Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 222 - 15. november 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Strandavegurin liðugur ALMENT HÁTÍÐARHALD Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Leygardagin 17. november kl. 13.00 verður Strandavegurin alment tikin í nýtslu. Í hesum sambandi skipar Landsverk fyri almennum hátíðarhaldi í „Kafeteria“ í ítróttahøllini á Skála. Skráin fyri dagin Á Strondum, við vegamótið oman fyri Hulk: Kl. 12.00 Lokalu ítróttafeløgini skipa fyri renning inn á Skála eftir nýggja vegnum. Á Skála, oman fyri ítróttaøkið: Kl. 13.00 Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sker snórin. Bilafylgi koyrir eftir nýggja vegnum út á Strendur og aftur. Aftaná bjóðar Landsverk øllum til alment hátíðarhald í „Kafeteria“ í ítróttahøllini á Skála. Øll eru vælkomin. TOP-TOY A/S, sum eigur leikahandlarnar BR Leikur og TOYS’R’US, tekur øll sløg av BINDEEZ- perlum inn aftur Tíðindaskriv   Tær littu BINDEEZ-perlur- nar  kunnu  brúkast  til  at  gera ymisk skap og mynst- ur, og tá vatn verður sprænt  á  tær,  hanga  tær  saman.  Men  nú  vísir  tað  seg,  at  skeivt  brúk av  perlunum  kann  vera  heilsuskaðiligt.  Um børn svølgja perlurnar  í stórum tali, kunnu tey vísa  tekin um dølskni og svimb- ul og missa vitið. Tað kemst  av, at perlurnar orsakað av  framleiðslubreki  innihalda  evnafrøðiligt  tilfar,  sum  elvir  til  júst  hesi  tekin.  Í  løtuni vita vit um nøkur fá  dømi í øllum heiminum,har  børn hava ment hesi sjúku- tekin eftir  at  hava  svølgt  perlurnar.  Tí  hevur TOP-TOY A/S  longu tikið allar BINDEEZ- perlur  av  handilshillunum  og beinanvegin steðgað søl- uni  av teimum.  TOP-TOY  A/S  tekur  samstundis  øll  sløg  av  BINDEEZ-perlum  innaftur,  sum  eru  seld  í  handlum okkara.  Tey  viðskiftafólk,  sum  hava keypt BINDEEZ-perl- ur, verða tí biðin um at lata  perlurnar inn  til nærm- asta BR-handil  ella TOYS- ’R’US. Har kunnu viðskifta- fólkini velja sær aðra vøru í  staðin ella fáa goldnu peng- arnar aftur.  TOP-TOY  A/S er  ein  av  størstu útbjóðarum í Norður- londum av dygdarleikum til  børn, og tryggleiki barnanna  hevur fremstu raðfesting hjá  okkum. TOP-TOY A/S virkar  støðugt  fyri  at  halda  góða  dygd  og  trygd  viðvíkjandi  vørum  okkara. Vit  vilja,  at  brúkarin  altíð  trygt skal  kunna keypa leiku í handlum  okkara.  Fleiri  upplýsingar  um  BINDEEZ-perlur  fáast  hjá  Jon  Vastrup  framleiðslu- trygdarstjóra  á  telefon  46  16  36  56  ella  teldupost:  jva@top-toy.dk.   BR  Leikur  í  Føroyum  fylgja  ávísingunum  hjá  TOP-TOY  A/S.  Viðskifta- fólk ið hava fleiri spurningar  í  hesum  sambandi,  kunnu  venda sær til Ritu D. Syder- bø,  stjóra  í  BR  Leikur  í  Føroyum. Telefon nummari  er  319929    Teldupost  brleikur@post.olivant.fo Heilsuskaðiligar leikur Landsmiðstøðin fer í næstu viku at bjóða øllum børnum í 1., 2. og 3. flokki til upplestur av Lindgren-tekstum asTrid LindGrEn 100 Ár Tann  í  gjár  vóru  100  ár  liðin,  síðan  Astrid  Lind- gren varð borin í heim, og  tað  vilja  tey  á  Landsmið- støðini  fyri  undirvísingar- amboð  gera  eitt  sindur  burturúr.  - Okkara gáva til Astrid  Lindgren  er  samstundis  ein gáva til øll børn í 1., 2.  og  3.  flokki:  Vit  ætla  at  halda  dagin  við  at  bjóða  øllum  næmingum  í  1.,  2.  og  3.  flokki  til  upplestur  í  viku  46.  Sjónleikar- ar  frá Tjóð- palli Føroya  fara  at  lesa  um  Pippi  Langsokk, Ronju og Birk,  Emil  úr  Lønnibergi  ella  onkran  heilt  annan,  sum  Astrid Lindgren hevur skri- vað  um.  Sýningin  verður  uml. 45 minuttir og vera í  Suðuroynni,  á  Sandi,  í  Kollafirði,  í  Norðskála/ Oyrar skúla, á bókasavnin- um í Klaksvík, í húsinum  hjá  Kongshavnar  Kvinnu- felag og í Norðurlandahús- inum,  sigur  Landsmið- støðin í tíðindaskrivi.  Tá vikan er av, fara uml.  2100  børn  at  hava  hoyrt  um  Pippi,  Emil, Ronju, Dikku og øll  hini, sum Astrid Lindgren  hevur  skrivað  um  tey  seinastu 50 árini.  Tiltakið er ókeypis.  Landsmiðstøðin  er  ein  stovnur  undir  Mentamála- ráðnum, ið veitur tænastur  í  undirvísingarverkinum  so sum at kunna um undir- vísingartilfar,  umsita  savn  við  undirvísingartilfar  til  útláns,  at  ráðgeva  og  at  skipa  fyri  eftirútbúgving  fyri lærarar.  Hátíðar- halda Astrid Lindgren