Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 16. november 2007 35 Stuðulsfólk Søkt verður eftir Stuðulspedagogum/hjálparum til tvey 5 og 6 ára gomul børn við serligum tørvi í Runavíkar kommunu, at byrja 01.12.07 ella skjótast gjørligt. Arbeiðið hjá stuðlinum er í samstarvi við Sosialu deild og familjuna at stuðla børnunum í at fáa ein innihaldsríkan og mennandi dag. Arbeiðsstaðið er í heiminum hjá barninum. Annað starvið er seinnapart millum 15-20 tímar um vikuna, meðan annað er 40 tímar og kann býtast í tvey størv. Sosiala deild skipar fyri, at starvsfólkini fáa neyð- uga ráðgeving. Ynskiligt er, at tann, ið settur verður, hevur hóskandi útbúgving ella royndir. Setanin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Pedagog- felag. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jákup H. Foldbo, sosialdeildarleiðara á tlf. 417000. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum verður at senda Runavíkar kommunu í seinasta lagi 27.11.07. Runavíkar kommuna Sosiala deild Runavíkar Kommuna Boks 139 · Heiðavegur 26 · FO-100 Saltangará tlf 417000 · runavik@runavik.fo · www.runavik.fo M/S Antares til sølu við fiskiloyvum Um hóskandi boð fæst, verður línu- og snellu- báturin Antares seldur við fiskiloyvum. Antares hevur egningarmaskinu umborð og kassalast. Báturin er júst komin av skipasmiðju og er í góðum standi. Høvuðsmaskinan er ein Grenaa Diesel frá 1978. Áhugað kunnu venda sær til Tor Shipping á telefon 35 85 31, 21 85 31 ella 21 85 30. Sp/f Tor Shipping • Niels Finsensgøta 23 • P.O. Box 1252 FO-110 Tórshavn • tel. 35 85 31 • fax 35 85 30 ww.torship.com • e-mail: torship@post.olivant.fo Bestu piparnøturnar fáa tit hjá okkum Tlf 312161 gron@gron.fo www.gron.fo Stríðist tú við vektina? Ring til mín, eg havi eitt sunt og effektivt "hjálpimiddel". Jana 51 71 00 / 31 88 19 lr@kallnet.fo Upptøka til útbúgvingarnar á HEILSUSKÚLA FØROYA Umsóknarfreistin er 23. november 2007 kl 15:00 Kirkjubrekka 3 · FO-800 Tvøroyri Tel 36 38 50 · Fax 37 29 50 www.heilsuskulin.fo heilsuskulin@skulin.fo Heilsuútbúgvingarnar eru tvær yrkisfakligar mið­náms­ útbúgvingar, sum geva yrkisførleika sum ávikavist heilsuhjálpari og heilsurøktari. Heilsuhjálpari: Endamálið við heilsuhjálparaútbúgvingini er, at næm- ingurin gerst førur fyri sjálvstøðugt, í samstarvi við onnur og við virðing fyri borgaranum, at røkja grundleggjandi stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávur, at geva borg- aranum persónliga og handaliga hjálp til dagligu lívs- førslu sína og hjálp til at vera virkin, so borgarin fær fullnýtt lívstilfeingi sítt. Útbúgvingin skal harumframt geva næminginum førleika til at halda fram í heilsurøktaraútbúgvingini. Heilsuhjálparaútbúgvingin tekur 15 mánaðar og byrjar í januar 2008. Heilsurøktari: Endamálið við heilsurøktaraútbúgvingini er, at næm- ingurin gerst førur fyri sjálvstøðugt, í samstarvi við øðrum og við virðing fyri borgaranum, at meta um tørv hansara, og við støði í hesum leggja til rættis, útinna og eftirmeta samansettar umsorganar- og virksemisuppgávur, her í millum at stimbra likamligt, vitborið og skapandi virksemi hjá einstaka menniskjanum og hjá bólkum av borgarum. Næmingurin skal gerast førur fyri at meta um tørv og sjálvstøðugt at leggja til rættis, útinna og eftirmeta grund- leggjandi heilsu- og sjúkrarøktaruppgávur innan røkt og umsorgan í Almanna- og Heilsuverkinum. Næmingurin skal harumframt gerast førur fyri at greiða úr hondum samskipandi uppgávur eins og undirvísingaruppgávur. Heilsurøktaraútbúgvingin tekur 22 mánaðar og byrjar í mars 2008. Upptøkutreytir til heilsuhjálpara Í minsta lagi 1 ára útbúgving ella arbeiðsroyndir eftir fráfaringarroynd fólkaskúlans ella aðrar royndir sam- svarandi áðurnevndu krøvum. Útbúgvingin tekur 1 ár og 3 mánaðir. Undirvísingin er uppbygd í evnir, er tvørfaklig og er partvíst skipað í bólkum. Starvsvenjingin er á ellisheimum, sambýlum og í heima- røktini. Upptøkutreytir til heilsurøktara Útbúgving sum heilsuhjálpari ella viðkomandi førleikar grundaðir á útbúgvingar- og arbeiðsroyndir, sum í minsta lagi svara til heilsuhjálparaútbúgvingina Útbúgvingin tekur 1 ár og 10 mánaðir. Undirvísingin er uppbygd í evnir, er tvørfaklig og er partvíst skipað í bólkum. Starvsvenjingin er á ellisheimum, sambýlum og heima- røktini. Harumframt á psykiatriøki og vanligum sjúkra- húsdeildum. Fíggjarumstøður: Útbúgvingarstuðul fæst undir útbúgv- ingini. Umsóknarbløð og nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Heilsuskúlan, tlf. nr. 363 850. Umsókn og váttað avrit av prógvum o.ø. skulu sendast til Heilsuskúli Føroya Kirkjubrekka 3 FO-800 Tvøroyri Viðmerk: umsókn Lesið -so eru tit við! lýsingar