fríggjadagur 9. november 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 9. november 2007
43
Bakara lærlingur
Bakaríið Grón
Hoyvíksvegur 65
Tlf. 31 21 61
Postboks 1048
110 Tórshavn
Hevur tú hug at útbúgva teg innan bakarayrkið,
hava vit eitt lærupláss leyst at søkja.
Bakaríið Grón hevur eina sera fjølbroytta
framleiðslu innan alt bakarahandverk, har tú
kemur at arbeiða í einum góðum arbeiðs
umhvørvi saman við nógvum røskum fólki.
Bakaralæran er ein fjølbroytt útbúgving, ið
gevur fleiri framtíðarmøguleikar. Nøkur velja
at halda fram har tey hava lært, meðan onnur
vilja royna okkurt annað. Eitt nú starvast fleiri
bakarar umborð á cruiseskipum, í oljuvinnuni
og innan hotelvinnuna.
Bakaralæran gevur eisini møguleika fyri
víðariútbúgving, til m.a. matvørutøkning.
Lærutíðin til bakara er 3 ár og 7 mðr., harav 38
vikur á tekniskum skúla í Danmark.
Ætlanin er, at tú skal byrja skjótast gjørligt,
men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
ringja til okkara og spyrja eftir Eli Andreasen.
Lærlingur til Thomas Dam
Tórshavn
Søkt verður eftir lærlingi til Thomas
Dam ítrótt í Tórshavn.
Starvið fevnir um alt vanligt handilsarbeiði
innan sølu av ítróttarútgerð. So ert tú ein m/k,
sum hevur áhuga innan hetta økið, kunnu vit
bjóða tær eina spennandi lærutíð hjá okkum
Thomas Dam Ítróttur er partur av Intersport-
og Sport Direct samtakinum og hava vit 3
ítróttarhandlar. Umframt handilin í Tórshavn
hava vit eisini ein á Glyvrum og ein í Klaksvík.
So ert tú ein fryntlig/ ur persónur við áræði og
ikki ert bangin fyri at taka eina eyka hond í,
tá á stendur, ert tú vælkomin at søkja hetta
lærupláss. Lærutíðin er 2 ár við HH prógvi og
3 ár við FHS prógvi.
Umsóknir við prógvum og viðmælum verða at
senda til:
Thomas Dam Ítróttur
Niels Finsensgøta 5
Boks 268
FO-110 Tórshavn
lýsingar