Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 13. november 2007 31 Stutt Sagt Fleiri flýggja Altsamt fleiri fólk taka nú til rýmingar úr somaliska høvuðsstaðnum Mogadis­ hu, har harðir bardagar hava verið teir seinastu dagarnar. ST heldur, at umleið 850.000 fólk eru flýdd úr býnum, og at næøstan 100.000 teirra eru flýdd haðani tær báðar seinastu vikurnar. Bardag­ arnir millum islsmskar uppreistrarmenn og somal­ iska herin eru teir harðastu í fleiri mánaðir, og ST hevur heitt á partarnar um ikki at søkja at sivilfólk­ inum ella sivilum málum. Drápsmaður hjartaliga móttøku Russarin Vitalij Kalojev, sum fekk átta ára fongsul fyri at hava myrt ein dan­ skan flúgvileiðara í Sveis, er komin aftur til Russ­ lands eftir at hava sitið í fongsli í Sveis. Vitalij Kalojev misti konuna og bæði børnini, tá eitt russ­ iskt ferðamannaflogfar og eitt týskt flutningsflogfar stoyttu saman uppi yvir Suðurtýsklandi. Danin Peter Nielsen hevði vakt hjá sveisiska flogeftirlit­ inum tað kvøldið í 2002, og Vitalij Kalojev hevndi konuna og børnini við at beina fyri flúgvileiðara­ num. Hann varð dømdur átta ára fongsul í Svris, men herfyri stytti sveisiski hægstirættur revsingina, soleiðis at Vitalij Kalojev kundi sleppa aftur til Russ­ lands. Hann kom til Mosk­ va í gjár, har hann fekk eina hjartaliga móttøku. Kirkjur og handlar í stríði Protestantiska kirlkjan í Týsklandi heldur tað vera skeivt, at handlarnir í Berlin sleppa at hava opið tíggju sunnudagar um árið. Wolfgang Hubner, sum er biskupur í Berlin og formaður í evangeliska kirkjuráðnum í Týsklandi, hevur gjørt av at leggja málið fyri grundlógar­ dómstólin í Karlsruhe. Wolfgang Hubner fýlist serliga á, at handlarnir í høvuðsstaðnum sleppa at hava opið allar teir fýra sunnudagarnar í adventini. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Verður undantaksstøðan í Pakistan ikki sett úr gildi, verður landið koyrt úr bretska samveldinum (David Miliband, uttanríkisráðharri) útlond Seinastu veljarakann­ ingarnar undan valinum í Danmark vísa, at Danski Fólka­ flokkurin og Ny Alli­ ance skulu tryggja stjórnini meiriluta Tær seinastu veljarakann­ ingarnar undan fólkatings­ valinum í Danmark í dag vísa ymisk úrslit, men verða úrslitini løgd saman, er niðurstøðan, at stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra verður sitandi, men nú við stuðuli frá Danska Fólkaflokkinum og Ny Alliance. Eftir manningunum fær Vinstri 25,2 prosent av atkvøðunum, Konservativi Fólkaflokkurin 10,9 prosent og Danski Fólkaflokkurin 12,7 prosent. Vinstri missir sjey tingmenn, Konservativi fær ein afturat, og DF missir tveir. Tað merkir, at stjórnar­ flokkarnir og Danski Fólka­ flokkurin skulu hava stuðul frá Ny Alliance fyri at varð­ veita meirilutan í Fólka­ tinginum, og hóast Ny Alli­ ance hevur peikað á Anders Fogh Rasmussen sum forsætisráðharra, so skulu bæði Danski Fólkaflokkurin og Ny Alliance slakað í týdningarmiklum málum, skulu teir báðir flokkarnir standa saman um stjórnina. SF tvífaldaður Sosialdemokratarnir fáa sambært einum samandrátti av dagsins veljarakanning­ um 25,2 prosent av atkvøð­ unum ella júst tað sama sum Vinstri. Tann stóri vinnarin á vinstravonginum er Sosialistiski Fólkaflokk­ urin, sum sambært kann­ ingunum fær 13,2 prosent ímóti 6,0 prosentum seinast. Tað gevur flokkinum 23 umboð í Fólkatingið ímóti teimum 11, sum flokkurin hevur nú. Taparin vinstrumegin miðjuna er Radikali Vinstri, sum missir seks tingmenn. Úrslitið kemur kortini ikki óvart á, tí flokkurin hevur mist Naser Kaader og Anders Samuelsen, sum stovnaðu Ny Alliance. Nú skulu tey samstarva Pia Kjærsgaard og Naser Khader hava havt mangan dystin undir valstríðnum, men sambært veljarakanningunum skulu tey samstarva aftan á valið Munurin millum tey bæði fremstu forsetavalevnini hjá demokratunum er tódnaður í seinastuni Teir flestu demokratarnir í USA vilja framvegis hava fyrrveandi forsetafrúuna aftur í Hvítu Húsini í Washington, men altsamt fleiri demokratar vilja heldur skriva søgu við at fáa ein littan forseta. Fyri nøkrum mánaðum síðani var Hillary Clinton umleið 30 prosentstig framman fyri Barrack Obama, men sambært teim­ um seinastu kanningunum er munurin nú minkaður niður í 19 prosentstig. Eftir kanningini, sum CNN hev­ ur gjørt, siga 44 prosent av demokratunum, at tey vilja hava Hillary Clinton til forseta, og 25 prosent vilja heldur hava Barrack Obama. Tvær kanningar, sum eru gjørdar í tí vanliga so týdningarmikla statinum New Hampshire, vísa eisini, at munurin millum tey bæði fremstu valevnini hjá demo­ kratunum er minkandi. Hillary Clinton kann ikki kenna seg so vísa í at gerast forsetavalevni hjá demokratunum Obama togar inn á Hillary