Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 219 - 12. november 2007 Virkið hevur víst framfýsni og áræði at fara út um kenda, gamla virkisøki, og fyritøkan hevur tryggjað hesa gongd við at lagt stóran dent á leiðslumenning og útbúgving av starvsfólki, sigur Dómsnevndin mill­ um annað í grund­ gevingum sínum ÁRSINS VIRKI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Hæddarpunktið á Vinnudeg­ num er, tá Ársins virki verð­ ur valt. Eisini í ár var spenn­ ingurin stórur, men sjáldan hevur tað verið ein meiri upplagdur vinnari enn í ár. Í kriteriunum fyri at vinna heitið Ársins virki, eitur tað hjá Dómsnevndini: – Virkið skal hava víst fram­fýsni og áræði innan eitt nú útflutning, vørum­enning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áram­ál hava viðført m­enning og vøkst­ ur, – Virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarligt úrslit seinastu árini, – Virkið skal vilja trína alm­ent fram­ sum­ vinnari av kappingini sum­ Ársins virki. Hesi krøv hevur Eik Banki í ríkiligan mun útfylt. Ann­ ars sigur Dómsnevndin í síni grundgeving fyri at velja Eik Banka til Ársins virki: »Fáar føroyskar fyritøkur koma undir heitið born global, skilt á tann hátt, at tær fata allan heimin sum sítt virkisøki. Síggja vit burtur frá okkara fiskaút­ flutningsfyritøkum, liggur marknaðurin hjá føroyskum fyritøkum at kalla burtur av í Føroyum. Vanar og mang­ an avmarkandi lógir og regl­ ur gera sítt til, at vit halda okkum innan eingjargarð­ arnar. Vit minka um seglini, tá byrurin heima ikki er tann besti, og klára so dánt at fylgja við, tá tíðirnar aft­ ur gerast góðar her heima. Fleiri av okkara stóru, gomlu fyritøkum eiga av tí sama styrki og íbornar møguleikar, sum ikki verða troyttir nóg væl, eitt nú á størri marknaði. Tað er váðaleysari at halda seg til tað gamla, kenda, men avkast og avbjóðingar verða hareftir.« Undangongufyritøka Og Dómsnevndin heldur fram: »Nútímansgjørdar kapp­ ingarreglur og vaksandi altjóðagerðin skapa fortreyt­ ir fyri broytingum uttan tó at fremja tær. Tað tykist neyðugt við ungari, væl útbúnari leiðslu og starvs­ fólki. Men tá kann alt henda. Knappliga tykist alt gjørligt, ið fyrr var óhugs­ andi. Vit síggja gamlar fyri­ tøkur skifta ham og fáa arnarflog, ið ber tær langt út í onnur lond at gera nyttu og fáa innløgu. Undangong­ an fær aðrar fyritøkur at fylgja eftir; summar við at skifta eigara og leiðslu, og aðrar bert við at yngri, alheimshugsandi kreftir taka við. Dómsnevndin er samd um at velja eina av hesum undangongufyritøkum sum ársins virki 2007. Samstund­ is er talan um ta fyritøkuna, sum hevur víst undangongu á flestu økjunum, sum verða løgd til grund við val av ársins virki, og sum júst tí hevur megnað so góð og sjónlig úrslit. Virkið hevur verið skjótt vaksandi í fleiri ár. Fíggjarligu úrslitini hava verið framúr góð. Virkið hevur víst framfýsni og áræði at fara út um kenda, gamla virkisøki, og fyritøk­ an hevur tryggjað hesa gongd við at lagt stóran dent á leiðslumenning og útbúgving av starvsfólki. Fyritøkan hevur skift ham og navn, men kjarnuvirðini í fyritøkuni eru tey somu. Frá traditionellum spari­ kassavirksemi hevur fyri­ tøkan ment seg til ein ný­ mótans peningastovn, sum bjóðar kappingarneytum úti og heima av, og fyritøkan fær nú stóran part av sínum úrsliti frá virksemi uttanfyri eingjargarðarnar. Fyritøkan verður roknað sum eitt av­ bjóðandi arbeiðspláss og er sera attraktivt fyri arbeiðs­ takarar. Úrslitini seinnu árini hava verið framúr góð.