Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 9. november 2007 41 Tórshavnar kommuna Mennari Starvsfólkadeildin hjá Tórshavnar kommunun leitar eftir einum starvsfelaga at taka sær av at menna starvsfólkaumsitingina, m.a. við at menna mannagondir, lønarskipanina, intranetið og onnur amboð, ið stuðla undir øktari sjálvavgreiðslu. Ein partur av starvinum er starvsfólkaumsiting, t.d. umsiting av ávísum smærri starvsbólkum. Deildin hevur ábyrgd av starvsfólka- og lønarøkinum hjá kommununi, ið hevur yvir 1.300 fólk á lønarlistanum. Vit ynskja tí ein starvsfelaga, ið dámar væl at arbeiða strukturerað, analysera og gera mannagondir og hevur hug at samskifta við nógv ymisk fólk, t.d. starvsfólk ella yrkisfelagsumboð. Í løtuni eru vit seks fólk á deildini, ið virðisseta ein lættan og óformellan máta at arbeiða saman uppá. Vit hava ikki sett ávíst førleikakrav til starvið, men relevant útbúgving, út yvir yrkis- útbúgving ella miðnámsútbúgving er ynskilig. T.d. merkonom, teldustøðingur ella samsvarandi royndir, ið geva tær førleika at røkja starvið. Tað er tó eitt krav, at tú dugir væl at samskifta á føroyskum, bæði í skrift og talu. Setanin Starvið er lønt í 6. lønarflokki sambært Starvsmannfelagssátt- málanum, treytað av, at tú hevur nøktandi útbúgving og royndir. Meira fæst at vita um hetta fjølbroytta og avbjóðandi starvið við at venda sær til Janus Isfeldt, deildarleiðara, tlf. 21 03 30 ella janus@torshavn.fo Umsókn saman við møguligum viðmælum og prógvum, skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. november 2007. Setanarsam- røðurnar verða ætlandi í viku 48. Tórshavnar kommuna Skrivstovufólk Tórshavnar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til stjórnarskrivstovuna. Starvið Stjórnarskrivstovan, ið húsast í Ráðhúsinum á Vaglinum, er eitt toymi við 4 skrivstovufólkum, ið taka sær av uppgávum sum borgarstjóri og aðrir stjórar varða av, t.d. fundarskráum, fundarfrásagnum, tænastuferðum til starvsfólk, móttøkum og øðrum ad. hoc. uppgávum. Sum partur av toyminum er neyðugt, at tú ert ábyrgdarfull/ur, smidligur og dugir væl at samstarva. Høvuðsábyrgdarøkið hjá tær verður at avgreiða viðskiftafólk, ið venda sær til stjórnarskrivstovuna, persónliga ella gjøgnum telefon, fundarfrásagnir, tænastuferðir til starvsfólkini, samstarv við vinarbýir o.a. Av tí at stjórnarskrivstovan hevur samskifti við útlandið, er neyðugt, at tú dugir væl at samskifta á norðurlendskum og enskum. Førleikakrøv Neyðugt er at hava skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving. Setanarviðurskifti Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum Starvsmanna- felagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya í 3. lønarflokki, treytað av at tú hevur nøktandi útbúgving og royndir. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jens Marius Poulsen, kommunustjóra, ella Bjørgfríð Ludvig, miðfyrisitingarstjóra, tlf. 302010 Umsókn saman við avritum av viðmælum, útbúgvingarprógvi og upplýsingar um royndir skal vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. november 2007 kl. 15.00 Merkið brævbjálvan „skrivstovufólk til Stjórnarskrivstovuna“. lýsingar