Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 223 • 16. november 2007 ra tap og vinningur! … um føroyskan mat Mær dámar sera væl fisk, um hann so er feskur, saltaður ella ræstur. Kjøtið smakkar eisini væl, hvørt tað er feskt ella ræst. Tað er kanska vansin við føroyskum mati. Hann smakkar gjøgnumgangandi ov væl. … um Premier League Er óivað ein av teimum á Formulaliðnum hjá EB/Streymi, sum eru minst íðin tá tað kemur fótbólt. Eg hyggji tó eftir stórdystunum hjá Liverpool. Og teir avgerandi dystirnar hjá øðrum feløgum eisini. munn: “Eg eri ein EB/Streymari!”. Og bert av óskiljandi ávum bar tað ikki heilt á mál í 2006. Ein tung løta “Tað var alt ov óprofessionelt av okkum!” Egil hugsar aftur á síðsta umfarið í Formuladeildini, í 2006. Tá dysturin millum EB/ Streym og KÍ var avbríkslaður, var tað sum til eina jarðarferð niðri á Møluni. Men tey, sum varða av EB/Streymi uttanfyri vøllin, vóru skjót at veita tað ein nærmast kann kalla sálarliga fyrstuhjálp. Sum kvøldið leið, bleiv lagið væl betur. Og leikarar, venjarar og leiðsla lovaðu hvørjum øðrum, at slíkt skuldi ikki henda aftur. At geva eina so stóra leiðslu frá sær. Uppreisnin kom í finaluni um Løgmanssteypið í ár. At EB/ Streymur gjørdist steypavinnari - við at vinna á júst HB - gjørdi ikki steypasigurin minni søtan. Tó fór ein ótti gjøgnum fleiri leikarar, tá HB vann seg frá 1-4, og upp á 3-4. Men EB/Streymur herjaði á, og vóru teir í málmøguleikum nærri 5-3, enn HB var 4-4. Men tá tað var leyst og liðugt í Gundadali, vóru óndu minnini frá Mølini brádliga kám. Egil heldur eisini, at sum leikari, var tað eisini stuttligt at leika eina so góða og spennandi finalu. Egil heldur tó, at finalan átti at skift ímillum t.d. Gundadal, Runavík og Klaksvík. Bara so, at ein tryggjaði sær, at finalan var á einum uttanveltaðum vølli. “Tað er eitt sindur meiningsleyst, at hálvfinalan má verða “rættvís” við einum heima- og útidysti. Men, at í finaluni skal annað liðið so knappliga hava heimavøll!” sigur Egil avgjørdur. Egil heldur, at tað hevði ikki verið av vegnum, at tað bara var ein hálvfinala, sum eisini var á uttanveltaðum vølli. Skráin við 27 Formuladystum er nóg strævin, sum er! Gott við UEFA-cup Egil heldur eisini, at UEFA-cup lut- tøkan hjá EB/Streymi var gagnlig. Menn fóru professionelt til verka og vandu, ótu og fyrireikaðu seg optimalt til uppgávuna. Teir vóru undir hørðum trýsti í útidystinum ímóti finsku MYPA. Men taptu heiðurliga 0-1. Á heimavølli misnýtti Ronnie Samuelsen eitt brotsspark skammiliga, tá støðan var 0-0. “Tann sami Ronnie, sum javnt og samt hevur argað meg við, at eg misnýtti eitt brotsspark í Champions League- undankappingardysti fyri B36 í 2002. Tá vit báðir spældu í B36.” sigur Egil flennandi. EB/Streymur fekk 1-1 ímót MYPA, so teir blivu eitt stig - men nógvar royndir ríkari. Aftur til Sundalagið Egil íðkaði eisini borðtennis fram til 17 ára aldur. Hann hevur verið Føroyameistari í vaksna- mannadeildini, í blandaðum tvímansleiki saman við Onnu Petersen (nú Eidesgaard). Og eisini FM-vinnari í tvímansleiki í yngru deildunum saman við Signari Johannesen av Toft- um. Í einmansleiki var hann javnan nr. 2 í yngru deildunum. Miðlingabróðurin; Finnbjørn hevur verið av stinnastu borð- tennisleikarum og telvarum í Føroyum. Finnbjørn var eisini ein habilur fótbóltsleikari, og verður Finnbjørn hjálparvenjari hjá Sigfríði Clementsen í EB/ Streymi næsta ár. Elsti bróðurin; Hallur hevur ikki gjørt so nógv við ítróttin, sum Egil og Finnbjørn! Systurin Karin hevur ofta verið at síggja millum teir trúgvu áskoðarnar hjá EB/Streymi. Egil og familjan flyta norður aftur til Sundalagið. Har, sum bæði hava sínar røtur, og Egil sítt eftirnavn. Egil æt Zachariasen fram til 2002. Abbin í Haldarsvík; Hans Pauli Joensen vildi sleppa at føra navnið; Hans Pauli á Bø, men slapp ikki at føra tað. Nú eigur Egil ein son, sum eitur Hans Pauli á Bø. Soleiðis kemur alt upp á pláss aftur. Og Egil og Anja koma upp á pláss í húsinum í Norðskála, næsta ár. Um Egil verður upp á pláss í verjuni hjá EB/Streymi, er enn ikki heilt vist. Men tekur hann eitt tørn aftrat, verður tað við EB/Streymi. Silvur var eitt tap í 2006, men gjørdist ein vinningur í 2007. Hvør verður so úrtøkan í 2008, við ella uttan Egil á Bø? Navn: Egil á Bø Føðingardagur: 2. apríl 1974 Giftur: Anju (fødd Johannesen) av Oyrabakka Børn: Eydna 5 ár og Hans Pauli 2 ár Starv: Fíggjarleiðari í Handilskjarnanum Útbúgving: Matematiskur Studentur, HH (1 ár), HD (1. part og 2. part) Feløg: Streymur, NSÍ, ÍF, B36 og EB/Streymur Fakta Egil heldur, at síðani totalu samanleggingina hevur bara gingið ein veg við samvinnuni og samanhaldinum í Sundalagnum Mynd: Álvur Haraldsen