Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. november 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman umborð Rigmor Dam blaðkvinna Nr. 223 • 16. november 2007 Sjarma ella pengar Eg elski Havnina. Lat tað verða sagt. Men sokallaða gongugøtan, av Vaglinum og niðan til ljóskurvarnar, er so óhugnalig, at hon skuldi verið óhóskandi fyri børn. Hetta fyrrverandi hjartað í býnum er eftir fáum árum umskapað til eitt opið sár, sum ikki vil lekjast. Bæði myndarliga og ítøkiliga tala, við skirvisligu øklaknekkandi brúgvasteinunum, sum eru til stóran ampa hjá shoppandi konufólki, trillandi dagrøktar­ mammum, vambasíðum omm­ um, stetlandi smábørnum og fullum ungdómi, sum eru akkurát tey einastu, sum hava ørindi í økinum. Og húsini! Tími ikki at tosa um bókasavnsbygningin, Ebenezer og Handilskjarnan – ljótastu hús norðan fyri Alpurnar! Men onkrir glottar kundu verið. Til dømis gamla Konditaríið. Men gakk. Hetta er mest skizofrena facadan í ríkinum, við neonbláum pizzaskelti, jólasligum konditaríi, egyptiskum vertshúsi og hacienda stílur – hvørt um annað. Og fimm metrar longur uppi: EITT INNKREVJINGARVIRKI!! Eg spyrji bara: Hvør hevur lovað hasari ósexutti vinnuni inn í hjartað í býnum. Og at hýsa einum virki, sum misprýðir gøtuna, býin, ja, sjálvt lívið, við skríggjandi gulum klistrimerkjum, ljótari enn Bónus og Netto tilsamans. Og so elegant konstruerað, at ongin sær inn, men tey síggja út. Sigandi? Fáar metrar longri uppi: Ein lítil fitt reyð kiosk, sum hevur eittans endamál her á fold. At selja blikkamat og búkfyllu til full fólk at spýggja á húsa­ veggir í grannalagnum. Og niðri í Joto­holinum: Hvør í himmalsins navni hevur funnið uppá at brúka hatta praktfulla hølið til lagursølur? Hjá SMS? Har má vera hend ein misskiljing! Og tað eru nøkur fá vinnu­ rekandi, sum hava skyldina, býráðið ábyrgdina, og vit borgarar skommina. Ná! Hann er skipari á Fjalshamri, fyrrverandi Sardis, men tað heldur honum ikki aftur í at vaska skipssíðuna eftir, at veiðan er løgd upp. Fjalshamar partrolar saman við Nónhamri, og hendan túrin høvdu teir fult skip – og nakað av leysum á dekkinum Tað er mikudagur og av allarbesta heystveðri. Vit eru norðuri á Kósini og fregnast, um nakað rørist við bryggjukantin. Við sjálva Kósabrúnna liggur bert tað eina skipið. Tað er ísfiskatrolarin Nónhamar. Makkarin Fjalshamar liggur við brúnna niðanfyri smiðjubygningin nakað longur inni á vánni. Teir partrola og eru báðir komnir aftur í morgun, fullir undir lúkurnar. Fjalshamar hevði 20 kør av leysum á dekkinum og Nónhamar trý. Ein vanligur túrur til longdar og ein góður túrur hjá skipi og manning. Av Kósabrúnni fóru vit fram við hjá Fjalshamri. Í skýmingini stendur ein einsa­ mallur maður við skrubbu og skúrar skipssíðuna, nú liðugt er at landa. Hann hevur lút í spannini og ger sær ómak við at fáa alt tað leysa, sum dottið er av frá landingini, burtur. Vit spyrja mannin, um hann er landari ella maður umborð. ­ Jú, eg sigli við Fjalshamri. Ert tú dekkari? ­ Nei, eg eri skipari. Maðurin er Harry Ellefsen, sum býr í Miðvági. Hann sigur, at fiskiskapurin hjá ísfiskatrolarunum hevur verið heldur lakur í longri tíð, men hesin seinasti túrurin eydnaðist væl. ­ Vit komu aftur í morgun, og ætlanin er at fara avstað aftur klokkan 22 í kvøld. Fjalshamar og Nónhamar eru best kendir undir nøvnunum Sardis og Topas, men skipini høvdu uppaftur onnur nøvn, áðrenn tey endaðu í Saltangará – og eisini eftir, at tey vórðu seld úr Saltangará til Sørvágs. Nú eru tað klaksvíkingar, sum eiga Fjalshamar og Nónhamar. Hósmorgunin landaðu partrol­ ararnir, Safir og Smaragd, eisini á Kósini. Hjá teimum hevur ikki gingið so væl at fiska hendan túrin, sum hjá Sardis og Topas. Safir og Smaragd høvdu ikki fulla last. Hjá útróðrarbátunum, sum royna við línu, er