði mær! Stutt sagt, keypti eg mær eitt par av MBT fyri einum góðum ári síðan, og eg havi síðan koyrt allir teir vanligu skógvarnar vekk. Eg havi í mong ár plágast av niðursonktum forfóti, yvirvekt, hælsporu og lendapínu, orsaka av at eg gekk skeivt og vigaði ov nógv. Mín fótterapeutur viðmælti MBT skógvarnir, og et skundaði mær at keypa eitt par. Eg merkti mun beinanvegin Eg havi frá 1. degi gingið í teimum 9 tímar, og onkuntíð meira, uttan trupulleikar. Eg royndi onkuntíð at fara í vanligari skógvar aftur, og trupulleikarnir vendu aftur beinanvegin. Eg kann mæla øðrum til at royna MBT. Kundi teir hjálpa mær við mínum trupul­ leikum, so kunnu teir helst eisini hjálpa øðrum. Teri eru í øllum førum verdir at royna. PS. Vektin gongur niðureftir, higartil 22 kg, hælsporan merki eg einki til longur, for­ fóturin gevur ikki pínu meira og lendarnir hava tað gott... Ergo ­ eitt nýtt par av MBT stendur longu á ynskilistanum til jóla Kristina Schou J.C. SvaboSgøta 6 | Fo-100 tórShavn | tlF 315 777 | ergo@ergo.Fo | www.ergo.Fo