mikudagur 14. november 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 14. november 2007
37
Opel koma nú á mark
naðin við dagførdum
Vectra við bæði størri
motorum og meira
útgerð uttan meirprís.
Ein 2,0 Turbo við 175
hk kostar tað sama
sum ein 2,2 við 155
hk, ella ein 150 hk die
sel fyri sama prís sum
ein við 120 hk diesel
motori.
Umframt størri motorar
fæst Vectra nú eisini við
standardútgerð sum t.d. set
rum sum deilvís eru klødd
við leðri og leðurratti.
Her hjá okkum hava Auto
Service sett saman ein
sonevndan
»businesspak
ka«” við førararsetri (sum
kann stillast 8 ymiskar veg
ir), elektroniskt klimakon
troll, ferðpilot, »boardtel
du«, og elsíðurútum framm
an og aftan sum standard.
Ein onnur nýggjheit er, at
í 2008 hava allir Vectra við
dieselmotori partikulfiltur
sum standardútgerð.
Bilarnir kunnu síggjast
og roynast hjá Auto Service
við Oyggjarvegin. Prísirnir
byrja við 265.000 krónur
fyri ein 1,8 Limited við 140
hk (sedan við 4hurðum).
Sum dømi kunnu vit nevna
at ein 2,2 Elegance (155
hk) við 5 hurðum og ein 2,0
Turbo Elegance (175 hk)
við 5 hurðum kosta báðir
300.000 krónur. Stationcar
útgávan, Vectra Wagon, er
umleið 15.000 krónur dýr
ari enn ein sama slag í
hatchback útgávuni.
mg
Betri útgjørdir Vectra við
størri motorum
Opel Vectra Wagon 1,9 CDTI
Í sendingini Bylgjan
hjá Kringvarpinum
hesa vikuna vórðu
tveir bilar ummældir:
Ford Ka, sum er ein
lítil hatchback við
3 hurðum, og Kia
Magentis, sum er ein
stórur væl útgjørdur
sedan
Bilar
Bilarnir sum vórðu ummæl
dir í sendingini Bylgjan hjá
Kringvarpinum mikudagin
14. november vóru ein Ford
Ka við 1,3 bensinmotori og
70 hk og ein Kia Magentis
2,0 CRDI Exclusive við
140 hk dieselmotori.
Fyrri bilurin, sum varð
royndarkoyrdur, var ein Kia
Magentis 2,0 CRDI Exclusi
ve.
Magentis er ein stórur og
rúmligur sedan við fýra
hurðum, sum er sera væl
útgjørdur.
So gott sum alt er stand
ard, og bilurin hevur hópin
av innbygdari trygdarút
gerð.
Magentis er designaður
eftir evropeiskum stíli og til
evropearar við t.d. stórum
setrum og góðum plássi í
kabinuni, bæði framman og
aftan.
Viðførisrúmið
er
næstan 500 litrar, sum er
rættuliga stórt. Magentis
hevur eisini góðar og trygg
ar koyrieginleikar.
Bilurin sum varð royndar
koyrdur hevði 2,0 CRDI
dieselmotor við 140 hk,
commonrail
innspræning
og partikulfiltri. Magentis
fæst eisini við tveimum
ymiskum bensinmotorum:
2,0 (4 syl.) við 144 hk, og
2,7 (V6) við 188 hk.
Kia Magentis kann síggj
ast og roynast hjá Berg Mot
ors. Magentis 2,0 CRDI
kostar kr. 263.800.
Ford Ka
Seinni bilurin var Ford Ka,
sum er ein lítil og lættur
hatchback við trimum hurð
um.
Hóast Ford Ka hevur 10
ár á baki, sær hann als ikki
gamal út. Ka var ein av fyrs
tu Fordunum við sonevnda
«New Edge» stílinum, sum
hevur eyðkent Fordarnar
seinastu árini. Viðførisrúmið
á Ka er 186 litrar, og við
baksetrunum niðri verður
tað 724 litrar.
Ford Ka fæst eisini í
útgávuni 1,6 Sport 95 hk
við sportligum koyriegin
leikum.
Ford Ka, sum er ein tann
bíligasti bilurin á marknað
inum, kann síggjast og royn
ast hjá P/F Wenzel í Akra
nesgøtu. Ford Ka 1,3 kostar
kr. 99.900.
Fróði Løksagarð stóð fyri
sendingini, og bilaummæl
arar vóru Óla Jákup Rólants
son frá Vikublaðnum, og
Magnus Gunnarsson frá
Sosialinum.
mg
Ford Ka og Kia Magentis
Hóast Ford Ka hevur 10 ár á baki, sær hann als ikki gamal út. Ka var ein av fyrstu Fordunum við
sonevnda «New Edge» stílinum
Kia Magentis 2,0 CRDI Exclusive er ein stórur, væl útgjørdur og rúmligur sedan við 140 hk
dieselmotori við turbo, commonrail innspræning og partikulfiltri
bilar