farið at bragda aftur, nú heystið er álvara er komið. Tað hevur viðrað væl seinastu dagarnar, og nógvir bátar hava verið á útróðri. Í Klaksvík siga tey, at útróðrar­ bátar við línu hava ligið um 100 pund á línuna í seinastuni, og hjá onkrum hevur gingið uppaftur betri. Mikudagin var ein stórur partur av veiðini hjá hesum bátum toskur, og kønir meta, at teir hendan dagin seldu fyri ein miðalprís, sum lá rundan um einar 20 krónur fyri kilo. Tað er óført! Nógvir útróðrarbátar egna feska gággu, sum teir meta gevur teimum meira tosk í veiðini. Flestu bátarnir fóru útaftur mikukvøldið. Streymurin hevur ikki verið hin besti hesaferð, men hann hevur heldur ongantíð verið ov harður til roynd. Á Landingarmiðstøðini í Klaksvík siga tey, at fiskaútflyt­ arar hava verið óførir at keypa útróðrarfisk, men ivasamt er, um áhugin er líka stórur, tá so nógvur gráur fiskur er uppi í veiðini. ­ Ikki tí; føroysku virkini eru eisini ófør at bjóða upp á tann feskasta fiskin. Fiskurin er dýrur at keypa, og prísurin hevur verið við til at hildið inntøkunum uppi, nú nøgdirnar yvirhøvur hava verið minni. Minkaða útboðið av fiski hevur verið við til at trýst prísirnar uppeftir, og kanska heldur onkur tað vera eitt sindur løgið, at keypiorkan hjá virkjum og fiskaútflytarum er størri, tá nøgdirnar eru smáar. Men so einfalt er tað sjálvsagt ikki. Hinvegin er eisini tað galdandi, at tá útboðið er lítið, veksur eftirspurningurin eisini á evropeiska marknaðinum, og hugsandi er sjálvsagt, at tað eisini kvinkar prísirnar uppeftir. Í fyrsta lagi eru tað útboð, eftirspurningur og keypiorka sum avgera prísirnar. Í Klaksvík siga tey, at flestu línuskipini, sum eru heima­ hoyrandi í fiskivinnubýnum, vóru inni og landaðu hósdagin og fríggjadagin í síðstu viku. Nøgdirnar vóru ikki tær stóru, og flestu skipini lógu um eini 50.000 pund, sum ikki er nógv at skriva heim um. Klakkur, sum fór avstað miðskeiðis í síðstu viku, fór hendan túrin til Íslands, og í Klaksvík halda tey, at hetta man fara at vera ein av teimum seinastu túrunum hjá línubátunum undir Íslandi í ár. Tað er Landingarmiðstøð Føroya, ið tekur sær av at kalla allari landing í Klaksvík. Felagið hevur ein fastan “stab” av landarum, sum telir 12 mans, men tá ið mest er at gera, liggur talið omanfyri 20, kanska 24. Landingarformaður er Pól Fuglø, og hann hevur altíð nakrar mans, sum hann kann ringja til, tá brúk er fyri fleiri enn teimum 12 til arbeiðis umborð á skipunum og við bryggjukantin. ­ Sjálv landingin og tað at fáa kørini umborð aftur á skipini er akkord­arbeiði. Tænastan við agni og ísi, sum vit eisini veita, er hinvegin tímalønt arbeiði. Pól Fuglø heldur, at reiðarí og manningar sum heild eru væl nøgd við ta tænastu, sum Landingarmiðstøðin veitir teimum. ­ Tað ger eisini mun, at landararnir kenna skipini so væl. Landingarformaðurin kundi tó hugsað sær, at tilrættaleggingin onkuntíð var eitt sindur beturt, tá ið ræður um bílegging av agni og ísi. ­ Best er, um vit kunnu “avslutta” skipini so hvørt, tá tey eru landað, men tá nógv skip eru inni í senn, kann hetta vera eitt sindur trupult. Hann vísir á, at tá ið eini fimm skip koma til landing í senn og skulu forsýnast við teimum tænastum, sum neyðugar eru fyri, at tey kunnu loysa aftur til nýggjan túr, kann tað gerast eitt sindur hektiskt viðhvørt. ­ Sum heild vil eg siga, at tað gongur væl, og eg haldi eisini, at vit merkja nøgdsemi við tað arbeiði, vit gera umborð á skipunum og við bryggjukantin, sigur Pól Fuglø, landingarformaður. Skipari farin við skrubbuni Umborð Vilmund Jacobsen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo Harry Ellefsen er skipari við Fjalshamri. Her stendur hann ímillum túrar og vaskar skipssíðuna, nú skipið júst er landað, og gjørt verður klárt til nýggjan túr Mynd: Vilmund Jacobsen