« Heiðurin til starvsfólkið At enda sigur Dómsnevndin soleiðis í grundgeving síni: »Fyritøkan hevði í 2006 eitt avlop fyri skatt upp á 307 mió. kr. og fyrra hálvár 2007 var tað 237 mió. kr. Eginognin var 1,2 mia.kr. við árslok 2006 og komin upp á 1,4 mia.kr. fyrra hálv­ ár 2007. Umframt at virka um alt landið við fleiri deild­ um og dótturfeløgum, hevur fyritøkan við sínum íalt u. 309 fulltíðarsettum starvs­ fólkum sett á stovn, keypt og gjørt íløgur í fleiri fyri­ tøkur uttanlands. Nevndin hevur ikki ivast í at velja Eik Banka P/F til ársins virki 2007« Tað vórðu forstjórin og stjórin í Eik Banka, Marner Jacobsen og Bjarni Olsen, ið tóku ímóti stóra heiðri­ num, og Marner nýtti høvið at takka fyri vegna bankan. Forstjórin var heldur ikki seinur at lata heiðurin fara víðari til starvsfólkini: – Ein dag sum í dag eru vit í stjórnini serliga errin av okkara starvsfólkum, og dagsins heiður er fyrst og fremst teirra. Tey arbeiða hvønn dag við tí fyri eyga at veita kundunum eina framúr tænastu, segði Marn­ er Jacobsen. Hann vísti á í takkarrøðu síni, at vegurin fram móti at gerast Ársins virki hevur verið langur og drúgvur, og at hvørt einasta starvsfólk skuldi endurútbúgvast. Men úrslitini síggjast í dag. Virksemið er sera nógv broytt, og í dag hava vit eitt fíggjarsamtak við góðum úrslitum og nógvum ymsum streingjum at spæla á. Í dag hava vit eisini helst best útbúnu fólk í føroysku fíggj­ arvinnuni, og førleikar okk­ ara eru fult á hædd við tað, sum vit síggja hjá fremstu kappingarneytum okkara uttanlands, segði Marner Jacobsen. Útbúgving týðandi íløga Fíggjarvinnan hevur fyri langari tíð síðani sæð fyri­ munin av at útbúgva arbeiðs­ megina væl. Í Eik hava vit t.d. gjørt stórar íløgur í útbúgving við tí fyri eyga at hækka tænastustøðið, samstundis sum vit hava sett høg mál og stór krøv til okkara starvsfólk. Tað ber framburð og vøkstur í sær. Stundum sakna vit, at politikarar í Føroyum eisini fara at gera meira skipaðar íløgur í út­ búgving í landi okkara. Fólkaskúlin t.d. hevur stór­ an tørv á íløgum, samstundis sum man saknar at størri krøv verða sett, segði Marn­ er Jacobsen. Stjórnin leggur stóran dent á, at Eik undir ongum umstøðum nú fer at leggja seg afturá at hvíla oman á heiðursblómunum. – Hesin heiðurin er fyrst og fremst ein váttan um, at vit munnu vera á rættari leið sum fyritøka og eitt tek­ in um, at bankin eigur at halda kós og ferð, sigur stjórnin. Vinnudagurin hevur øll árini verið hildin í Norður­ landahúsinum, og soleiðis var eisini fríggjadagin. Eik hevur eina ferð áður tikið ímóti líknandi heiðuri. Tað var 25. januar 2006, tá Marner Jacobsen, forstjóri, varð kosin Ársins Leiðari. Clinton, Clinton kom­ á gátt, sjálvt um­ m­jørkasligt og grátt, vinarlag um­ fleiri lond írsk og føroysk ættarbond. Welcom­e m­r. President, gott, tú fekst í Vágum­ lent, fáa business Føroyar m­ent, kring um­ heim­in boðskap sent. Clinton, Clinton – vinarbond, lendi her við Føroya strond, írsk øg føroysk ættarbond knýttist sam­band m­illum­ lond Flagtak, flagtak – CO2 besta loysn í útlátsneyð, hann við Atlantsflogi fleyg, »Dear Magni – m­ake m­y day« Háhús skulu hava flag, New York sum­ bygdarlag, føroyskt tak av besta slag, USA eitt heilt nýtt stað. Irak kríggið var eitt kiks, søgdu Bill og svenski Blix, »com­m­on sense« varð sett til viks, strategiin var eitt biks. Bill han inn um­ dyrnar trein, til Bóklahandil leiðin bein, og tá Bill fór inn í ALV, sýntist sum­ alt Vaglið skalv. Keypti plagg til Hillary, Guðrun, Guðrun kom­ á glið, heilsar upp á fólk á rað, Clinton – er í góðum­ lag. Aldarinnar lógvatak, Finn og Marner – foto brak, CIA – og sveittin lak, Eik m­ót USA nú rak. Oh, »How are You, Mr. Finn« this case is real »win to win«. Í Wall Street Eik er blivin in Í New York Eikborg er stinn. Faroe Islands num­m­ar eitt, Frem­sta Oyggjaland – er greitt, Kðkanning kunngjørd vítt og breitt, nú »Miss World« er føroyskt »feitt«. :: Welcom­e Mr. Presdent, gott tú fekst í Vágum­ lent, fáa business Føroyar m­ent, kring um­ heim­in boðskap sent:: Eik Banki Ársins Vir Clinton on the rock’s Orð: Heri Nolsøe Lag: Freight train Tveir stoltir stjórar við sjónliga próvnum fyri, at Eik Banki er kosin Ársins virki 2007. Marner Jacobsen, forstjóri (til vinstru) og Bjarni Olsen, stjóri