Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-15, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. november 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Nr. 222 - 15. november 2007 Lesararkapping Í Havn PhotoCare og Sosialurin fara í felag at skipa fyri eini kapping, har lesarin skal finna eitt slagorð at prenta á t-shirts, sum skulu seljast í PhotoCare-handlinum í Havn Tú kanst senda slagorð (slogan) inn einsamalt ella saman við mynd, sum tú heldur passar til títt slagorð. Hevur tú eina vakra mynd, sum prýðir eina t-shirt saman við tínum slagorði, er tað eisini í lagi. Treytir Fyri at verða við í kappingini, skal slogan og møgulig mynd sendast til: photocare@sosialurin.fo frá 5. november og í seinasta lagi 16. november kl. 16. Í teldupostinum skal standa navn, bústaður og telefonnummar. Vinningar 1. Hitachi upptøkutól Digitalt HITACHI DVD-upptøkutól við tasku, eyka battaríi og 10 DVD fløgum. Virði 6.600,- 2. 1.000 myndir + album Framkalling av 1000 digitalum ROYAL myndum við album. Virði 3.000,- 3. 5 T-shirts 5 T-Shirts við tínum uppskoti Virði 1.000,- Finn rætta slagorðið til T-shirt’ina Kappingin byrjar mánadagin 5. november og endar fríggjadagin 16. november kl. 16. Vinnararnir verða kunngjørdir í blaðnum mánadagin 26. november. KFUM og KFUK í Havn Hósdagin kl. 20 í KFUK: Varðmenn hittast í KFUK. Fríkirkjan Oasan Kirkjustræti Hóskvøldið kl. 20 ungdóms­ møti. Sunnudagin kl. 11 Guðs­ tænasta v/Valdimar Simonsen Evni: Hvussu kann eg vita, at eg trúgvi? kl. 14 sunnudags­ skúli. Mánadagin kl. 17.15 venur barnakórið, kl. 20 bønamøti. Verið hjartaliga vælkomin www.oasan.fo Samkoman við Marknagil Skúlaheimið, Marknagilsv.75 Møti sunnudagin kl. 10.30 Breyðbróting. Sunnudagsskúli kl. 12.00 Mánakvøldið kl 20.00 Bønar/ uppbyggingarmøti. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin 19. nov. kl. 15 í KFUK: Seinnapartssamkoman við Suna Joensen. Týsdagin 20. nov. kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Kl. 19.30 í FKUM: Kristiliga sangkórið venur. Nýggir sangarar eru vælkomnir við. Mikudagin kl. 19 í KFUM: Tensing kórið venur. Hósdagin 22. nov. í KFUK: KFUK­kvøld fyri limir. Tórshavnar hvítusunnusamkoma Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 Morgun­ møti, kl. 18 Evangeliskt møti, Jan Joensen og onnur luttaka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Filadelfia Miðvágur Hóskvøldið kl. 20 ungdóms­ møti. Leygardagin kl. 16 bønar­ møti. Einki møti og eingin sunnudagsskúli sunnudagin. Missiónshúsið í Sørvági Sunnudagsskúli verður sunnu­ dagin kl. 14. Møti verður kl. 18. Ung skipa fyri. Saron, Flatnavegur 7, Vestmanna Hósdagin barnaarbeiði í Saron kl. 19. Sunnudagin 18/11, morgun­ møti við breyðbróting kl. 11. Verið vælkomin. Kollafjarðar Missiónshús Bønarløta hóskv. kl. 19.30. Sunnudagsskúli verður sunnu­ dagin kl. 14 og møti kl. 18. Bíbiltími verður týskvøldið kl. 20. Bønarløta hóskvøldið kl. 19.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Saron Haldórsvík Hósdagin 15/11 húsmøti hjá Elianu og Magnus Olsen, kl. 20. Ver hjartaliga vælkomin. Haldórsvík Missiónsvikan í Haldórsvík byrjar hósdagin og heldur fram vikuna út: Hóskvøldið kl. 8 Regin Høgnesen talar. Johanna, Hallgerð og Marita syngja Fríggjakvøldið kl. 8 Dánjal Pauli Dalbø talar. Streingjakórið í Gøtu syngur Leygarkvøldið kl. 8 Frits Thomsen talar. Bólkurin MIKTAM syngur Sunnudagin kl. 12 guds­ tænasta v. altargongd, Marjun Bæk. Kl. 14 sunnudagsskúli, og kl. 18 møti. Hassi Johanne­ sen talar. Magni Christiansen syngur. Missiónsvika í bønhúsinum á Hellunum Hósdag kl. 20 Ámundur Berthelsen talar. Menn av Strondum syngja. Fríggjadag kl. 20 Knút Larsen talar. Hans Pauli og Jan syngja. Leygardag kl. 20 Regin Høgnesen talar. Óli Poulsen syngur. Sunnudag 18/11 kl. 18 Niels Jacob Nielsen talar. Laila syngur. Innsavnan til Heimamissiónina. Karmel, Eiði Sunnudagin kl. 19 Møti v/ Atla Rasmussen. Keldan Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21, Awake við Høgna á Reynatrøð. Sunnudagin kl. 17, Møti við Paula Høj. Sangur við Biritu og Drós. Lívsins Orð, Saltangará Hósdagin kl. 18 Tim5. Sunnudagin kl. 10.30 Møti. Missiónshúsið á Toftum Á møtinum sunnudagin kl. 18 talar Árni Jacobsen, Leirvík. Øll eru vælkomin. Tabor Toftir Ungdómsmøti verður leygarkvøldið kl. 20 har Bárður Kass Nilsen kemur at kemur at tosa um evni: Endurloysing. