fríggjadagur 16. november 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 16. november 2007
13
viðmerkingar
-Tað er yvirhøvur ein upp-
gáva hjá rithøvundum í
almenna orðaskiftinum at
vísa á, at tað altíð finnast
onnur sjónarhorn enn tey
ráðandi í einum samfelag.
Tað er mennandi fyri orða-
skiftið, og tað er mennandi
fyri samfelagið sum so. So
mugu vit bara vóna, at tær
bestu grundgevingarnar
sigra segði Hans Andrias
Sølvará, søgufrøðingur og
rithøvundur, m.a. til føðing
ardagshátíðarhaldið hjá
Rithøvundafelag Føroya í
farna mánað. Vit prenta
íkast hansara um tørvandi
kjakmentan
Tinghellukjak
Hans Andrias Sølvará
Søgufrøðingur
Eg skal fyrst ynskja Rithøvunda
felag Føroya tillukku við føðing
ardegnum. Og takk fyri, at eg
fekk høvi til at siga nøkur orð
um leiklutin hjá rithøvundum í
almenna orðaskiftinum á hesum
merkisdegi hjá felagnum. Tað er
helst líka torført at finna felags
stev millum rithøvundar, sum tað
er at finna felags stev millum
aðrar bólkar í samfelagnum. Tað,
sum eg fari at tosa um, skal tí
ikki skiljast soleiðis, at rithøv
undar eru samdir, men talan verð
ur um tann leiklut, sum eg per
sónliga haldi, at rithøvundar eiga
at hava í almenna orðaskiftinum.
Eg fari tí at koma nakað inn á
okkurt av tí, sum eg persónliga
havi lagt meg eftir í almenna
orðaskiftinum.
Tað hevur ofta verið havt á
munni, at rithøvundar eru sam
vitskan hjá samfelagnum. At
rithøvundar í orðaskiftinum eiga
at tala at og varpa ljós á ta ringu
samvitskuna hjá samfelagnum.
Serstakliga tá meirilutin, ella tey,
sum sita á valdinum, gera seg inn
á tey minni mentu í samfelagn
um. Hetta er ein ikki so lítið
hábærslig uppgáva, sum hevur
verið løgd á rithøvundar. Og tað
ber sjálvandi til at spyrja, um
rithøvundar hava nakað fram um
aðrar bólkar í samfelagnum, sum
ger teir betri førar fyri at átaka
sær hesa uppgávuna.
Franski heimspekingurin Michel
Foucault hevur grundgivið fyri,
at aftanfyri eitthvørt sjónarmið
finnast duld áhugamál, ein valds
skipan av onkrum slag, sum hev
ur við sær, at tað ikki ber til at
seta seg út um tær valdsskipanir,
sum menniskju eru partar av. Tað
finst einki “view from nowhere”,
útsýnið ongastaðni frá segði
amerikanski heimspekingurin
Thomas Nagel í einum av sínum
bókum. Tað finst einans útsýnið
onkustaðni frá. Menniskju eru
altíð innanfyri ávísar valdsskip
anir, tað ber ikki til at seta seg út
um allar valdsskipanirnar. Menn
iskju taka ikki støðu til tað, sum
er rætt ella skeivt við at síggja
burtur frá ítøkiligum áhugamá
lum, tey taka tvørturímóti støðu
til tílík viðurskifti undir ávirkan
av nøkrum ofta rættiliga saman
settum valdsviðurskiftum. Tey
kunnu ikki tað ber ikki til seta
seg út um øll valdsviðurskifti. Í
so máta eru rithøvundar ikki
øðrvísi fyri enn politikarar. Ein
rithøvundur noyðist, tá hann ber
okkurt fram, at taka støðu til,
hvørjar avleiðingar tað kann fáa
fyri hann ella hansara nærmastu.
Ein felagsskapur noyðist, áðrenn
hann leggur seg út í kjak um eitt
ávíst evni, at taka støðu til sjónar
miðini hjá limaskaranum. Hartil
kemur, at vit verða øll ávirkaði
av ymiskum viðurskiftum, sum
vit ikki eru tilvitaði um. Idealini
røkka tí ikki longur enn til tann
ítøkiliga valdssamanhangin, sum
tann einstaki ella felagsskapurin
er partur av. Sambært Michel
Foucault eru eisini idealini ein
samansjóðaður partur av ítøki
ligum áhugamálum og valds
viðurskiftunum. Tað finst einki
óheft sjónarmið, tað finst einki
uttanfyri menniskju eru altíð
innanfyri ávís valdsviðurskifti
ella tulkingarkarmar. Tað er ikki
ein óheppin niðurstøða, sum
menniskju í einum ávísum sam
felag í einum ávísum tíðarskeiði
noyðast at liva undir, tað er nak
að, sum øll menniskju noyðast at
góðtaka sum eina eksistentiella
tilverutreyt.
