fríggjadagur 16. november 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 223 - 16. november 2007
Í dag verður fundur
millum umboð fyri
Húsa kommunu og
Klaksvíkar kommunu
um samstarv. - Vit
fara ikki á fundin fyri
at krevja nakað sum
helst. Men vit hava
kortini nøkur ynski
at leggja fyri fundin,
sigur borgarstjórin
á Húsum, Magni
Garðalíð
Kommunur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Húsar: - Vit vilja fegin
hava greiðu á, hvat hendir
um vit einaferð fara at
leggja saman, sigur hann.
Í einum slíkum samstarvi
hugsar Magni serliga um
tvey mál ella stórmál, sum
ein kann loysa í felagsskapi
við aðrar - skúlin og báta-
hylurin.
Hinvegin so ætlar Húsa
kommuna sjálv at loysa
nøkur mál í framtíðini. Sum
skilst er ikki ætlanin, at alt
skal bíða til kommunurnar
møguliga verða samanlagd-
ar einaferð.
Millum hesi arbeiðini er
tað at fáa reinsiverk til báð-
ar bygdirnar, sparkivallir,
ljós uppá kirkjuna, eina
gøtu niðan á eiðið og bið-
støðlapláss.
- Vit eru sera spent til
fundin, og fara á hann við
opnum hjarta. Vit eru í øll-
um førum opin fyri øllum,
sum kann verða gott fyri
alla oynna, sigur Magni
Garðalíð.
Hann sigur seg vænta ein
opnan og óformellan fund.
Ein skúli til øll
Eitt av stórmálunum, sum
Magni er upptikin av, og
sinnaður at finna eina góða
og felags loysn á, eru skúla-
viðurskiftini í allari oynni.
– Tað besta hevði verið,
um ein einstakur skúli var í
Kalsoynni, sigur hann.
Besta staðið til ein slíkan
skúla heldur hann vera í
øðrum endanum - t.v.s. ann-
aðhvørt á Trøllanesi ella á
Syðradali.
Sjálvur hellir hann til tað
seinna, m.a. tí at ferjulegan
í oynni liggur á hesum stað-
num, og tí at hetta hevði
lætt munandi um flutningin
av skúlabørnunum.
Við hesi skipanini hevði
ein einstakur bussur kunna
staðið fyri hesum flutningi.
– Í Syðradali er somuleið-
is lættast at koma aftur og
fram millum Kalsoy og
Klaksvík, leggur hann dent
á.
Stutt og einfalt
Hetta vita næmingarnir,
sum hava ymiskar læru-
greinar í skúlunum í Klaks-
vík. Hetta vita tey sum
arbeiða ella hava ørindi hjá
t.d. lækna og tannlækna í
Klaksvík. Og hetta vita eis-
ini tey, sum luttaka í ymisk-
um frítíðarvirksemi, t.d.
ítrótti, tónleiki og øðrum.
- Og so mugu vit heldur
ikki gloyma, at lá ein slíkur
skúli í Syðradali var stutt
og einfalt at fáa lærarastyrk
úr Klaksvík. Tað er bara eitt
hanagleiv við Sam, so
kundu tey verið í skúlanum
her, slær hann fast.
Hetta eru enn bert hugs-
anir, men Magni heldur seg
hava skilt á fólki at hugskot-
ið er gott.
Hetta verður tó neyvan
ein skúli við fimleikarhøll,
svimjihyli og slíkum, men
kann gerast ein góður skúli
til gleði fyri alt oyggjarfólk-
ið.
Fyri bátaeigarar
Magni Garðalíð er sjálvur
partur av føroysku ferða-
vinnuni.
Bæði hann og aðrir kals-
oyingar hava tí eitt ynski
um betri umstøður til at
leggja bátar sínar, - ikki
minst eitt stað, har báturin
kann liggja tryggur alt
árið.
- Fyri meg er líkamikið,
hvar ein slíkur bátahylur
hevði verðið lagdur. Bara
vit einaferð kunnu fáa ein
slíkan hyl, sigur hann.
Sum er mugu bátaeigarar
í Kalsoy hava bátar sínar
liggjandi í Klaksvík, meðan
Magni hevur ferðavinnubát
sín liggjandi fyri tað mesta
í Leirvík.
Hevur ein kalsoyingur
hug at dríva útróður, er
hetta ikki bara sum at siga
tað:
Báturin má liggja í Klaks-
vík, og so sleppur hann ikki
til útróðrar tá hann vil, tí
hann er bundin av ferðaætl-
anini við strandfaraskipin-
um Sam.
Sjálvur vil Magni ikki
gera seg klókan uppá, hvar
ein slíkur bátahylur kundi
ligið. Ein møguleiki er sjálv-
andi á Húsum. Ein annar á
Syðradali.
- Onkur hevur eisini
nevnt Knútsdal, har smolt-
støðin liggur, sum eina
loysn. Men hetta eru alt við-
urskifti, ið vit mugu tosa
um áðrenn, sigur Magni.
Best um Kalsoy var ein eind
Kalsoyggin í tveimum
Starvsfelagin hjá Magna Garðalíð í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen er í øllum førum
hugaður fyri størri samstarvi millum kommunurnar í Norðoyggjum. Við Sosialin í farnu viku
segði hann beinleiðis, at best hevði verið fyri Norðoyggjar um tær so líðandi vórðu skipaðar
sum ein einstøk kommuna, heldur enn sum nú, har oyggjarnar eru í fleiri pørtum. - Hetta
hevði verið best fyri alt økið, segði Steinbjørn. Staðfestast kann, at hesin tankin so smátt er
við at gerast veruleiki: Mikladalur og Trøllanes eru komnar upp í Klaksvíkar kommunu.
Svínoy kemur eftir næsta kommunuval, og í løtuni eru samrøður í gongd við Hvannasunds
kommunu. Og í morgin verður altso ein fundur í Klaksvík, har umboð fyri Húsa og
Klaksvíkar kommunu fara at hittast at tosa um mál av felags áhuga. Í løtuni er støðan hon, at
Kalsoy er í tveimum - tær báðar norðaru bygdirnar við sínum 69 íbúgvum eru í Klaksvíkar
kommunu, meðan tær báðar sunnaru, við sínum 60 íbúgvum, eru í Húsa kommunu. (Myndin)
Kalsoyingar hava gott samband við Klaksvík umvegis ferjuleguna á Syðradali. Óvist er helst, um hon kann nýtast til ein bátahyl alt árið. - Fyri meg er líkamikið,
hvar ein slíkur bátahylur liggur. Bara vit fáa hann einaferð í framtíðini, sigur Magni Garðalíð, borgarstjóri á Húsum (innsettur í myndina)
Mynd: Jens Kr. Vang
Sum ein eind
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni hevur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O.
Jacobsen lagt upp til størri samstarv millum allar kommunurnar í Norðoyggj
um. Magni er sjálvur sinnaður fyri eini slíkari loysn, hóast hann leggur dent á,
at endamálið við fundinum í morgin ikki hevur til endamáls at leggja
kommunurnar saman alt fyri eitt. Hann orðar seg heldur soleiðis: Tá vit
einaferð eru komin fram til eitt úrslit, leggja vit tað fram fyri fólkið í
kommununi at taka støðu til. Fyri hann tykist tað eitt sindur øvugt, at fólkið í
norðaru helvt av oynni nærum leypa upp um Húsar og Syðradal, tá talan er um
samstarv við Klaksvík. Best hevði verið um allar fýra bygdirnar kundu farið
sum ein eind!