Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-13, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. november 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 13. november 2007 39 lýsingar Starvið Eitt áhugavert og fjølbroytt avloysarastarv sum fíggjarfulltrúi í aðalskrivstovuni er leyst at søkja frá 1. januar til 31. oktober 2008. Høvuðsuppgávurnar hjá fíggjarstápinum eru m.a.: • Fíggjarstýring, roknskapur og eftirlit • Fíggjarætlan fyri undirvísingarverkið og mentanarstovnar • Lønarútgjalding í fólkaskúlanum o.a. • Fíggjarlig ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk, stovnar o.o. • Gera sundurgreiningar og langtíðarætlanir • Málsviðgerð o.a. Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar hava: • Viðkomandi útbúgving sum t.d. cand.merc, cand. polit, cand.oecon ella líknandi • Áhuga fyri fíggjarstýring og fyrisiting • Leiðsluevnir og kunnu taka avgerðir • Fyrikomandi og góð samstarvsevnir Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir úr øðrum starvi. Harumframt skalt tú kunna arbeiða sjálvstøðugt. Vit bjóða • Eitt starv, har tú sjálv/sjálvur kanst verða við til at skapa starvið • Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti úteftir • Skeið og eftirútbúgvingarmøguleikar Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við skiftandi uppgávum tætt saman við politisku myndugleikunum og stovnum innan undirvísing og mentan. Mentamálaráðið er týðandi partur av visjón 2015. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir tess. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø skulu sendast til: Mentamálaráðið Hoyvískvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn ella t-post: mmr@mmr.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. november 2007, kl. 16.00. Starvið verður at seta frá 1. januar 2008. Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú ringja til Petur Petersen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, á tlf. 35 50 50. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Í aðalskrivstovuni eru stápsfunktiónir innan m.a. búskap, løgfrøði, HR, kunningartøkni og fyrisiting. Fyriskipanin er býtt í 3 deildir –Fólkaskúladeild, Vinnu-/miðnámsskúladeild og Mentamáladeild – sum stápsfunksjónirnar veita ráðgeving til, umframt til aðalstjóran og landsstýrismannin. Fíggjarfulltrúi (avloysarastarv) sansir.fo Aðalskrivstovan Umsóknarblað og vegleiðing kunnu heintast á heima- síðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo undir „Mentan“ – „Oyðubløð“, ella við at venda sær til Mentamálaráðið. Freistin at søkja um stuðul er 2. januar 2007. Viðvíkjandi treytum og møguleikum fyri stuðli verður víst til løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m., og kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m. Umsóknir skulu stílast: Mentamálaráðið Postrúm 3279 110 Tórshavn Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt fyrisitur ráðið uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Stuðul til yrkisleiklist sansir.fo Mentamáladeildin Møguleiki er at søkja um stuðul til yrkisleiklist Stuðul í Fuglafjarðar skúla Søkt verður eftir stuðli til næming í 6. fl., sum hevur ADHD. Talan er um 30 t/viku. Vónandi kunnu møguligir umsøkjarar byrja sum skjótast ella í seinasta lagi mánadagin 3. desember. Søkt verður eftir stuðli, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal taka lut í dagliga arbeiði skúlans • dugir at samstarva og vera fyrikomandi • er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum • er stundisligur og nærlagdur Førleikakrøv: Tann, ið verður settur í starvið, skal helst hava námsfrøðiliga útbúgving ella samsvarandi førleika. Fyrimunur er eisini, um umsøkjarin hevur royndir at arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 26. nov. kl. 10. Setanarsamrøður verða í døgunum 26. og 27. nov. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til skúlastjóran ella varaskúlastjóran á tlf. 737761 ella 737762. Eisini ber til at senda teldupost til skúlastjóran: suni@ffs.fo Fuglafjarðar skúli Postboks 9 · FO-530 Fuglafjørður · Tlf. 737760 Fuglafjarðar skúli hevur í løtuni umleið 320 næmingar í 18 flokkum. Við skúlan starvast 33 lærarar, 3 stuðlar, 1 skrivari, 1 húsavørður og 4-5 reingerðingarfólk. Í hesum skúlaárinum fer skúlin at arbeiða við at seta í verk fleiri menningarætlanir. Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.ffs.fo Brúðarkoyring Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t. d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein brúnan Jaguar frá 1978 Ring til Bilrøkt á 588880 www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo Brúðarkoyring