Hevur Michel Foucault rætt í
hesum, so merkir tað, at hvørki
rithøvundar ella nakar annar
bólkur kann átaka sær at vera
samvitskan hjá einum samfelag.
Eingir persónur ella bólkur av
persónum megna at seta seg út
um tey áhugamál ella valdsviður
skifti, sum teir eru partur av.
Men tað merkir ikki, at rithøv
undar ongan týðandi leiklut hava
í almenna orðaskiftinum. Tvørt
urímóti. Er tað so, at valdsvið
urskifti gera seg galdandi alla
staðni eisini í almenna orða
skiftinum, so er tað júst upp
gávan hjá rithøvundum, sum eru
serfrøðingar í at handfara orðið
og ikki eins og politikarar heftir
at støðuni hjá meirilutanum, at
varpa ljós á øðrvísi sjónarmið,
sum ikki eru millum tey ráðandi
í samfelagnum. Tað snýr seg ikki
um, at rithøvundar hava rætt, tað
snýr seg fyrst og fremst um at
rithøvundar duga at skapa kjak
orðaskifti. Rithøvundar skulu
ikki birta undir alment orðaskifti
um alt tað, sum rørir seg millum
fólk, á vertshúsum, á evangelisk
um møtum ella í privatum høpi.
Rithøvundar eiga hinvegin at
birta undir alment orðaskifti um
alt tað, sum verður nýtt sum
politisk grundgeving í almenna
orðaskiftinum. Fólkaræðið livir
og mennist av einum fjølbroytt
um almennum orðaskifti, har
skilvísar grundgevingar áttu at
verið einasta loyvda amboðið.
Rithøvundar kunnu ikki vera
uttanveltaðir, men eingin er betur
førur fyri at átaka sær uppgávuna
at verja fjølbroytni í almenna
orðaskiftinum enn teir. Rithøv
undar hava orðið í síni makt og
teir eru serfrøðingar í at síggja
ymisk samfelagslig fyribrigdi úr
øðrvísi sjónarhornum. Tað er
partur av teirra arbeiði.
Sum søgufrøðingur og rithøv
undur haldi eg tað vera eina
skyldu at taka lut í almennum
orðaskifti, tá eg haldi meg hava
nakað at geva. Tað eru eisini
evnir í føroyska samfelagnum,
sum rithøvundar alt ov sjáldan
taka upp til kritiska viðgerð.
Persónliga hevur tað ofta undrað
meg, at kristindómurin ikki er
eitt størri kjakevni í Føroyum
enn hann er. Serstakliga, tá
hugsað verður um, at í dagsins
Føroyum kunnu vit hoyra
politikarar vera ímóti onkrum
uppskoti í Løgtinginum við tí
einastu grundgeving, at “skriftin
bindur meg”. Í sambandi við
broytingarnar av grein 266b í
revsilógini var hetta heilt týðiligt.
Hetta er tekin um eitt demokra
tiskt samfelag, har kjakmentanin
er í djúpari kreppu. Og er tað
nakar annar bólkur í samfelag
num enn væl útbúnir rithøvundar,
sum dugir betri at virka fyri, taka
lut í og menna almenna orða
skifti? Samfelagsligi trupulleikin
við samanvavstrinum av persón
ligari trúgv og politiskum grund
gevingum er í øllum førum
eyðsýndur í Føroyum.
Tá skriftin Bíblian verður
flutt úr trúarhøpinum í kirkjuni
og møtisalinum til politiska
víðvøllin í løgtinginum, so
verður teksturin fluttur inn í ein
samrøðukarm (diskurs), har aðrir
samrøðuformar eru ella áttu at
verið galdandi. Her kunnu tvey
ting henda. Annaðhvørt verður
tann politiski samrøðukarmurin
kjak og grundgevingar gjørdur
til ein part av tí átrúnaðarliga
samrøðukarminum trúgv og
dogmur ella eisini verjir tann
politiski samrøðukarmurin seg
við at viðgera tær átrúnaðarligu
dogmurnar eins og øll onnur
politisk sjónarmið. Eg dugi ikki
at síggja nakrar aðrar møguleikar
– og eg kann sum søgufrøðingur
og rithøvundur ikki vera uttan
veltaður í hesum spurninginum.
Tann verðsligi staturin kann og
skal verja seg móti hesi átrún
aðarligu innrásini við at viðgera
tey átrúnaðarligu sjónarmiðini
við somu alin sum øll onnur
politisk sjónarmið. Teir politik
arar, sum nýta Bíbliuna sum
politiska grundgeving í løg
tinginum, teir biðja samstundis
um, at Bíblian skal viðgerast við
sama mátistokki sum Das Kapi
tal hjá Karl Marx ella stevnuskrá
Sambandsfloksins. Tað er spell,
men tað er tann heilt skilvísa
avleiðingin av, at Bíblian verður
nýtt sum politisk grundgeving í
almenna orðaskiftinum.
