Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 219 - 12. november 2007 tíðindi Tøppur kom í ferðsl­ una á ovara veg á Tvøroyri leygardagin, tí ein nósi lá mitt á vegnum. Ongin dugdi at siga hvaðani hann kom, og í fyrstuni var líka við, at fólk hildu hann vera dotnan av bláum himni, tí hvat skuldi ein nósi gera so langt frá sjóvarmálanum? Men sum so ofta, so er ein rímulig frágreiðing, ið loysti gátuna Nósi Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Hann var ikki lættur at fáa eyga á, tann grái nósin, ið lá á grásvarta asfaltinum oman fyri FK handilin á Tvøroyri leygardagin. Men bilar og fólk støðgaðu og spurdu seg, og hvønn annan, hvaðani hesin mundi koma og hvat hann gjørdi so langt burtur frá sínum vanligu - og heldur váttligu - umstøðum?. Tað bleiv ringt í eystur og vestur, og myndugleikar fingu boð, men tey flestu mundu halda fólk vera bliv- in frá sær sjálvum, ella at talan var um eina roynd at arga og lumpa. Nósin ók eina løtu á vegn- um, og legði so leiðina oman í grasið niðanfyri vegin. Men sum so ofta, so er ein skilagóð frágreiðing. Tvær smágentur, ið komu framvið, vistu at siga fjøld- ini, at abbin, ið búði tættt við, hevði havt nósan heima við hús, og at hann var á veg eftir honum. Og rætt var. Maðurin fór við nósan- um, hesin leikurin var av og ein frágreiðing var nú uppá, hvussu hesin nósin endaði so ovarliga á alfaraveg. Hann var stutt sagt rýmdur heiman. Vilstur nósi Tøppur kom í ferðsluna á ovara veg á Tvøroyri leygardagin, tí ein nósi lá mitt á vegnum Mynd: D. Olsen FORD MONDEO 2.0 TREND Skrásetingarnr: BM 135 Árgangur: 01.02.02 Km: 92.000 Kr. 128.000,- TOYOTA AVENSIS 2.0 AUT. STW. SOL Skrásetingarnr: GP 789 Árgangur: 23.11.98 Km: 140.500 Kr. 85.000,- LEXUS GS 300 AUT. Skrásetingarnr: AR 777 Árgangur: 06.07.01 Km: 66.000 Kr. 298.000,- HONDA ACCORD 1,6 Skrásetingarnr: PT 777 Árgangur: 26.01.01 Km: 116.000 Kr. 78.000,- TOYOTA AVENSIS 2.0 D4-D TERRA Skrásetingarnr: BV 550 Árgangur: 01.11.00 Km: 151.000 Kr. 108.000,- TOYOTA AVENSIS 2.4 AUT. SOL Skrásetingarnr: KP 008 Árgangur: 14.06.06 Km: 19.000 Kr. 290.000,- CITROEN XSARA PICASSO 1.6 Skrásetingarnr: EU 208 Árgangur: 07.11.00 Km: 93.000 Kr. 78.000,- TOYOTA AVENSIS 1.8 AUT. SOL STW. Skrásetingarnr: PK 326 Árgangur: 13.03.06 Km: 30.000 Kr. 248.000,- OPEL VECTRA 1.6 Skrásetingarnr: AV 947 Árgangur: 17.04.02 Km: 65.000 Kr. 78.000,- TOYOTA YARIS 1.3 V/KOMF. Skrásetingarnr: KD 102 Árgangur: 21.05.04 Km: 45.000 Kr. 115.000,- Nú er nóg mikið við ovurfyltum floks­ stovum. Hetta siga donsk skúlafólk og politikar. Tí eigur mest loyvda næminga­ talið at vera 22 og ikki 28, sum tað er í dag UNdirvísiNg Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo - Tað er heilt ótopiskt at halda, at ein lærari við 25- 28 næmingum í flokkinum røkkur at taka atlit til hvønn einstakan og hava eina næm- ingatillagaða undirvísing, sum er kravið í dag, siga røddir fyri politiskar flokkar í Danmark. Í miðal er næmingatalið í hvørjum flokki umleið 20, men serliga í býunum er næmingatalið nógv hægri enn 20. Á heimasíðuni hjá Skúla- blaðnum, er støddin á flokk- um til viðgerðar. - Størri ein flokkur er, størri er vandin fyri, at tað gongur galið, at børnini fáa strongd og happa hvønn annan, og at lærarin missir tamarhaldið, sigur John Aasted Halse, barnasálar- frøðingur. - 18-22 næmingar er tað besta sambært fleiri kann- ingum, sigur Per Kjeldsen, leiðari av námsfrøðiliga tankatankanum Sophia. Danir vilja hava smærri skúla- flokkar