Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 223 - 16. november 2007 Við tjóðveldiskvøðu, Annita á Fríðriksmørk Takk Túsund takk fyri tykkara stuðul týsdagin. Tit vístu, at sjálvstýrisstríðið hevur markanta undirtøku. Ein serlig tøkk til tykkara, sum valdu meg persónliga. Annita á Fríðriksmørk Nýggir karmar fyri kapping Nýggja kappingarlógin fær gildi frá ársbyrjan 2008. Lógin merkir munandi broyttar treytir fyri vinnulívið. Í høvuðsheitum verður forboð fyri kappingar- avmarkandi avtalur og fyri at misnýta ráðandi støðu á einum marknaði. Eftirlit verður eisini við samanleggingum av fyritøkum. Samfelagið fær eitt betri amboð til at tryggja kapping, til gagns fyri fyritøkur og brúkarar. Fyri einstøku fyritøkuna kann nýggja lógin tó geva ávísar trupulleikar, um ein ikki er varugur við spælireglurnar. Tí eiga allar virkisleiðslur at kenna teir karmar, sum kappingarlógin setur. Skrá: ƒ Nýggj kappingarlóg frá 1. januar 2008. Bjarni Djurholm, bjóðar vælkomin. ƒ Frá eftirlitslóggávu til forboðslóggávu. Terje Sigurðsson, deildarleiðari á kappingarskrivstovuni, greiður frá. ƒ Hvørji krøv setur kappingarlógin til føroyskt vinnuvirksemi? Niels Rytter setur ljós á týdningarmestu reglurnar í nýggju kappingarlógini, og hvat tær fara at merkja fyri fyritøkurnar. ƒ Royndirnar hjá donskum vinnufyritøkum. Christian Karhula Lauridsen frá advokatfelagnum Plesner greiðir frá royndunum hjá donskum vinnufyritøkum. ƒ Hvussu fer nýggja kappingarlógin at verða umsitin? Formaðurin í Kappingarráðnum Kári Petersen greiðir frá. Fyriskiparar Vinnuhúsið og Kappingarráðið. Tíð og stað Kunningarfundurin verður á Hotel Føroyum 28. november kl. 13.00. Kostnaður Tiltakið er ókeypis fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum. Fyri ikki-limir kostar tiltakið 300 kr. Tilmelding á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. www.industry.fo. Kost og ernæring Børn og pædagogik Idræt og sundhed Kreativitet og design Linieskolen – den moderne husholdnings- og håndarbejdsskole Smag på livet! Vi satser på at give dig større faglighed, selvværd og personlig ballast. www.linieskolen.dk Østergade 77, 8370 Hadsten, +45 86 98 01 45 Fællesskab og venner for livet!