týsdagur 13. november 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 220 - 13. november 2007
Sjógvurin, sum
Norröna fekk
sunnukvøldið førdi
til, at ein trailari
koppaði og orsakaði
skaða á umleið
60 bilar. Eisini
stabilisatorurin fekk
skaða og skræddi eina
20 sentimetrar langa
rivu í skrokkin
ÓDNARVEÐUR
Hans J. Marter og Pete
Bevington
Shetland News Agency
leo@sosialurin.fo
Farið var undir umvælingar
í gjárkvøldið fyri at steðga
lekanum,
sum
Norröna
fekk eftir at stabilisatorurin
í bakborð síðu hevði skrætt
eina 20 sentimetrar langa
rivu í skrokkin.
Eftir at skipið hevði fing
ið blackout millum Noregi
og Hetland sunnukvøldið,
varð gjørt av at sigla til
nærmastu havn, sum var
Lerwick í Hetlandi, har teir
komu um sekstíðina í gjár
kvøldið.
Ein av stabilisatorunum
hevði skrætt hol á fimm ára
gomlu ferjuna, meðan hon
rak fyri vág og vind eina
løtu í tólv metur høgum
aldum.
Ógvusliga
rullið
og
»harða
manøvreringin«
førdi við sær, at millum 50
og 60 bilar fingu skaða á
bildekkinum.
Eingin
av
teimum
325
fólkunum
umborð fingu tó skaða.
Manningin fekk starta
backup skipanina og síðani
sett maskinuna í gongd
aftur. Norröna setti síðani
kós móti nærmastu havn.
Í gjárkvøldið metti ein
sveisari frá Lerwick Engi
neering and Fabrication,
Neil Ward, at stabilisatorur
in hevði skrætt eina 20 senti
metra langa rivu í síðuna, tá
hann
reiv
seg
leysan.
Norröna tók vatn inn, men
tó ikki meiri enn at mann
ingin kundi pumpa skipið
lens.
Talan er um eitt op, og
vit fara at royna at trýsta
hetta saman og sveisa tað
aftur. Holið er einar tveir
metrar undir vatnganginum.
Holið er á sjálvum skrokk
inum, og skipið tekur rími
liga nógvan sjógv inn, men
kavarar fara niður at skerma
tað av og síðani sveisa holið
aftur, greiddi Neil Ward
frá.
Roknað varð í gjárkvøldið
við, at Norröna skuldi
liggja í Lerwick til í hvussu
er á døgurða í dag. Sambært
yvirmanni á Norrönu bíð
aðu teir eftir einum serút
búnum kavara úr Føroyum,
sum skuldi koma til Het
lands í morgun.
Ferðafólkið fekk eisini
loyvi í gjárkvøldið at síggja
skaðarnar, sum bilar teirra
høvdu fingið.
Sambært yvirmanninum
vóru 210 bilar umborð og
áleið 60 teirra hava fingið
skaða. Eisini ein trailari er
koppaður og hevur gjørt
skaða á 12 bilar. Hinir fingu
skaða tá teir fluttu seg í
ringa veðrinum.
Hetland hevur sett 4,2
milliónir pund í Smyril
Line, men nevndarumboðið
er í løtuni í Føroyum á
nevndarfundi.
Norröna var júst farin
aftur í sigling eftir at hava
verið í dokk í Hamburg í
tvær vikur. Hon var á veg
úr Bergen til Føroya, tá
óhappið hendið.
Bjargingartænastan í Sta
vanger boðaði Aberdeen
Coastguard frá um 11.20
tíðina sunnukvøldið, men
teir fingu at vita, at tam
arhald var á støðuni. Annars
má tað metast at vera lagn
unnar speisemi, at Norröna
júst legði at í Lerwick, tí
tað eru ikki meiri enn seks
vikur síðani, at skipið gavst
at sigla upp á júst hesa
havnina.
