Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 219 - 12. november 2007 tíðindi Ù85 .>1/79-:: 4Qe R^}XeZ`U^ Rª^[eUZSM^ Av góðum royndum á fólkatingi vita øll, hvør dugir best at virka væl, strúka mjúkt og sláa hart fyri Føroyar. Set tín X við Breckmann! Seinastu tvær vikurnar hevur løgreglan gjørt umfatandi ferðslukanningar kring alt landið. Endaligau uppgerðin er ikki liðug enn, men løgreglan sigur, at nógvir bilar eru kannaðar og tíverri var úrslitið eisini, at hjá nógvum vóru viðurskiftini ikki ílagi. Løgreglan sigur, at sostatt hava nógvir bilførarar fingið bót. Flestu bøturnar eru skrivaðar til bilførarar, sum ikki hava havt ljósini í lagi. Bótin fyri lyktafeil er 400 krónur og so er ongin munur á um tað er nummarplátuljósið, ella høvuðsljósið, sum ikki lýsur. Hinvegin stóð rættiliga væl til við dekkunum. Annars hava bilførarar fingið bót fyri at ikki at brúka trygdarbelti, fyri ikki at hava koyrikort o.s.fr. Nógv fingið bót Koyrdu alt ov skjótt Um vikuskiftið var løgreglan úti um seg við ferðmátaranum í Kollafirði og har tað kom tveimum bilførarum serliga illa við. Ein bilførari varð tikin við eini ferð upp á 123 kilometrum um tíman og hann skal upp til nýggja koyriroynd. Uppaftur verri var hjá einum øðrum, tí hann koyrdi 131 kilometrar um tíman og hann missti koyrikortið á staðnum.