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sjómanskvinnuringurin í Runavík kemur saman í Kvinnu­ felagshúsinum mánakvøldið kl. 19.30. Mint verður á jólapakkarnar til sjófólki. Allar kvinnur eru vælkomnar. Thabor, Fuglafjørður Sunnudagsskúlin er í kirkjutíð kl. 11 í kirkjukjallarinum. Møti verður sunnukvøldið kl. 18, har Sunniva Poulsen talar. Missiónshúsið í Rituvík Hósdagin kl. 19 Juniorringur. Fyri børn 5. – 7 flokk. Leygardagin kl. 20 Blákross Ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 18 Møti. Getsemane, á Brekku 19 Fríggjakvøldið kl. 20.30 er ungdómsmøti, Hannegretha Thomasen, Una Sigurðsson og Henrikka Bringsberg tala. Evni: Orðt. 22:6 Leygarmorgun kl. 10.00 er morgunbøn. Sunnnudagin kl.18.00 er møti, barnamøti (sunnudagsskúli) er samstundis. Hvønn gerandismorgun kl. 6:15 er morgunbøn. Møti verður í Kunoyar kirkju leygarkvøldið 17. nov. kl. 19.30, Torleif Johannesen sjómannstrúboðari talar og systrarnar av strondum syngja. Innsavnan verður til sjómans­ missiónina. Eftir møti verður hugnaløta í bygarhúsinum, har Torleif vísur film frá sjólívinum. Øll eru vælkomin. Betania, Skopun Hóskvøldið 15/11 kl. 20 Møti við Andreas Jørgensen. Fríggjakvøldið kl. 19 Sang­ venjing. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 sunnu­ dagsskúli. Einki møti um kvøldi vegna missiónsvikuna í Skálavík. Mikudagin kl. 20 bíbliutími Op. 2,18­29. Mikudagin kl. 20 bíbliutími Op.2,18­29. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin sunnudagsskúli kl. 2, møti kl. 6 við Eivind Bech, drekkamunnur aftaná, barnaansing verður. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin, Vágur Frelsunarherurin Vágur ­ 60 ára hald byrjar fríggjadagin kl. 21 v/ Sangcafe, vitjan av m.a. Siggi og Rannva úr Íslandi. Bólkur úr Havn, Bernhard v/ fleiri og okkara egna steingjakóri, Dorthea og Jensia. 60 ára haldi heldur fram: Leygardagin kl. 9.30 taka vit ímóti gestum, sum koma við Smyrli og fáa kaffi og ábit. Kl .19.30 verður festmøti v/ Mariannu og Adam Clyve, Sámal Jákup og Elisabeth og fleiri. Kalt borð. Sunnudagin kl. 11 Halgunar­ møti og sunnudagskúli, kl 13 Felags døgurði, kl 14.30 sangmøti, kl. 18 evang møti. Á øllum fundum luttaka Marianna og Adam Clyve v/ meira. Øll eru vælkomin. Eysturoyar gongufelag - Jólaborðhald verður í Gjáargarði fyri limir í Eysturoyar gongufelag leygardagin 1. desember. Um tú hevur hug at vera við, so sig frá hjá Asbjørn tlf. 282129, Kristian Martin tlf. 775100 ella Óla tlf. 254272 áðrenn 15. nov. Ørkin, Reykjavík Møtini vera hvønn sunnudag kl. 17.00 á Ørkini! Losjan í Havn Fríggjadagin kl. 15.00 hittast tilkomin og eldri til hugna. Frá Felagnum Tórshavnar Mikukvøldið 21. november 2007 kl. 19.30 verður rundvísning og eftirmeting á Fiskirannsóknarstovuni í Nóatún. Felagið Tórshavn, gongutúrur Sunnudagin kl. 10 skipar Felagið Tórshavn fyri gongutúri til Dysjarnar og Tunguliðfjall. Farið verður av Kunningarstovuni kl. 10.00. Túrurin miðal lættur. Minnist til at hava góð og heit gonguklæði og matpakka við. Tilmelding á 302425 ella torshavn@torsinfo.fo Tilmelding á 302425 ella torsinfo@torshavn.fo 60 ár Leygardagin 17. november fyllir Katrin Skarðhamar í Havn 60 ár. 75 ár Tórsdagin 15.11.07. fyllir Daniella Leo Sumba 75 ár. Dagurin ver.ur hildin leygardagin 17.11.07. hjá Dánjal Jóhann og Emmu undir Hamri, har øll eru hjartaliga vælkomin.