60 bilar skaddir
Páll Kunoy hevur skriva bókina Fossanes
Søgan um Fossanes er á mangan hátta óverulig. Sjálvsami tilburðurin, sum mikið hevur verið
talað um, kann einans skilja til fulnar, um ansur verður givin ta ónatúrligu hending, ið stóðst
umborð á skipinum vártúrin á Suðurlandinum í 1937. Eingin veit nakað at siga frá síðstu løtu
teirra, sum fórust. Men bókin byggir á vitnisburðir hjá manningini, ið vóru við á Suður
landinum, árið fyri feigdar túrin. Roynt verður at greiða frá sorgarligu vanlukkuni, í tráð við ta
ónatúrligu hending, ið rakti ávísar av monnunum, sum vóru við henda vártúrin tá ið øll
manningin 19 mans fórust. Bókaútgávan verður í Skúlanum við Ósánna hóskvøldið 15.
nov. 2007 kl. 19.30
Hóast fyrstu tíðindini
søgdu, at Norröna
fekk totalt black-out
og lá hjálparleys í
einar tjúgu minuttir,
so var hetta ikki
veruleikin. Talan var
nevniliga ongantíð
um black-out, men
at tveir av fýra
høvuðsmotorum
settu út
NORRÖNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er einki at taka feil av.
Støðan umborð á Norrönu
sunnukvøldið var eitt sindur
kaotisk, men kortni var
skilið ikki so ringt, sum
fyrstu tíðindini góvu ábend
ingar um. Tað ljóðaði í gjár
og eisini meginpartin av
fyrrapartinum, at skipið
hevði havt eitt totalt black
out, men hesi tíðindi hava
síðani víst seg at verið
skeiv.
Nei, talan var ikki um
nakað blackout. Vit høvdu
ljós alla tíðina. Tað, sum
veruliga hendi, var, at tveir
av teimum fýra høvuðs
motorunum settu út, og tá
tað hendir, gerst skipið
ómanøvreriligt, sigur Heðin
Mortensen, maskinstjóri á
Norrönu.
Eisini stjórin á Smyril
Line, Andras Róin, váttar í
morgun, at skipið ongantíð
lá svart.
Men støðan var ikki góð í
ódnarveðrinum, og hetta
fekk ferðafólkið umborð
eisini sjón fyri søgn fyri, tá
tey í gjárkvøldið sluppu
niður á bildekkið at skoða
skilið har niðri.
Øll ferðafólkini sluppu
niður á bildekkið, ikki bara
bilførararnir. Har sá ikki
gott út, sigur John Eysturoy,
ið er eitt av ferðafólkunum
umborð á Norrönu hendan
túrin.
Annars verður upplýst av
Smyril Line, at við umborð
eru 238 ferðafólk og ein
manning, sum telur 87.
Eisini hevur skipið nógvar
bilar við, heilar 90 spildur
nýggjar bilar, sum Smyril
Blue Water flytir til Føroya.
Ferðafólkini hava 96 bilar
við sær, umframt at fimm
bilar eru við sum frakt.
Tilsamans altso 191 persón
bilar. Eisini eru 78 trailarar
við hendan túrin.
Nógvar tjóðir
Tá vit tosaðu við John
Eysturoy stutt fyri døgurða
í dag, hevði júst verið ein
kunningarfundur umborð,
og har hevði ferðafólkið
fingið at vita, at holið í skip
inum nú var tett, men at
Norröna slapp ongan veg,
fyrr enn stabilisatorurin var
festur aftur forsvarliga.
Talan er um stabilisator
in í bakborð, og fyrr enn
hann er tryggur, vil klassin
ikki loyva skipinum nakran
veg, sigur John Eysturoy.
Sum er liggur Norröna
við bryggju við stýriborðs
síðu at, og tað merkir, at
eingin sleppur í land. Hildið
verður ikki ráðiligt, at lata
ferðafólk klúgva upp og
niður eftir leytarum.
Sum skilst verður arbeitt
við at fáa eitt skip at flyta
seg sum liggur har, sum
Norröna plagdi at leggja til
bryggju. Sleppa vit inn har,
verður lag á manni at sleppa
í land, sigur John Eysturoy.
Hann skilir annars á lagn
um, at arbeitt verður við
fullum trýsti at skipa so
fyri, at fólk og bilar kunnu
sleppa í land so skjótt sum
tilber, tá Norröna er komin
aftur til Føroya.
Nýggjur kunningarfund
ur verður aftur klokkan 15 í
dag, og í meðan fær ferða
fólkið ókeypis mat í kafe
teria.
Umborð
eru
fleiri
tjóðir, norðmen, føroyingar,
danir,
póllendingar,
eysturríkarar,
týskarar,
íslendingar,
hollendingar
og sviar, verður upplýst av
Smyril Line.
Talan ongantíð um black-out
Ein trailari koppaði, og eini 60 bilar fingu skaða
Mynd: Helgi á Fløtti