Her eiga rithøvundar eftir
mínum tykki at hava ein týðandi
leiklut í almenna orðaskiftinum í
dagsins Føroyum. Í øðrum krist
num samfeløgum, t.d. í Onglandi
og í USA, har kristindómurin
eisini í størri mun verður nýttur
sum politisk grundgeving í
almenna orðaskiftinum, er
eirindaleyst orðaskifti um krist
indómin og Bíbliuna. Eg kann
bara nevna ein so viðurkendan
lívfrøðing, professara og rithøv
und sum Richard Dawkins. Og á
náttborðinum hjá mær liggur bók
hjá amerikanska heimspeking
inum Sam Harris, har kristin
dómurin beinleiðis verður
húðflettir. Uttan mun til, um vit
taka undir við Dawkins, Harris
o.ø., so eiga vit at frøast um, at
tílíkir rithøvundar finnast. Tað er
kjak og ósemjur, sum menna og
hvessa sjónarmiðini, meðan
tøgnin fjalir bæði trupulleikar og
loysnir. Tað, sum ikki drepur
meg, tað ger meg sterkari, segði
týski heimspekingurin Friedrich
Nietzsche einaferð.
Hetta eru nakrar av grundgev
ingunum fyri, at eg sum søgu
frøðingur og rithøvundur havið
tikið lut í almenna kjakinum um
støðuna hjá kristindóminum og
Bíbliuni í føroyska samfelagnum.
Tað hevur ikki altíð verið so
stuttligt, tá óð kristin hava ringt
til mín og dømt meg bæði niður
og norður, men tað er eftir
mínum tykki beinleiðis neyðugt
at kjakast um grundarlagið undir
føroyska samfelagnum. Ikki tí, at
eg haldi meg hava rætt, men tí
kjakið í sjálvum sær er neyðugt.
Tað er eisini grundin til, at tann
næsta bókin hjá mær Guds orð
ella orð um Gud sum kemur út
í november, snýr seg um ta
kritisku bíbliugranskingina.
Hetta er ein partur av gransk
ingini, sum vit hoyra alt ov lítið
til í føroyska orðaskiftinum.
Kristindómurin er ein alt ov
týðandi partur av føroyska siða
arvinum til at verða latin yvir til
tey at tulkað, sum halda, at
Bíblian er ein politisk vegleiðing
í nýmótans samfeløgum. Kristin
dómin eiga vit øll eisini
gudloysingarnir.
Hartil kemur, at heldur ikki ta
kristna sjónarmiðið er eitt
útsýnið “from nowhere” t.e.
ongastaðni frá. Kristindómurin er
ein týðandi maktfaktorur í
føroyska samfelagnum, sum tað
er neyðugt, at vit eru kritisk
mótvegis. Tað er yvirhøvur ein
uppgáva hjá rithøvundum í
almenna orðaskiftinum at vísa á,
at tað altíð finnast onnur sjónar
horn enn tey ráðandi í einum
samfelag. Tað er mennandi fyri
orðaskiftið, og tað er mennandi
fyri samfelagið sum so. So mugu
vit bara vóna, at tær bestu
grundgevingarnar sigra.
Kjakmentan í djúpari kreppu
Nú í eina tíð hevur Javnað
arflokkurin verið til við
gerðar í Dimmu, sjálvandi
ikki fyri tað positiva, tað
kundi man heldur ikki vant
að. Hetta byrjar við grein
15. oktober í ár sum nýggi
politiski serfrøðingurin
Høgni í Jákupsstovu er
arkitektur fyri.
Áðrenn hetta vóru tað
mest smá politisk prik sum
ein sjálvandi kann rokna
við, men frá 15. oktober er
hetta sett í system, har ein
long grein um alt tað
negativa sum kundi leitast
fram um løgmann og hans
ara politiska lív sum heild,
og higartil, til dagin eftir
valið, har Javnaðarflokk
urin á forsíðuri á Dimmu
verður sagdur at grísla tenn
eftir at verða taparin av
fólkatingsvalinum, sjálvt
um tað var Fólkaflokkurin
sum misti fólkatingsessin.
Á landsfundi Javnaðar
floksins sum var 26. og 27
oktober vóru tað fleiri av
teimum sum høvdu orðið,
ið nevndu hesa nýggju
linjuna hjá Dimmu og
undraðust yvir, at einans
Javnaðarflokkurin var til
viðgerðar í longri tíð. Tað
plagar at verða nokk so
gott barometur, tað sum
tann vanligi limurin førir
fram, í mun til tað sum ein
vanligur tingmaður kann
billa sær inn.
Spurningur mín til
blaðstjórðan er hesin:
Er tað rætt, tað sum
hoyrist, at Dimma burturav
hevur sett fólk til at við
gerða Javnaðarflokkin
(ikki fyri tað positiva) frá
nú av og til løgtingsvalið
19. januar er av.
Spurningur til blaðstjórðan á Dimmu
Løgtingslimur fyri
Javnaðarflokkin
Henrik Old