mánadagur 12. november 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 219 - 12. november 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Reiðarin á danska
promilluskipinum
„SC Baltic“ heldur,
at skiparar og
stýrimenn, sum føra
skip ávirkaðir av
rúsdrekka, áttu at
mist pappírini
Sigling
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
- Tað líkist ongum, at yvir-
menn, sum sigla ávirkaðir
av rúsdrekka, sleppa at varð-
veita síni pappír, sigur
danski reiðarin Michael
Krog Christensen.
Hann veit, hvat hann
tosar um. Tvær ferðir er
farmaskipið „SC Baltic“,
sum hann er reiðari á, farið
á land í Noregi. Í tí fyrra før-
inum er tann vakthavandi
yvirstýrimaðurin
dømdur
fyri at hava ført skip ávirk-
aður av rúsdrekka, og í tí
seinna førinum bíðar norska
løgreglan eftir, hvat blóð-
royndin
av
skiparanum
sigur. Ein roynd við einum
alkometuni vísti, at hann
hevði drukkið. Felags fyri
báðar tilburðirnar er, at tann
dømdi yvirstýrimaðurin og
tann skuldsetti skiparin eru
føroyingar.
Fyribils
hevur
norska
ákæruvaldið skuldsett tann
37 ára gamla skiparan fyri
at hava ført skip ávirkaður
av rúsdrekka, og sambært
reiðaranum eru avleiðing-
arnar longu greiðar.
- Í mínari verð er tað líka
mikið, um primillan var 0,2
ella 3,5. Hann fær undir øll-
um umstøðum sekkin, sigur
Michael Krog Christensen
við Haugesunds Avis. Hann
er sera harmur um teir báð-
ar tilburðirnar, tí tað er
bannað at drekka rúsdrekka
umborð á skipunum hjá
reiðarínum.
Skuldu mist pappírini
Í síðstu viku varð tann 55
ára gamli føroyski yvirstýri-
maðurin dømdur 25 dagar í
fongsul fyri at hava ført skip
ávirkaður
av
rúsdrekka.
Promillan var sambært dóm-
inum minst 1,56. Men hann
hevur framvegis síni pappír.
- Eftir mínari hugsan átti
revsingin at verið munandi
harðari, og í slíkum førum
skuldu menn mist pappírini,
sigur Michael Krog Christ-
ensen.
Hann er ikki einsamallur
um ta áskoðanina. Sigurd
Gade,virkandi sjóferðslu-
stjóri, sigur við Haugesunds
Avis, at myndugleikarnir
kunnu taka siglingarloyvið
frá skipinum, men ikki rætt-
indini frá honum, sum førir
skipið. Spurdur, um yvir-
menn, sum føta skip ávirk-
aðir av rúsdrekka, áttu at
mist pappírini, er sjóferðslu-
stjórin ikki í iva:
- Skal eg siga mína per-
sónligu hugsan, so er svarið
ja.
Ávirkaðir yvirmenn
áttu at mist pappírini
Michael Krog Christensena: -Yvirmenn, sum føra skip ávirkaðir av rúsdrekka,
eiga at missa pappírini.
Sjálvberandi
búskapur
Ein búskaparsemja við danir, er grundarlagið
undir einum virðiligum samstarvi
Poul Michelsen, Løgtingsmaður